fríggjadagur 29. juni 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 123 - 29. juni 2007 ]
Rembingarnar eru
ógvusligar, og ansurin
er stórur fyri hesum
umfarinum, sum
ber sera spennandi
avbjóðingar við sær
15. UMFAR
Jákup Mørk
Tað kemur sjáldan fyri, at
tað eru so nógvur dynamikk
ur og turbolensur kring eitt
umfar í Formula deildini,
sum tað er hesa ferð. Fýra
dystir eru á skránni. Tann
fimti og ikki minst áhuga
verdi verður ikki fyrrenn
mikukvøldið, tá ið illa
stadda KÍ fer at taka ímóti
AB, sum er niðanfyri strik
una.
Oddaliðið úr NSÍ fær
vitjan úr Sundalagnum, og
tað er oddasessurin, sum
stendur upp á spæl. Fyrr í
summar tapti NSÍ í Streym
nesi. Talan var um tepurt
tap, og teir í Runavík vildu
halda, at teir ta ferðina
høvdu betri uppiborið. Hug
burðurin tóktist tó at vera,
at tapið var at liva við.
Síðani tá er nógv broytt.
Tað hevur gingið sum eftir
ánni hjá NSÍ. Í 50. ári
felagsins kennist møguleik
in fyri at vinna fyrsta FM
heitið nakrantíð at vera
nærri veruleikanum, enn
hann nakrantíð áður hevur
verið. Spælið er farið at líkj
ast, liðið skapar málmøgu
leikar, teir halda tætt í verj
uni, og fram um alt tykist
kenslan av, at tað, sum
ongantíð áður hevur borið
til, fer at bera til, at gera seg
alt meiri galdandi.
Í EB/Streymi hevur tað
ikki gingið so væl, síðani
teir høvdu vitjan av NSÍ.
Ketan er ikki so væl smurd,
og onkra ferðina hevur hon
havt hug at hoppa heilt av.
Saknurin í Sorin Anghel,
sum nú sigst vera við at
koma fyri seg, hevur verið
ógvusligur, og liðið hevur
eisini liðið undir, at Arn
bjørn Hansen ikki enn er
komin upp í snúningarnar,
sum hann vísti í fjør.
GÍ í Gundadali
B36 er undir liðini á NSÍ,
og B36 hevur møguleika at
leggja seg einsamalt á topp
in, um teir í árstalsfelagnum
vinna á GÍ, og um NSÍ sam
stundis snávar hesa ferð.
Mikukvøldið fekk B36
rættuliga luft undir veingir
nar. Avrikið ímóti grann
unum og meistarunum var
sannførandi, og spurning
urin var bara, hvussu stórur
sigurin skuldi verða. Triva
ligur sigur á HB ber sjálv
andi við sær, at sjálvsálitið
er í toppi hjá B36, og Kurt
Mørkøre er meistari í at fáa
sínar menn at gera tað, sum
skal til.
Tað verður tó neyðugt hjá
B36 at spíla seg út. Hesa
ferð vitjar GÍ. Gøtumenn
eru rættuliga komnir fyri
seg. Avrikið á Skála var
fínt, og góða úrtøkan sein
astu vikurnar ber við sær, at
GÍ fer í Gundadal at fáa
Toppdysturin í Formuladeildini hetta vikuskiftið verður
við Løkin í Runavík, tá NSÍ tekur ímóti EB/Streymi.
Hyggja vit eftir dystunum millum liðini tey síðstu 10 árini,
so er tó einki, sum bendir á, at hesin dysturin skal liva upp
til krøvini sum ein toppdystur oftast setir. NSÍ hevur
nevniliga havt sera gott tak á EB/Streymi á heimavølli, og
bert einaferð av seinasta sjey møtunum hevur EB/Streymur
fingið fult við Løkin, meðan NSÍ hevur vunnið allar hinar
dystirnar.
Við – ikki við
Allir tøkir
Skaddur: Hanus Clementsen
(knæskaði)
Ivasamur: Sorin Anghel
(knæskaði)
Við aftur: Ronnie Samuelsen (eftir
leikbann)
Leikbann: Hans Pauli Petersen
Ikki tøkur: Sámal Joensen
(vøddaskaði), Hans Jørgen Djurhuus
(knæskaði)
Ivasamur: Sverri Jacobsen og Tomasz
Sajdak
Formula-deildin
B36 – GÍ
Páll Augustinussen
VB/Sumba – HB
Dagfinn Olsen
NSÍ – EB/Streymur
Ransin N. Djurhuus
B71 – Skála
Jens P. Brattalíð
1. deild menn:
B68 – HB
Jens P. Brattalíð
ÍF – TB
Jón Kári í Brekunni
KÍ – B36
Bárður Mortensen
NSÍ – FSV 04
Jóannes Mikkelsen
SÍ – LÍF
Vinjard Dam
Kanónumfar er á skr
NSÍ hevur takið á EB
GÍ og KÍ spæla steypafinalu
Fyri nøkrum vikum síðani spældu bestu kvinnuliðini hjá KÍ og GÍ
seg í steypafinaluni eftir sigrar á ávikavist B36 og AB í
hálvfinalunum. Um vikuskiftið tørna GÍ og KÍ so saman í
steypafinaluni, sum verður spæld á vøllinum í Leirvík leygardagin kl.
13.00. Eingin ivi er um, at kvinnurnar úr Klaksvík eru stórfavorittar
at vinna dystin, men GÍ hevur fyrr givið KÍ ein skarpan gang. Í eini
steypafinalu kann at kalla alt henda, og tí er ikki óhugsandi, at GÍ
kvinnurnar enn einaferð fara at leypa ein hvøkk á KÍ.