Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 125 - 3. juli 2007 tíðindi Nógvir hava bardagarnir verið um jørð og land. Í kvøld stendur slagið um Gerðabø, og orrustan fer fram í býráðshøllini í Klaksvík GERÐABØUR Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Fyri góðum árið síðani samtykti Klaksvík­ ar Býráð, at Føroya Keypsamtøka skuldi sleppa at byggja handil á einum stykki av Gerðabø. Hetta var tó treytað av, at býar­ ætlanin varð broytt, tí Gerðabøur var tá oyramerktur til alment endamál. Í oktober 2006 skipaði býráðið og tekniska nevnd fyri borgarafundi í KÍ høll­ ini, har upp í móti 1000 fólk komu at lurta og verða hoyrd. Býráði legði eina endur­ skoðaða býarætlan fram, har millum ann­ að Gerðabøur var umlagdur, soleiðis at ein partur kundi brúkast til handilsbygg­ ing. Í Februar í ár samtykti býráðið endur­ skoðaðu býarætlanina í eini fyrstu viðgerð. Hetta hóast ein meiriluti í byggi­ og býarskipanarnevndini mælti til at varð­ veita Gerðabø til alment endamál, inntil ein heildarloysn var funnin. Síðani lá býarætlanin frammi til hoyr­ ingar. Kjakið, sum byrjaði á borgarafundi­ Dansinátt í Norðurlandahúsinum Í fleiri ár hava Sláið Ring og Norðurlandahúsið skipað fyri eini dansinátt við føroyskum dansi. Í ár verður Dansináttin fríggjakvøldið 6. juli klokkan 22.00. Undanfarin ár hevur Dansináttin verið eitt leygarkvøld, og var tað eisini ætlanin í ár. Dagurin var settur til 7. juli, men 7. juli í ár er ein serligur dagur, tí hann kann eisini skrivast sum 07.07.07. Hetta hevur ført við sær, at fleiri hava gjørt av at giftast og halda brúdleyp henda dag, og tað førir so til, at fleiri av kvøðarunum verða upptiknir við brúðardansi. Tí er tað, at dansináttin er flutt til fríggjakvøldið 6. juli kl. 22.00. Dansináttin er besta dansikvøld á summrinum, og vænta fyrireikararnir væl av fólki. Dansináttin er almenn og eru øll hjartaliga vælkominum at leggja leiðina framvið Norðurlandahúsinum. Koyrdi í rullistóli á motorvegnum Seinnapartin í gjár fingu fleiri bilførarar í Norra ein sannan hvøkk, tá ið tey sóu ein gamlan mann koyra í koyristóli sínum á einum motorvegi. Løgreglan í Rogaland fekk næstan hálvthundrað fráboðarnir um vilsta mannin. Tað eydnaðist løgregluni at steðga manninum, og tá ið teir spurdu hann hvat hann var í holt við, anaði hann ikki hvar hann var staddur. Tað eydnaðist tó at fáa úr honum, at hann var 93 ára gamal. Í kvøld stendur sla - Vit mæltu frá at gera Gerðabø til handilsøki í samband við fyrstu viðgerð, og tað gera vit framvegis, sigur formaðurin í Byggi- og Býarskipanar- nevndini, Jákup Mikkelsen. GERÐABØUR Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Fríggjakvøldið viðgjørdi Byggi­ og Býarskipanar­ nevndin í Klaksvíkar Býráð innkomnu klagurnar og viðmerkingarnar til endur­ skoðaðu býarætlanina. Bert tríggir av fimm limum kundu koma, og ein meiri­ luti, Jákup Mikkelsen og Gunvá við Keldu, bæði úr Fólkaflokkinum, mæltu til, at leggja øki niðan fyri Oyraveg um til grønt øki, meðan øki oman fyri vegin skal setast av til alment endamál. Hetta tilmæli er eitt sind­ ur meir víðgongt enn upp­ skotið, sum meirilutin mælti til í samband við fyrstu viðgerð. Jákup Mikkelsen sigur, at fyrra tilmælið var ein roynd at finna neyðsemju, sum ein meiriluti kundi takað undir við. Hetta tilmæli var tó havnað av einum meiri­ luta í býráðnum, so hví heldur formaðurin í byggi­ og býarskipanarnevndini, at eitt meira víðgongt upp­ skot, har niðari Gerðabøur verður grønt øki, hevur nakran møguleika hesu ferð? ­ Vit síggja ein møguleika fyri, at ein meiriluti er fyri at lata niðaru helvtina vera grøna. Hesin møguleiki var ikki til staðar við fyrstu við­ gerð. Við at leggja tað um til grønt øki, forða vit fyri, at øki verður oyðilagt, sam­ stundis sum vit lata upp fyri einari nýggjari heildarloysn, sigur varðaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen. Sambært Jákupi Mikkel­ sen verða á leið 300 grund­ stykkir og íbúðir tøk undir Fossum innan heilt stutta tíð. Tørvurin á privatum grundstykkjum er tí nøktað­ ur, og samstundis metir Ják­ up Mikkelsen ikki, at Gerða­ bøur er einasta møguliga øki, sum kommunan kann bjóða Føroya Keypsam­ tøku. ­ Sambært endurskoðaðu býarætlanini skal øki oman fyri vegin vera grønt. Men eg meti, at tað hevur størri týdning, at niðara helvt verður varðveitt sum grønt øki. Niðara øki hongur sam­ an við parkini úti í Grøv, tað er har fólk ganga túrar, og tað er hetta øki, sum sæst best bæði úr býnum, og tá fólk koma til Klaks­ víkar. Formaðurin í byggi­ og býarskipanarnevndini sigur, at hann fleiri ferðir hevur nevnt møguleikan, at Før­ oya Keypsamtøka keypir gamla strandferðslubygn­ ingin, sum Brandstøðin nú fyribils húsast í. ­ Eg havi skilt, at Føroya Keypsamtøka hevur spurt um møguleikan at keypa hesi húsini, men borgar­ stjórin hevur ongantíð nevnt hetta sum eina møguliga loysn, sigur Jákup Mikkel­ sen. Byggi- og býarsk mælir til grønt ø Minnilutin í Byggi- og Býarskipanar- nevndini, Eyðgunn Samuelsen, heldur fast í leistin, sum var lagdur við endurskoðaðu býarætlanini. Hon heldur ikki, at býráðið kann loyva sær annað GERÐABØUR Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo ­ Málið um Føroya Keyp­ samtøku kann ikki halda áfram at standa óloyst, sigur Eyðgunn Samuelsen, limur í Javnaðarflokkinum og partur av anstøðuni í Klaks­ víkar Býráð. Sambært Eyðgunn Sam­ uelsen er tað býráðsleiðslan, sum hevur bjóðað Keypsam­ tøkuni øki í Gerðabø. Og hetta varð síðani samtykt á býráðsfundi. ­ Eg skilji væl stríðið millum menning og varð­ veitslu. Eg havi sum so ikki nakað ímóti, at tey fingu bjóðað eitt annað øki. Men tá nú býráðsleiðslan endi­ liga hevur funnið eina loysn, havi eg valt at bakka upp um hana, sigur Eyð­ gunn Samuelsen. Eyðgunn Samuelsen er limur í Byggi­ og Býar­ skipanarnevndini, men hon var ikki samd við meiriluta­ num, sum mælti til at forða Keypsamtøkuni at byggja handil á Gerðabø. Jákup Mikkelsen og Gun­ vá við Keldu eru við í býráðssamgonguni, men tey eru ímóti loysnini hjá borgarstjóranum. Rani Nolsoe, partamaður hjá borgarstjóranum, situr eis­ ini í Byggi­ og býarskipanar­ nevndini. Hann var burtur­ staddur í samband við fund­ in, men er eisini ímóti býar­ ætlanini. Eyðgunn Samuelsen sig­ ur, at kommunumál mugu loysast frá mál til mál, og hon ynskir at samarbeiða um at finna konstruktivar loysnir. ­ Keypsamtøkan hevur verið við sviðið soð í so mong ár, meðan loysnir eru funnar fyri aðrar handils­ fyritøkur. Tí kann kommun­ an ikki loyva sær annað enn at loysa trupuleikan nú, heldur Eyðgunn Samuelsen, sum eisini kennir seg vísan í, at Keypsamtøkan fer at byggja ein handil, sum passar til umhvørvið. Sambært endurskoðaðu býarætlanini skal øki við síðuna av nýggja økinum hjá Keypsamtøkuni brúkast til alment endamál. Eygunn Samuelsen sigur, at her hevur serliga verið hugsað um skúlar og skúlaheim, sum hóska til hetta øki, sum liggur nær við Tekniska Skúla í Klaksvík. ­ Og í einum stórum saml­ aðum skúlaøki, er tað ikki ópassandi eisini at hava ein handil, sigur Eygunn Samuelsen, sum í málinum um Gerðabø stuðlar borgar­ stjóranum, men er minniluti í Byggi­ og Býarskipanar­ nevndini. Býráðið skal halda sítt lyfti til Keyp- samtøkuna - Keypsamtøkan hevur verið við sviðið soð í so mong ár, tí kann kommunan ikki loyva sær annað enn at loysa trupuleikan nú, heldur Eyðgunn Samuelsen, sum heldur fast um ætlaðu broytingarnar í býarætlanini Mynd: Sunva Lassen