fríggjadagur 29. juni 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2007
33
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Andrew
aftur í HB
Eftir hálvt fjórða ár í
Fremad Amager, vendir
Andrew av Fløtum nú
aftur
til
barndóms
felagið HB. HB boðaði
í gjár frá, at felagið
hevur skrivað undir
sáttmála við Andrew av
Fløtum. Sáttmálin hjá
føroyska
landsliðs
leikaranum er galdandi
kappingarárið út. Hetta
er gjørt greitt, eftir at
nógvar gitingar hava
verið
um
komandi
felagið hjá Andrew.
Sjálvur segði Andrew
við Sosialin í vár, at
rætta tilboðið avgjørdi
framtíð hansara.
Jónas
og AB
skrivað
sáttmála
AB og Jónas Tór Næs
skrivaðu í gjárkvøldið
undir sáttmála, sum
bindur partarnar fyri
restina av hesum kapp
ingarárinum. 20 ára
gamli Jónas Tór Næs
hevur seinasta hálva
árið spælt við Fremad
Amager.
Heimasíðan
hjá AB sigur soleiðis
um Jónas. Hann trívist
best á høgru síðu, men
kann eisini umstillast
til at spæla í hinum
borinum.
Hóast fimleikur
ikki er ein av
ítróttargreinunum
á oyggjaleikunum á
Rhodos, verða
føroysku fimleik
ararnir ikki við
sviðusoð. Tey fara
nevniliga at kappast
á fimleikaoyggjaleik
unum, sum verða á
Isle of Man 16.20. juli
Oyggjaleikir
Lív Reinert Kjeld
liv@sosialurin.fo
Í fimleikahallunum í Havn
og Runavík hevur nógv
virksemi
verið
seinastu
tíðina, hóast fimleikaárið
hjá teimum flestu er liðugt.
Saman við tveimum lands
liðsvenjarum eru tilsamans
11 fimleikarar í ferð við
fyrireikingarnar til fimleika
oyggjaleikirnar, sum verða
á Isle of Man um stutta tíð.
Fimleikararnir venja umleið
tríggjar tímar hvørja ferð,
fimm ferðir um vikuna.
Landsliðsvenjararnir
eita
Durita Knudsen og Eyvind
Akraberg Hansen, og tey
eru sera spent at fara
avstað.
Ætla at skriva søgu
Vit hava sera góðar vónir
til menninar, sigur Eyvind
Akraberg
Hansen.
Til
seinastu
oyggjaleikirnar
vunnu vit nógv heiðurs
merki, og í ár ætla vit
okkum at skriva føroyska
fimleikasøgu
og
vinna
liðkappingina hjá monnu
num
fyri
fyrstu
ferð.
Harafturat hava vit eisini
góðar
vónir
til
hinar
kappingarnar. Hjá kvinnu
num hava Bermuda seinastu
árini verið ótrúliga sterkar
sammet við hini londini, so
tað verður kanska torført at
gera nakað við tær, men vit
hava serliga góðar vónir til
bundnu kappingina, sum
vit halda okkum kunna
vinna,
leggur
Eyvind
Akraberg Hansen afturat.
Landsliðini tikin út
Tilsamans 11 fimleikarar
manna landsliðið, sum skal
til Isle of Man – fimm á
manslandsliðnum og seks á
kvinnulandsliðnum.
Fim
leikararnir eru úr Havnar
Fimleikafelag, Ljósinum og
Støkk.
Liðini,
sum
føroysku
fimleikararnir fara at kapp
ast ímóti, eru m.a. frá Isle
of Man, Jersey, Ynes Mon,
Bermuda og Álandi.
Tilsamans 15 fólk verða í
føroyska ferðaliðinum. 11
fimleikarar, tveir venjarar,
ein fysioterapeutur og ein
ferðaleiðari. Føroysku fim
leikararnir fara avstað 13.
juli og verða heima aftur
21. juli.
Fimleikurin nærkast
Føroyska manslandsliðið: frá vinstru: Rósing Dam (HF), Fróði Mortensen (HF), Gutti Harryson
(HF), Høgni Øster (HF) og Kristian í Lon Olsen (Støkk). Kristian var við í bruttohópinum, men
verður ikki við til kappingarnar. Á myndini vantar Øssur D. Eiriksfoss (HF)
Føroyska kvinnulandsliðið: frá vinstru: Brim H. Hoydal (Ljósið), Elinborg T. Durhuus (Ljósið),
Anita Knudsen (Støkk), Silja Højgaard (Støkk), Kristina Toftegaard (Støkk) og Sonja Joensen
(Støkk)
Men eingin ivi er
millum klaksvíkingar
um, at tað fyrst og
fremst snýr seg um
landskappingardystin
ímóti AB næsta
mikukvøld
kÍ iNTerTOTO
Jóannes Hansen
Í morgin klokkan 16 fer KÍ
fyri fyrstu ferð nakrantíð at
spæla heimadyst í Intertoto
Cup kappingini. Uppgerðin
verður
á
Svangaskarði
ímóti svenska Hamarby,
sum leygardagin á heima
vølli vann 10 á KÍ.
Vit fara at spæla fyri
okkara møguleika. Men vit
fara ikki at leypa á við
nógvum fólki frammarlaga
á vøllinum. Orsøkin til
lutfalsliga góða úrslitið í
Stokholm var, at vit lógu
aftarlaga og syrgdu fyri, at
leikferðin ongantíð gjørdist
høg. Tað verður umleið
sama uppskriftin á heima
vølli, sigur KÍ venjarin
Eyðun Klakstein.
Hóskvøldið vandi KÍ á
Svangaskarði. Liðið tykist
fara
at
síggja
umleið
soleiðis út í morgin, sum
tað gjørdi í síðstu viku.
Einasta broytingin tykist
verða, at Kaj Ennigarð, sum
leingi hevur verið skaddur,
men sum seinastu vikurnar
hevur fingið eitt sindur av
dystarvenjing, hesa ferð
verður í miðverjuni saman
við Jan Andreasen.
Vit taka hetta sum eina
uppliving. Tað skal ganga
ógvuliga væl, um vit skulu
megna at spæla okkum í
asnnað umfar. Sjálvandi
savna vit okkum um hesa
uppgávuna. Men tað er
eingin ivi um, at vit hugsa
nógv um landskappingar
dystin, sum mikukvøldið
verður á heimavølli ímóti
AB. Hann fer at hava
ógvuliga stóran týdning
fyri bæði AB og okkum,
sigur Eyðun Klakstein.
Ein av ungu KÍ spælar
unum, Oddmar á Lakjuni,
fór týskvøldið til skips við
Skálabergi. Tað vil siga, at
hann verður ikki at síggja á
vøllinum
nógvu
næstu
vikurnar.
Mikukvøldið vann Ham
arby landskappingardyst á
heimavølli 31 ímóti IFK
Göteborg. Teir í Hamarby
vóru ógvuliga væl nøgdir
við avrikið í 1. hálvleiki,
sum endaði 30.
Tað er greitt, at Charlie
Davies, sum leygardagin
var einsamallur málskjútti,
tá ið KðÍ var í Svøríki, ikki
verður
á
liðnum
hjá
Hamarby í morgin. Hann er
úttkin at spæla á landslið
num hjá USA, sum í hesum
døgum er við í Copa
America. USA er í bólki
saman
við
Argentina,
Kolombia og Paraguay.
KÍ spælir fyri sínum møguleika