Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 123 - 29. juni 2007 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænas- tan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum frá 1. september 2007 Fólk við útbúgving sum heilsurøktari hava eisini møguleika at søkja. Vit søknast eftir eini eldsál, ið: • Hevur hug og hegni at veita røkt og umsorgan til húsfólk okkara • Vil viðvirka til góðskumenning av veittum tænastum • Tekur undir við visjónini um at skapa eitt heimligt og lívligt umhvørvi • Hevur hug og hegni at samstarva við ymiskar fakbólkar Vit kunnu bjóðað: • góðar arbeiðsumstøður í nýggjum heimi • eitt spennandi og mennandi starv, har arbeitt verður tvørfakligt • eitt starv við nógvum avbjóðingum • eitt starv í einum øki, sum er í støðugari menning Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi fakfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til virkandi deildarleiðaran á Mørkini, Kristbjørg Toftegaard, á telefon 471050 ella 214570. Umsókn stílast til: Røktarheimið á Mørkini Neystavegur 435 Streymnes Att: Kristbjørg Toftegaard Umsóknarfreist: 20. juli 2007 Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimatænastuni Vágar/ Norðstreymoy. Fyrstu húsfólkini fl uttu inn í mai 2006. Á Mørkini eru 26 búpláss og 6 umlættingarpláss. Heimið er býtt út í 4 húskir við 8 húsfólkum í hvørjum húski. Aðalsetningurin fyri heimið er at skapa eitt heimligt og livandi umhvørvi, har trivnaður og sjálvsavgerðarrættur hins einstaka er í hásæti. Sjúkrarøktarfrøðingur til Røktarheimið á Mørkini Starvslýsing Les meira á www.naerverk.fo / leys størv Trivnaðartænastan Lýst verður eftir fólki til avbjóðandi starv á Norðurøkinum at byrja 1. august ella skjótast til ber. Vit vænta at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum HA, HD, Cand Merc ella líknandi. Eisini vænta vit, at tú hevur góð sam­ starvsevnir, ert nærlagdur, fyrikomandi og arbeiðssamur. Hevur tú HH, skrivstovuútbúgving ella líknandi og ætlar at útbúgva teg víðari innan roknskap og grannskoðan, ert tú eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsuppgávur: • samskifti við virkir og stovnar • vitja fyritøkur • eftirlit við skatta­ og avgjaldsuppgerðum • ummæla kæru­ og dómsmál • málsviðgerð Vit bjóða: • fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði í nýggjum bygnaði, har tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina • fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri eftirútbúgvingum • flextíð Setanartreytir: Setanarøkið er Norðurøkið, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Løn­ og setanar­ viðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgv­ ing, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av­ varðandi yrkisfelag. Umsóknir: Send umsókn vid avriti av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar royndir til: Toll- og Skattstovu Føroya, Norðurøki Postboks 2151 · FO­160 Argir Stílað: Ingolf Lamhauge, økisstjóri. Umsóknarfreist: 16. juli 2007 Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Elsu Brimvík, deildarleiðara ella Ingolf Lamhauge, økisstjóra á tlf. 352600. Toll- og Skattstova Føroya Toll­ og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjar­ málaráðnum, hvørs upp­ gáva er at fyrisita toll­ og avgjalds­skattalógina og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 135 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðsskrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávika­ víst Saltangará/Klaksvík, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Norðurøkinum, har viðkomandi kemur at starvast, eru 35 starvsfólk. www.tollskatt.fo E­mail: tollskatt@tollskatt.fo Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Undirføring millum Norðskála og Oyrarbakka Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum gerð av undirføring í landsvegin, so øll ferðsla millum bygdirnar sleppur undir vegin. Plássið, har verandi undirføring er, kann nýtast til endamálið. Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, FO-100 Tórshavn, mikudagin 18. juli 2007 kl. 14.00. Ástaðarfundur verður mikudagin 11. juli 2007 kl. 14.00 Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá týsdegi 26. juni 2007, við at venda sær til avgreiðsluna hjá Landsverki. Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 2.000, ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik Banka. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingar- tilfarið er aftursent óskalað í sein- asta lagi eina viku eftir lisitatiónina, tað er 25. juli 2007. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. ÚTBJÓÐING Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi Undirføring millum Norðskála og Oyrarbakka, boðið út í totalentreprisu í almennari lisitatión. Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Pedagogur og reingerðarfólk til Dagstovnin Sólareygað Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini eftir einum reingerðarfólki at arbeiða 2,5 tímar um dagin at byrja skjótast tilber. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið sum reingerðarfólk verður sett sambært avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum Sólareygað, Sundsvegur 23, 100 Tórshavn í hendi seinast mikudagin 11. juli 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, tlf. 302430. Tórshavnar kommuna Leys størv lýsingar