fríggjadagur 29. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 • 29. juni 2007
oyggjaleikir 07
6
Fýra oyggjaleikafinalur
á rað hava føroysku
flogbóltskvinnurnar
vunnið 3-2 á Saaremaa
í finaluni. Gullið er
aftur málið, men
sjálvar hava kvinn-
urnar einki ímóti, um
hetta kann vinnast
yvir trý sett í finaluni
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sterkastu siðvenjuna av øllum, tá
tosað verður um føroyska oyggja
leikaluttøku, munnu flogbólts
kvinnurnar hava. Síðani leikirnir
byrjaðu í 1985 hevur flogbóltur verið
partur av føroysku umboðanini,
og hjá kvinnunum hevur úrtøkan
seinastu fýra ferðirnar verið gull eftir
finalusigur á Saaremaa. Allar fýra
ferðirnar við einum settmuni á 32.
Tí er gullið sjálvsagt mál aftur
hesaferð, tá Margit Joensen og hinar
á føroyska landsliðnum fara á vøllin.
– Sjálvandi fara vit eftir gullinum.
Tá tú hevur vunnið fýra ferðir á
rað, so vildi tað verið løgið, um vit
søgdu nakað annað, sigur Margit,
sum við fimm oyggjaleikaluttøkum
telist millum tær meira garvaðu
spælararnar á liðnum. Fýra av hesum
hevur hon altso vunnið gull, meðan
luttøka hennara í 1995 kastaði
silvurmerki av sær.
– Men vit vita ikki so nógv um hini
liðini. Væntandi er tað Saaremaa,
sum verður argasti kappingarneytin
hjá okkum, men eg rokni eisini við,
at Áland fer at blanda seg. Stóri
spurningurin er, hvussu teirra ungu
spælarar eru. Vit hava eisini nakrar,
sum eru nýggjar á liðnum, men vit
eru ikki viknaðar fyri tað.
Og verður finalan aftur fimm sett
í ár?
– Nú mugu vit fyrst koma til
finaluna. Men eg hevði nú einki havt
ímóti, um vit kundu avgjørt í trimum
settum, um vit koma somikið langt.
Tað kann væl vera, at tað er munandi
meira spennandi hjá áskoðarunum,
tá talan er um fimm sett. Men tá
verður trýstið á spælarunum sera
stórt, og so er skjótt, at onkur býtt
mistøk kunnu stinga seg upp.
Hugurin rekur
Mest sum einaráðandi støðan hjá
føroysku kvinnunum í oyggjaleikahøpi
kann kanska fáa fólk at halda, at
stuttleikin hjá spælarunum ikki
áhaldandi kann vera tann sami. Ikki
minst, tí talan í nógvum dystum
er um avgreiðsluspurningar. Men
hesum er Margit tó als ikki samd í.
– Tað er nakað heilt serligt við
leikunum. Bæði tí hetta er ein
kapping, har vit fáa nakrar góðar
dystir, men eisini tí sosiali parturin
fyllir so nógv. Hjá okkum sært tú
eisini, at vit eru fleiri, sum hava verið
við liðnum í nógv ár. Men eg haldi, at
vit allar hava sama viljan, tá vit fara
út á vøllin. Fyri mítt viðkomandi sigi
eg altíð, at mín partur ikki skal liggja
eftir. Og tá hinar eisini gera tað
sama, so verður stuttleikin av sær
sjálvum munandi størri. Og tá er tað
munandi lættari at koyra á til bæði
venjing og dystir, sigur Margit.
Annika
Birgit
Elspa Sofía
Guðrið
Helga
Karin
Katrin
Margit
Ruth
Sóley
Sólgerð
Sólvá
Vónir um
trý-settara
- Sjálvandi fara vit eftir gullinum. Tá tú hevur vunnið fýra ferðir á rað, so vildi tað verið løgið, um vit søgdu nakað annað, sigur Margit Joensen
Savnsmynd: Jens Kr. Vang
Eingin yvir og eingin við síðuna. Tað tykist vera niðurlagið hjá flogbóltskvinnunum, sum á Rhodos fara eftir fimta
gullmerkinum á rað
Savnsmynd: Jens Kr. Vang