fríggjadagur 29. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 123 - 29. juni 2007
- Vit hava brúkt
hundraðtals milliónir
upp á Sandoy, og
tað er rætt at gagn-
nýta tær, áðrenn
undirsjóvartunnil
verður gjørdur, held-
ur Annita á Fríðr-
iksmørk, løgtings-
limur
UndirsjóvartUnnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
-Tað er ikki rætt at gera und-
irsjóvartunnil í Sandoy nú.
Annita á Fríðriksmørk
dregur somu línu sum lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um í spurninginum um
undirsjóvartunnil.
- Vit hava akkurát brúkt
hundraðtals milliónir til
ferjulegur og nýggja ferju
og eg haldi, at tað er rætt, at
vit gagnnýta tær íløgurnar í
nøkur ár, áðrenn vit fara at
hugsa um at brúka eina lítla
milliard afturat upp á Sand-
oynna, bara tí, at eitt nýtt
hugskot er fostrað um ein
tunnil.
- Tí tekur hon fult undir
við, at aðrar íløgur í gransk-
ing, eldrarøkt, heilsuverk,
skúlaverk og gransking,
verða raðfestar hægri.
- Á nógvum av hesum
økjum er støðan heilt van-
lukkulig og tí eigur Sand-
oyartunnilin avgjørt at fara
aftur um. Hann fer at binda
nógvar pengar í fleiri ár og
fer sostatt at taka pening frá
øðrum alneyðugum íløgum
og tað eiga vit hvørki at
hava ráð, ella samvitsku til.
Sjálvandi skulu vit hava
útjaðarapolitikk, men tað
skal vera eitt mark og tað
má ikki ganga útyvir alneyð-
ugar íløgur í onnur málsøki.
Men merkir hetta, at kem-
ur Tjóðveldisflokkurin í
samgongu eftir næsta løg-
tingsval um eitt hálvt ár, so
verður
Sandoyartunnilin
útsettur?
- Tað veit eg ikki um eg
fái heimild til at forða fyri,
men hann eigur avgjørt at
fara langt afturum. Serliga
tí at ferðasambandið til og
úr Sandoy er raðfest so
frammaliga seinastu árini,
er tað ábyrgdarleyst at fara
undir undirsjóvartunnil nú.
Men nú er ein grundgev-
ing fyri at bíða við tunlinum,
at búskapurin er ov heitur.
Hvat so við Skálafjarðar-
tunlinum?
- Hvat hitanum í búskap-
inum viðvíkur, er støðan
tann sama. Men nú skal
hann fíggja seg sjálvan, tó
at eg ikki haldi, at hann er
so alneyðugur heldur, sigur
Annita á Fríðriksmørk.
Ábyrgdarleyst at gera
undirsjóvartunnil í Sandoy
Vil Tjóðveldisflokk-
urin reka løgtings-
mannin, Páll á Reyna-
túgvu, úr flokkinum,
skulu ávísir tinglimir
í flokkinum bara
halda fram við mót-
støðuni ímóti undir-
sjóvartunlinum í
Sandoy
UndirsjóvartUnnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Er ætlanin at reka meg úr
Tjóðveldisflokkinum, skulu
tey bara halda fram at
syngja hasa vísuna.
Páll á Reynatúgvu, løg-
tingsmaður fyri Tjóðveldis-
flokkin í Sandoy, er alt ann-
að enn nøgdur við sínar
floksfelagar í Tjóðveldis-
flokkinum.
Tað er spurningurin um
undirsjóvartunnilin í Sand-
oynna, sum elvir til so stóra
misnøgd
hjá
tingmann-
inum.
Tveir av politikarunum,
sum nú alment hava boðað
frá, at tey halda, at tað er
rætt
at
raðfesta
aðrar
útbyggingar
fram
um
Sandoyartunnilin, eru tey
bæði tjóðveldisfólkini, Tór-
bjørn Jacobsen, næstformað-
ur í Tjóðveldisflokkinum
Hetta er Páll á Reynatúgvu
ógvuliga misnøgdur við.
- Annita á Fríðriksmørk
hevur sagt sína meining
fyrr og Tórbjørn Jacobsen
taki eg ikki so tungt, tí hann
hevur sagt so mangt
Men Páll á Reynatúgvu
hevur fyrr boðað frá, at hann
hevur verið so ónøgdur við
politikkin hjá Tjóðveldis-
flokkinum, at hann umhugs-
aði ikki at stilla uppaftur.
Tað tók hann kortini
avgerð um at gera
Men hann er nú so
misnøgdur við útsøgnirnar
hjá
floksfeløgunum
um
Sandoyartunnilin, at hann
sigur, at hetta kann føra til,
at hann verður kroystur úr
Tjóðveldisflokkinum.
- Vilja tey hava onkrar
góðar orsøkir til at reka
meg úr Tjóðveldisflokkin-
um, skulu tey bara halda
fram við mótstøðuni ímóti
Sandoyartunlinum,
stað-
festir hann.
Men Páll á Reynatúgvu
væntar ikki, at stuðulin frá
flokkinum til Sandoyartunn-
ilin verður ein trupulleiki.
Hann vísir á, at flokkurin
hevur samtykt á fundi at
stuðla ætlanini. Flokkurin
hevði tað eisini beinleiðis í
valskránni uppundir sein-
asta løgtingsval.
- Hetta er tað, sum er
avgjørt í flokkinum og tað
haldi eg meg til og mær vit-
andi hevur flokkurin ikki
tikið aðra støðu.
- Eisini allir aðrir flokkar
lovaðu Sandoyingum tunnil
beinanvegin. Einasti, sum
ivaðist, var Sjálvstýrisflokk-
urin.
Lætt at offra Sandoy
Sjálvur staðfestir, at undir-
sjóvartunnil er lívsneyðugur
fyri Sandoy.
- Tað, sum framvegis fær
fólk at hava álit á, at tað ber
til at búgva í Sandoy, eru
vónirnar um undirsjóvar-
tunnil. Nógvar umsóknir
um grundstykkið eru grund-
aðar á vónirnar um tunnilin
og verður ætlanin steðga
nú, fær Sandoy stórar trupul-
leikar at standa seg.
- Hetta gevur eisini møgu-
leikar fyri betri sambandi til
Suðuroy, tí skal Suðuroy
standa seg, er einasti mátin
at útvega oynni nógv betri
ferðasamband og tað kann
bara gerast umvegis Sandoy.
Hann gevur heldur ikki
nógv fyri, at búskapurin er
so heitur, at undirsjóvar-
tunnilin eigur at útsetast.
- Tað eru ikki íløgur í
Sandoy, sum hava fingið
búskapin at gløða, tí har er
als onki bygt út hesi seinastu
árini.
Hann heldur eisini at tað
er ov bíligt at siga, at ein
Sandoyartunnil bindur so
nógvan pening, at tað verða
ikki ráð til aðrar íløgur í
samfelagið, eitt nú í skúlar,
gransking,
eldrarøkt
og
heilsumál.
- Hetta eru bíligar og sjálv-
sóknar grundgevingar hjá
politikarum, sum sita í mið-
staðarøkinum og onki hava
at hugsa um og sum floyta á
útjaðaran. Men Sandoy er
eitt lítið og veikt øki og tað
er so vælsignað lætt at offra
tað fyri at tekkjast fólki í
miðstaðarøkinum.
- Sandoyartunnilin kostar
60 milliónir um árið í eini
10-12 ár og tað kann ikki
vera hetta, sum skal forða
fyri øllum øðrum útbygging-
um.
- Hetta er ikki rætt, tí í
longdini skal tunnilin mót-
roknast tí, sum Teistin og
Smyril kosta í rakstri og tá
verður tað ein vinningur
fyri samfelagið.
- Sat eg við fíggjarlógini,
skuldi eg í eini handavending
funnið pening til Sandoyar-
tunnilin, samstundis sum
onnur øki verða bygd út.
Í høvdinum kemur hann
ikki í tankar um nakað beint
nú, men hann vísur á, at 60
milliónir er ikki meiri enn
tað, sum landskassin hevur
latið í skattalætta.
Skumpa Páll á Reynatúgvu
úr Tjóðveldisflokkinum
Annitu á Fríðriksmørk havi eg hoyrt fyrr og Tórbjørn Jacobsen taki eg ikki so tungt, sigur Páll á
Reynatúgvu, sum kortini er alt annað enn nøgdur við framferðina hjá sínum floksfeløgum