fríggjadagur 29. juni 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 123 - 29. juni 2007
tíðindi
Sum skipari og ein av
undangongumonnu
num innan føroyska
kraftblokkaveiði og
løgtingsmaður í sam
full 23 ár, er Henrik
Old kendur millum
allar føroyingar.
Men tað eru ikki
øll, sum vita, at
fryntligi skiparin og
politikarin gjørdist
móðirloysingur
longu, tá hann varð
føddur. Mamman
doyði í barsilssong 29
ára gomul, og Henrik
varð kallaður upp
eftir henni
Samrøða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin hitti Henrik Old,
tá hann og konan, Elsebeth,
vóru á veg til Scrabster á
fyrstu almennu ferðini hjá
Norrønu hagar mánadagin,
18. juni.
At hann fylti seksti tveir
dagar seinni, vistu vit einki
um, og tað sást heldur ikki
á honum. Henrik tók ikki
føðingardagin upp á tungu.
Øll fýra
– Vit hava bil við og koyra
sjálvi. Teir fyrstu dagarnar
fara vit at gista, har tað pass
ar okkum best. Í vikuskifti
num koma báðar døturnar
til Aberdeen í flogfari úr
Keypmannahavn, og tá fara
vit fýra í karavan at verða
saman við teimum. Umstøð
urnar í karavanunum eru
góðar og umhvørvið, har
hesar bygdir eru, er hugna
ligt við øllum hentleikum
og nógvum ymiskum møgu
leikum.
Jenny og Inga, sum døt
urnar eita, ætlaðu sær heim
aftur við Norrønu saman
við
teimum
báðum
“gomlu”.
Doyði barsilssong
Sum skipari og ein av und
angongumonnunum innan
føroyska kraftblokkaveiði
umborð á Nýborg og løg
tingsmaður í samfull 23 ár,
er Henrik Old kendur mill
um allar føroyingar.
Tað, sum mong ikki vistu
um mannin, er, at hann
gjørdist
móðirloysingur
longu, tá hann varð føddur.
Mamman, sum kallaðist
Henrikka, doyði barsilssong,
og tí varð Henrik uppkall
aður eftir henni.
Pápin var bretin, Dennis
William Connor Old.
Henrik sigur, at mamman
og pápin giftust í 1946, og
tá mamman doyði, var hon
bert 29 ára gomul.
– Pápi flutti aftur til Ong
lands, og har fekk hann sína
egnu familju. Eg fekk so
leiðis tríggjar hálvbrøður í
Bretlandi.
Sjálvur vaks Henrik upp
hjá mostur síni og manni
hennara, og har hevði hann
tað gott.
– Pápi doyði í 1970, men
omman mín gjørdist ógvu
liga gomul, 94 ár. Hon yvir
livdi øll síni børn. Eg vitjaði
hana fýra ferðir.
Góðir kenningar
Sum skipari kom Henrik
nógv til Skotlands at landa,
ikki minst til Aberdeen og
Peterhead, og eins og aðrir
føroyingar kom hann at
kenna skotar, teirra vinsælu,
blíðskap og trúskap.
– Tá skotar siga ja, kanst
tú líta á, at teir halda orð,
og hevur tú brúk fyri teirra
hjálp, fært tú hana, sigur
Henrik.
Skipið Lunar Bow, sum
vágbingar í sínari tíð keyptu
úr Skotlandi, skapti eitt ára
langt samband millum vág
bingar og teir, ið seldu skip
ið. Hetta samband er hildið
við líka upp ígjøgnum
árini.
– Vágbingar og aðrir
komu at kenna hesar menn
í Peterhead, og í dag eru tað
abbasynir hjá tí gamla, sum
bera førningin fram á leið.
Gamal siður
Henrik rósar hesari familju
og hesum monnum fyri
teirra virknað starv á sjó
num og í vinnuni á landi.
– Hetta eru stabilir og
óføra dugnaligir og raskir
menn. Eg minnist, tá hin
gamli plagdi at koma oman
á bryggjuna, og vit vóru eis
ini inni á gólvinum á frysti
virkinum, sum teir høvdu.
Hann sigur, at føroyingar
soleiðis hava havt nógv sam
Móðirloysingur gjørdist
Henrik Old sær ikki út til at fylla seksti ár, her hann situr – mettur og væl settur – á Simmer Dim matstovuni umborð á Norrønu á veg til Scrabster
Mynd: Vilmund Jacobsen
Lisberg Band á Skarv
Leygarkvøldið verður nógvur tónleikur á Skarv Mr. Blues
Uni Reinert Debess og Brandur Jacobsen trummusláari úr
bluesbólkinum hjá Una, Crawling Blue, fara saman at
spæla ymiskt gott. Síðan fer Høgni Lisberg Band á pallin.
Teir spæla seg heitar á Skarv, áðrenn teir fara á Roskilde
Festivalin. Høgni við bólki sigur seg vera svangan eftir at
spæla. Hann arbeiðir við nýggjum tilfarið, og fer at
framføra nøkur av nýggju løgunum á Skarv. Livandi
tónleikurin leygarkvøldið á Skarv byrjar um
miðnáttarleitið.
Skógareldur í Athen
Herviligur skógareldur herjar í hesum døgum í grikska
høvuðsstaðnum, Athen. Allir sløkkiliðsmenn í landinum,
heili 15.000 í tali, eru settir at ansa eftir eldinum, sum
hevur stóran møguleika at útbreiða seg. Eldurin er júst nú
30 kilometrar norðanfyri Athen, men yvir 30 metrar høg
brennandi trøð økja vandan fyri at eldurin kemur at
nærkast býnum. Hitabylgja er í hesum døgum í Athen, og
við sínum fleiri enn 40 hitastigum er hetta helst atvoldin
til stóra eldin.