Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 125 - 3. juli 2007 Rættiliga nógv fólk var komið saman at hoyra Høgna Lisberg, tá hann fór á pall á Roskilde Festivalinum í gjárkvøldið, og tey sluppu at uppliva Høgna og bólkin veruliga fáa lív í fjøldina. Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Roskilde Festivalurin er eitt ri­sa­stórt runudýki, alla­stað­ ni eru stórir hylar og tey, ið ik­ki eru í stivlum ella regn­ klæð­um eru at kroppi. Sam­ bært DMI verður veðrið tað sa­ma heilt fram til leyg­ar­ dag­in, og longu sunnudagin verð­ur aftur regn. Tí verður het­ta mest sannlíkt tann vá­tas­ti Roskilde Festivalurin nak­ran­tíð. Hóast hetta eru iva­leyst omanfyri 50.000 fólk longu komin út á kamp­ ing­øk­ið, har tey royna at stutt­lei­ka sær so væl, sum nú einaferð ber til í hesum veðr­in­um. Stóra tón­leika­øk­ i­ð letur upp hósdagin, og tá bjóð­ar festivalurin eina ta bes­tu tónleikaskránna nak­ ran­tíð. Teir fyrstu dagarnir eru mest av øllum eitt ball, har ein­ans tann eini pallurin er op­in. Pavillion Junior er ein pall­ur, har sonevnd up­com­ ing nøvn royna seg. Í gjár vó­ru seks tílík nøvn á skrán­ ni, og heiðurin at lata pallin aftur átti Høgni Lisberg. Kroka til Høgna Pavillion Junior er eitt av teim­um fáu plássunum á festi­val­øki­num, sum í løtuni er undir taki. Har kanst tú turr­skødd­ur standa og lýða á nøkur av teimum mest spenn­an­di nýggju nøvn­un­ um á tónleikapallinum í løt­ uni. Um tað var tankin, um at standa turrur eina løtu, el­la tónleikurin hjá Høgna, sum dróg tey nøkur túsund fólk­ini, ið vóru komin sam­ an í Pavillion Junior, tað kun­nu vit bert gita um, men Høg­ni fekk væl fatur í teim­ um, og í onkrum løgum sun­ gu heilt nógv við. Svingaði væl Tónleikurin hjá Høgna hev­ ur verið spældur rættiliga fitt í donskum útvarpi, og ser­li­ga lagið Just Dig hevur ver­ið nógv at hoyrt, men, at tað var so væl dámt, kom eitt sindur óvart á meg. Fólk veruliga svingaði og sang við, tá Høgni og bólk­ ur­in spældu hetta festliga kon­tri­kenda lagið. Hetta var kanska tann løtann, har Høg­ni hevði allar best fatur í áskoðarunum. Hetta hóast tað bert var næsta lagið á skrán­ ni. Tá frásøgumaðurin beyð Høgna vælkomnan á pall­in, var teltið rættiliga fult av fólki, hóast tey ikki noydd­ust at trokast Frásøgumaðurin spurdi um nakrir føroyingar vóru til staðar, og hóast nakrar hend­ur fóru upp í loft, so var stuttligt at síggja, at Høg­ni hevði savnað nógvar ferð­ir fleiri danir og út­lend­ ing­ar til konsertina enn før­ oy­ingar. Ov spakuligt Teir løgdu fyri við einum nýgg­j­um lagið, ið væntandi verð­ur á komandi fløguni hjá Høgna. Side Of The Road er arbeiðsheitið á tí. Het­ta er eitt rættiliga blue­s­ kent lag, rættiliga standard. Tað var væl spælt, og Høgni sang tað somuleiðis væl, men á onkran hátt var tað ei­si­ni rættiliga keðiligt. Fyrs­ta inntrykkið er, at het­ ta mundi vera eitt tað keði­ lig­a­­s­ta lagið, ið Høgni hev­ ur skrivað higartil. Fólk vó­ru tó rættiliga væl við. Kon­ser­tin var tó eitt sindur ó­róg­va, av fullum fólki, ið tos­aði so hart. Tíanverri hev­ur Roskilde Festivalurin sett eitt rættiliga lágt hægsta mark fyri, hvussu hart tón­ leik­ur­in kundi vera skrúv­að­ ur frá, og tí var tað rættiliga for­stýr­andi, at fólk aftarlaga tos­aði so hart í løgunum. Ljóð­mað­urin hjá Høgna, Bal­d­ur gjørdi annars eitt gott arbeiði og fekk bólkin at ljóða sera væl. Eg mátti leita mær longur fram, og har varð konsertin ikki í sama mun ávirkað av lá­gu volumini. Men í frið­ar­ lig­aru løgunum, kanska ser­ li­ga í lagnum Morning Dew var larmurin beinleiðis oyði­ legg­j­andi fyri upplivingina. Hava funnið hvør annan Millum hæddarpunktini vó­ru Prince kenda lagið Been Out Of Town, og Lei­ la, í løtum var Leila í heims­ flok­ki, og fólki var ótrúliga væl við. Eisini lagið Desert, har allur bólkurin stendur fremst á pallinum og spælir og syngir við riggaði væl. Høg­ni hevur nú havt somu mann­ing, ið nøkur ár, og tað tykist, sum teir veruliga ha­va funnið hvør annan. Het­ta gevur teimum eisini yvir­skot, ið hoyrist aftur í tón­leik­inum. Tað er stuttligt at síggja stóru spæligleðina hjá Alani Tausen og Jens L. Thom­sen, hetta smittar, og øll gerast í góðum lag av tí. Lógvabrestirnir Sum heild spældi bólkurn væl, og Høgni sang so­mu­ leið­is væl, onkra løtuna var hann tó dekan ov nasalur. Flest øll løgini riggaðu, tó var Morning Dew, sum áð­ ur­nevnt oyðilagdur av lar­ mi, men eisini Learn To Ri­de On Waves havi eg hoyrt munandi betur. Men fólk var væl við, og lagið er so fantastiska gott, at tað on­gan­tíð verður heilt galið. Het­ta var síðsta lag á skrán­ ni hjá Høgna, og lóg­va­brest­ ir­nir og rópini vóru øgilig. Høg­ni og bólkurin noyddust út aftur at spæla eykaløg. Her fall valið á Bob Dylan klas­si­ka­ran All Along The Watch­tower, ið Høgni eisini spæl­ir á fløguni Morning Dew. Tað er djarvt at spæla Dyl­an á hesum festivalinum, har amerikanska legendan ferð eftir ferð hevur vitjað. Men hetta komu teir á­líka­ væl væl frá, og kundu enda kon­sert­ina við lagnum Rise & Shine, ið á onkran hátta rigg­aði væl sum endi. Høgni setti lív í vátu festivalgestirnar Høgni spældi: Side Of The Road Just Dig Been Out Of Town Stargazers Morning Dew Desert Leila Learn To Ride On Waves Eykaløg: All Along The Watchtower Rise & Shine Allastaðni eru stór runudýki, Roskilde Festivalurin er hart raktur av ringa veðrinum í Danmark. Mynd: Niels Uni Dam Høgni Lisberg var væl upplagdur og fekk veruligt lív í vátu festival gestirnar. Jens Lisberg við nýggjari fløgu Nýggj fløga við Jens Lisberg er útkomin, og verður nú at fáa í handlum kring landið. Jens Lisberg (f.1950) er millum fólkakærastu sangarar í landinum. Sum forsangari í Tvørábólkinum Sputnik, var hann í mong ár afturvendandi at hoyra í Kvøðuljómasendingunum hjá útvarpinum. Eftir drúgvan steðg roynir hann seg nú á egnum beinum. Seks sangir eigur hann sjálvur, fimm eru kendir útlendskir og hin eini er nýggjur fosturlandssangur. Vatnflóð í Roskilde Roskilde Festivalurin hevur fingið eina ringa byrjan. Tað hevur regnað nógv í Danmark seinastu dagarnir, og hetta førir nú við sær, at perkeringsplássini á kenda festivalinum standu undir í vatni. Leiðslan á festivalinum mælir nú øllum luttakarum at taka bil við á økið, tí danskir veðurmenn siga frá nógvum regni heilt fram til leygardagin.