Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 125 - 3. juli 2007 num, helt áfram, nøkur sýndu sína nøgd ella ónøgd í greinum, lesarabrøvum og kjaktorgum, og nøkur sendu viðmerkingar inn til býráði. 23. Juni var hoyringsfreistin úti, og byggi- og býarskipanarnevndin gjøgnum- gekk viðmerkingarnar og kom við einum tilmæli til býráðið. Ein meiriluti mælti til, at niðara helvt av Gerðabøi verður grønt øki, og ovara helvt verður sett av til alment endamál, meðan ein minniluti helt fast í uppskotið hjá býráðnum, har Føroya Keypsamtøka fær loyvi at byggja á ein part av økinum. Í kvøld kemur málið so til aðru viðgerð. Til fyrstu viðgerð fylgdi býráði ikki til- mælinum frá meirilutanum í byggi- og býarskipanarnevndini, og tað er als ikki givið, at tey gera tað hesu ferð heldur. Men onkrar flytingar eru. Ein limur í tjóðveldisflokkinum, sum síðst gekk inn fyri býaræltanini, tí hon innihelt partvísa friðing, er nú opin fyri øðrum loysnum. Ein limur í fólkaflokkinum er í orlov, og avloysarin hevur enn ikki tikið støðu til málið. Og ein limir í sambandsflokkinum er burturstaddur, og, sum Sosialurin skil- ur, so er ongin avloysari fyri hendan. Slagið um Gerðabø er tí ikki avgjørt, fyrr enn síðsta stemma er givin í kvøld. Býráðsfundurin byrjar klokkan hálvgum seks, og ikki ber til at siga, hvussu leingi orrustan varðar. Tvey deyð í Rolling Stones-konsert Hóskvøldið mistu tveir arbeiðarar lívið, tá ið teir vóru í holt við at taka ein pall niður eftir vælkenda rokkbandið, Rolling Stones. Ein stórur partur av pallinum rapaði brádliga, og hetta viðførdi, at tríggir mans fullu úr 10 metra hædd, meðan ein fjórði á jørðini varð raktur av rapandi tilfarinum. Tveir lótu lív, meðan hinir báðir vórðu álvarsliga særdir. Leivur Thomsen Trio á Bryggen Fríggjakvøldið 13. juli skipar Bryggen í Keypmannahavn fyri konsert við Leivur Thomsen Trio. Trio’in telur, umframt Leiv sjálvan á guitara, Arnold Ludvig á bassi og Rógva á Rógvu á trummum. Hesuferð hava teir fingið vitjan av svianum Joel Wästberg, sum spælir saxofon og keyboards. Teir fara saman at spæla verk, teir sjálvir hava komponerað. Tónleikurin bjóðar uppá nýggjar samansetingar, spennandi stemningar og intensar improvisatiónir. Teir hava frammanundan spælt nakrar væleydnaðar konsertir í Føroyum á Summartónum í juni mánaða. agið um Gerðabø kipanarnevndin ki Fyri Rana Nolsøe, býráðslim og partamann hjá Borgarstjóranum er málið um Gerðabø ein spurningur um at forða einari stórari vanlukku GERÐABØUR Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo - Gerðabøur er eitt eina- standandi stað í Klaksvík. Hetta øki liggur frítt frá fjøru í haga, tað hevur sínar fornleivdir, og hvønn dag ganga og renna fleiri klaks- víkingar eftir gøtuni ígjøg- num hetta grøna øki út í Grøv. Tí má tað varðveitast, sigur Rani Nolsøe. Rani Nolsøe hevur lagt eitt uppskot fram um at varðveita Gerðabø, sum hann er, inntil ein heildar- loysn er funnin. Men hann sigur, at um hansara uppskot ikki verður samtykt, so er hann opin fyri nýggja tilmælinum hjá meiriluta- num í Byggi- og býarskip- anarnevndini. - Uppskotið hjá meiriluta- num í Byggi- og Býar- skipanarnevndini er ein munandi bati í mun til fyri- leggjandi uppskot. - Endurskoðaða býarætl- anin letur upp fyri, at hand- ilsbygningurin á Gerðabøi kann vera 8 hæddir høgur, sigur Rani Nolsøe. Sambært Rana Nolsøe er Gerðabøur onki eindømi um manglandi politiskt innlit í tørvin at varðveita saman við menn- ingini. Avgerðin at varðveita gomlu handishúsini úti í Klaksvík var í sínari tíð tikin av einum lítlum meiri- luta, og grøna øki á Akurs- mørk var einaferð líka við at enda sum ein stór Shell- støð. - Er skaðin fyrst hendur, er ikki lætt at venda aftur. Tí hevur tað stóran týdning, at vit bjarga Gerðabø nú. Ein heildarloysn má finnast, og Føroya Keypsamtøka má fáa eitt nøktandi tilboð, men fyrst og fremst má vanlukkan á Gerðabø steðg- ast, sigur Rani Nolsøe. Rani Nolsøe hevur ikki tikið støðu til, hvat kann gerast, um býráðið í kvøld samtykkir at fylgja nýggju býarætlanini. Men hann væntar ikki, at fólk bara finna seg í, at ein stórur handilsbygningur verður bygdur á staðnum. - Spurningurin er um tað yvirhøvur er lógligt fyrst at lova eitt øki til eina ávísa fyritøku fyri so at broyta býarætlanina, so hon passar til givnað lyfti. Tað er eisini løgið, at aðrar fyritøkur mugu finna egnar loysnir, meðan býráðið skal loysa plásstrupuleikarnir hjá Føroya Keypsamtøku, sigur Rani Nolsøe, sum heldur at varðveitingini av Gerðabø má viga tyngri enn tørvurin hjá einari einstakari fyri- tøku. Gerðabøur má bjargast Borgarstjórin vil onki siga Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra í Klaksvíkar Kommunu, men hann ynskir ikki at siga nakað um málið áðrenn býráðsfundin í kvøld. - Vit síggja ein møguleika fyri at fáa ein meiriluta fyri at lata niðaru helvtina vera grøna. Hesin møguleiki var ikki til staðar við fyrstu viðgerð, sigur varðaborgarstjórin, Jákup Mikkelsen Mynd: Sunva Lassen - Er skaðin fyrst hendur, er ikki lætt at venda aftur. Tí hevur tað stóran týdning, at vit bjarga Gerðabø nú, sigur Rani Nolsøe, sum er partamaður hjá borgarastjóranum, men ikki dregur somu línu sum hann.