fríggjadagur 29. juni 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 29. juni 2007
37
tíðindi
band við eftirkomararnar
hjá manninum, sum í sínari
tíð seldi Lunar Bow til
Vágs.
– Hin gamli fiskaði ong
antíð sunnudag, og tað
gjørdu synir og seinni abba
synir hansara heldur ikki.
Nógvar rembingar hava
verið í skotsku fiskivinnuni
gjøgnum árini, og vinnan
hevur bæði havt uppgongd
og niðurgongd.
– Hesir menninir munnu
vera millum teir lutfalsliga
fáu, sum øll árini hava verið
virknir og hava hildið seg
omaná.
Enn kallast eitt av nóta
skipunum
hjá
teimum
Lunar Bow.
Stórir møguleikar
Henrik Old dylur ikki, at
hann fegnast um, at føroy
ingar aftur eru farnir at
sigla upp á Skotland, nú við
nýggju Norrønu.
– Eg haldi, at hetta er eitt
óføra gott og spennandi til
tak, og eg síggi stórar møgu
leikar í hesi rutu. Føroyingar
eru aftur farnir at handla
meira í Skotlandi, og eg
havi varhugan av, at tað ser
liga eru tær yngru kreftirnar
í føroyska handilslívinum
og vinnulívinum annars,
sum eru farnir at brúka
henda møguleika.
Hann vísir á, at Skotland
er okkara nærmasti granni,
og tí er tað burtur við, um
vit ikki gera brúk av hesum
møguleika, nú vit hava
hann.
– Føroyingar, sum hava
verið í Skotlandi, kenna seg
ógvuliga væl – og kenna
seg sera væl móttiknar.
Skotar eru ógvuliga fyri
komandi, hjálpsamir og trú
fastir, endurtekur hann.
Fantastiskt land
Henrik, sum var førarin á
ferðini hjá honum og kon
uni, heldur ikki, at vinstra
koyringin í Skotlandi er
nakar sum helst trupulleiki.
– Skotar eru eisini “gentle
man” í ferðsluni, og er nak
að áfatt hjá tær, steðgar onk
ur bilur og spyr, um hann
kann hjálpa. Soleiðis eru
skotar bara.
Hann er ikki í iva, tá vit
spyrja hann, um hann vil
mæla føroyingum til at ferð
ast í Skotlandi sum alterna
tiv til tær rutur hjá Smyril
Line, sum longu eru fult
bookaðar.
– Ja, eg vil so avgjørt
mæla fólki til at taka sær
nakrar frídagar í Skotlandi,
sum er eitt so fantastiskt
land.
Henrik sigur seg síggja
ljóst upp á hesa farleið, nú
vit hava eitt munandi betri
skip enn áður til hesa sigl
ing.
– Eg vóni, at hetta bara er
byrjanin, soleiðis at farleiðin
sum frálíður eisini verður
sigld um veturin. Hetta er ein
møguleiki, sum eisini er
yvirkomiligur hjá vanligum
fólki, tá ræður um ferðaseðla
prísir, leggur hann aftrat.
Sum avloysari
At kalla hvørt mansbarn
kennur mannin, men eitt,
sum vit ikki vistu, nú vit
høvdu
hann
hinumegin
borðið, er, at Henrik í eini
13 ár hevur brúkt ein stóran
part av síni summarfrí um
borð á svenskum nótabát
um.
– Eg havi soleiðis loyst
av sum skipari við nótabát
um, sum serliga fiska sild í
Norðsjónum um summarið.
… Hann sigur, at talan er
um skipaeigara, sum hann
kom at kenna á ungum árum.
– Tað var einaferð, at
teimum vantaðu ein skipara
at loysa av, og síðan tá havi
eg fylgt hesum monnum.
Eitt vinarlag er soleiðis
bygt upp okkara millum
gjøgnum øll hesi ár. Hesir
menn hava góð skip, og
mær dámar sera væl at
sleppa útaftur at fiska, tá
høvið býðst, sigur Henrik
Old, sum eisini var við til
móttøkuna á Weigh Inn
hotellinum í Thurso, tá
Norrøna var á síni fyrstu
almennu ferð í Scrabster.
skipari og politikari
Henrik sær ljóst upp á nýggju rutuna hjá Norrønu, nú vit hava eitt munandi betri skip enn áður til hesa sigling. - Eg vóni, at hetta bara er byrjanin, sigur hann
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta er nýggja útgávan
av nótaskipinum Lunar
Bow, ið er sama skipanavn,
sum í síni tíð knýtti saman
skotska familju í Peterhead
og føroyingar
Grønlendsk børn svølta
Í Grønlandi er komið undan kavi, at fleiri børn fara svong til
songar. Hetta kemur eftir at ein genta hevur sagt, at hon letur
síni yngri systkin eta áðrenn hana, og so er tað ikki altíð, at
matur er í avlopið til hennara. Somuleiðis hevur ein
smádrongur avdúkað, at hann má fara úr skúlanum fyri at
skaffa mat til familju sína. Hetta hevur danski
mannafrøðingurin, Sissel Lea Nielsen, eisini staðfest í einari
kanning saman við MIPI Videnscenter.
Ny Alliance fingið vallista
Danska innlendismálaráðið hevur góðkent nýggja flokkin hjá
Naser Khader, Ny Alliance. Flokkurin hevur valt at stilla upp
undir valbókstavinum Y. Hetta fortelur ein av floksstovnarunum,
Gitte Seeberg. Hetta er fyrstu ferð síðan í 70’unum, at ein
danskur flokkur hevur bókstavin Y. Tá var tað
Venstresocialisterne, ið teknaðu seg undir bókstavinum. Ny
Alliance varð sett á stovn 7. mei í ár.