Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 • 29. juni 2007 oyggjaleikir 07 7 Hvat ger Tryggingarfelagið Føroyar ...á Rhodos? Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Boðini vóru greið, tá menninir fóru undir flogbóltskappingina á Hetlandi fyri tveimum árum síðani. Við eini manning, sum á pappírinum var sterkari, enn hon nakran tíð hevði verið, skuldi gullið sláast heim. Men tað gekk bara ikki. Spælið hjá liðnum kom ongan tíð í hæddina, og tá talan í hálvfinaluni gjørdist um tap fyri Bermuda, var føroyska luttøkan av. Fokus skal á spælið Málið er ikki nakað minni, nú oyggjaleikir aftur standa á skránni. Men tosið frá spælarunum tykist hesa ferð venda meira móti sær sjálvum. – Vit vita, at vit á pappírinum hava eitt sterkt lið. Og so verður tað upp til okkum at prógva, at vit eisini megna at spæla sum eitt sterkt lið, sigur Rúni Weihe, sum er ein av lyklaspælarunum hjá Føroyum. – Fyrst og fremst, so eiga vit at seta fokus á at finna loysnir, tá tað gongur ímóti. Tað vita vit jú, at tað fer at gera í onkrum dystum, og so skulu vit bara ansa eftir, so vit ikki gerast alt ov frustreraðir. Tað kostaði okkum sera dýrt í Hetlandi. Ikki minst í hálvfinaluni, har vit bara høvdu okkum sjálvum at takka fyri tapið. Kenna mótstøðuna Liðið, sum Føroyar fyrst og fremst skulu vinna á, um ætlanin er at fáa gullmerki um hálsin, er Saaremaa. Rúni sigur, at verjandi meistararnir aftur í ár hava eitt sera sterkt lið. – Álendingarnir hava eisini havt heilt sterkt lið okkurt árið, men tað tykist, sum eru teir viknaðir nakað seinnu árini. Og so eru tað sjálvandi eisini Bermuda, men á pappírinum eiga vit í øllum førum at vinna á teimum. Men tað er altso ikki á pappírinum, at dystirnir verða spældir. Og tað er fremsti lærusetingurin hjá okkum, sigur Rúni. Mugu pakka áðrenn finaluna Koma føroysku landsliðini í flogbóltsfinaluna í flogbóltsfinaluna á oyggjleikum, so verður tað um hár gjørt hjá spælarunum, tá tey skulu ferðast heim. Um broytingar verða gjørdar, kemur hetta helst væl við hjá spælarunum, men fyribils ferðaskráin hevur sett bæði flogbóltslandsliðini á fyrsta flogfarið heim til Føroya. Tað vil siga fríggjakvøldið, tá flogbóltsfinalurnar eisini standa á skránni. Vónandi verður hetta tó broytt. Tí tað kann verða eitt sindur óheppið, um spælararnir skulu hugsa um at fáa alt viðføri við í kuffertini, heldur enn at hugsa um komandi mótstøðuna. -mørk Høvdið skal sita rætt Frustratiónir og øsingar kostaðu dýrt, tá føroyska manslandsliðið í flogbólti tapti hálvfinaluni fyri tveimum árum síðani. Og tað er fyrst og fremst hetta, sum nú skal rættast Føroyska liðið nýtti nógvar kreftir til alt annað enn flogbólt, tá teir fyri tveimum árum síðani taptu hálvfinaluna móti Bermuda Savnsmynd:Jens Kr. Vang