týsdagur 3. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 125 - 3. juli 2007
num, helt áfram, nøkur sýndu sína nøgd
ella ónøgd í greinum, lesarabrøvum og
kjaktorgum, og nøkur sendu viðmerkingar
inn til býráði.
23. Juni var hoyringsfreistin úti, og
byggi- og býarskipanarnevndin gjøgnum
gekk viðmerkingarnar og kom við einum
tilmæli til býráðið. Ein meiriluti mælti til,
at niðara helvt av Gerðabøi verður grønt
øki, og ovara helvt verður sett av til
alment endamál, meðan ein minniluti helt
fast í uppskotið hjá býráðnum, har Føroya
Keypsamtøka fær loyvi at byggja á ein
part av økinum.
Í kvøld kemur málið so til aðru viðgerð.
Til fyrstu viðgerð fylgdi býráði ikki til
mælinum frá meirilutanum í byggi- og
býarskipanarnevndini, og tað er als ikki
givið, at tey gera tað hesu ferð heldur.
Men onkrar flytingar eru. Ein limur í
tjóðveldisflokkinum, sum síðst gekk inn
fyri býaræltanini, tí hon innihelt partvísa
friðing, er nú opin fyri øðrum loysnum.
Ein limur í fólkaflokkinum er í orlov, og
avloysarin hevur enn ikki tikið støðu til
málið. Og ein limir í sambandsflokkinum
er burturstaddur, og, sum Sosialurin skil
ur, so er ongin avloysari fyri hendan.
Slagið um Gerðabø er tí ikki avgjørt,
fyrr enn síðsta stemma er givin í kvøld.
Býráðsfundurin byrjar klokkan hálvgum
seks, og ikki ber til at siga, hvussu leingi
orrustan varðar.
Tvey deyð í Rolling
Stones-konsert
Hóskvøldið mistu tveir arbeiðarar lívið, tá ið teir
vóru í holt við at taka ein pall niður eftir
vælkenda rokkbandið, Rolling Stones. Ein stórur
partur av pallinum rapaði brádliga, og hetta
viðførdi, at tríggir mans fullu úr 10 metra hædd,
meðan ein fjórði á jørðini varð raktur av rapandi
tilfarinum. Tveir lótu lív, meðan hinir báðir vórðu
álvarsliga særdir.
Leivur Thomsen Trio á Bryggen
Fríggjakvøldið 13. juli skipar Bryggen í Keypmannahavn fyri konsert við
Leivur Thomsen Trio. Trio’in telur, umframt Leiv sjálvan á guitara, Arnold
Ludvig á bassi og Rógva á Rógvu á trummum. Hesuferð hava teir fingið vitjan
av svianum Joel Wästberg, sum spælir saxofon og keyboards. Teir fara saman
at spæla verk, teir sjálvir hava komponerað. Tónleikurin bjóðar uppá nýggjar
samansetingar, spennandi stemningar og intensar improvisatiónir. Teir hava
frammanundan spælt nakrar væleydnaðar konsertir í Føroyum á Summartónum
í juni mánaða.
agið um Gerðabø
kipanarnevndin
ki
Fyri Rana Nolsøe,
býráðslim og
partamann hjá
Borgarstjóranum er
málið um Gerðabø
ein spurningur um at
forða einari stórari
vanlukku
GERÐABØUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
- Gerðabøur er eitt eina
standandi stað í Klaksvík.
Hetta øki liggur frítt frá
fjøru í haga, tað hevur sínar
fornleivdir, og hvønn dag
ganga og renna fleiri klaks
víkingar eftir gøtuni ígjøg
num hetta grøna øki út í
Grøv. Tí má tað varðveitast,
sigur Rani Nolsøe.
Rani Nolsøe hevur lagt
eitt uppskot fram um at
varðveita Gerðabø, sum
hann er, inntil ein heildar
loysn er funnin. Men hann
sigur, at um hansara uppskot
ikki verður samtykt, so er
hann opin fyri nýggja
tilmælinum hjá meiriluta
num í Byggi- og býarskip
anarnevndini.
- Uppskotið hjá meiriluta
num í Byggi- og Býar
skipanarnevndini
er
ein
munandi bati í mun til fyri
leggjandi uppskot.
- Endurskoðaða býarætl
anin letur upp fyri, at hand
ilsbygningurin á Gerðabøi
kann vera 8 hæddir høgur,
sigur Rani Nolsøe. Sambært
Rana Nolsøe er Gerðabøur
onki eindømi um manglandi
politiskt innlit í tørvin at
varðveita saman við menn
ingini. Avgerðin at varðveita
gomlu handishúsini úti í
Klaksvík var í sínari tíð
tikin av einum lítlum meiri
luta, og grøna øki á Akurs
mørk var einaferð líka við
at enda sum ein stór Shell
støð.
- Er skaðin fyrst hendur,
er ikki lætt at venda aftur.
Tí hevur tað stóran týdning,
at vit bjarga Gerðabø nú.
Ein heildarloysn má finnast,
og Føroya Keypsamtøka
má fáa eitt nøktandi tilboð,
men fyrst og fremst má
vanlukkan á Gerðabø steðg
ast, sigur Rani Nolsøe.
Rani Nolsøe hevur ikki
tikið støðu til, hvat kann
gerast, um býráðið í kvøld
samtykkir at fylgja nýggju
býarætlanini. Men hann
væntar ikki, at fólk bara
finna seg í, at ein stórur
handilsbygningur
verður
bygdur á staðnum.
- Spurningurin er um tað
yvirhøvur er lógligt fyrst at
lova eitt øki til eina ávísa
fyritøku fyri so at broyta
býarætlanina, so hon passar
til givnað lyfti. Tað er eisini
løgið, at aðrar fyritøkur
mugu finna egnar loysnir,
meðan býráðið skal loysa
plásstrupuleikarnir
hjá
Føroya Keypsamtøku, sigur
Rani Nolsøe, sum heldur at
varðveitingini av Gerðabø
má viga tyngri enn tørvurin
hjá einari einstakari fyri
tøku.
Gerðabøur má
bjargast
Borgarstjórin vil onki siga
Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra
í Klaksvíkar Kommunu, men hann ynskir ikki at siga nakað um málið áðrenn
býráðsfundin í kvøld.
- Vit síggja ein møguleika fyri at fáa ein meiriluta fyri at lata niðaru helvtina vera grøna. Hesin
møguleiki var ikki til staðar við fyrstu viðgerð, sigur varðaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen
Mynd: Sunva Lassen
- Er skaðin fyrst hendur, er ikki lætt at venda aftur. Tí hevur tað stóran týdning, at vit bjarga
Gerðabø nú, sigur Rani Nolsøe, sum er partamaður hjá borgarastjóranum, men ikki dregur somu
línu sum hann.