týsdagur 3. juli 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 125 - 3. juli 2007
Rættiliga nógv fólk
var komið saman at
hoyra Høgna Lisberg,
tá hann fór á pall á
Roskilde Festivalinum
í gjárkvøldið, og tey
sluppu at uppliva
Høgna og bólkin
veruliga fáa lív í
fjøldina.
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Roskilde Festivalurin er eitt
risastórt runudýki, allastað
ni eru stórir hylar og tey, ið
ikki eru í stivlum ella regn
klæðum eru at kroppi. Sam
bært DMI verður veðrið tað
sama heilt fram til leygar
dagin, og longu sunnudagin
verður aftur regn. Tí verður
hetta mest sannlíkt tann
vátasti Roskilde Festivalurin
nakrantíð. Hóast hetta eru
ivaleyst omanfyri 50.000
fólk longu komin út á kamp
ingøkið, har tey royna at
stuttleika sær so væl, sum
nú einaferð ber til í hesum
veðrinum. Stóra tónleikaøk
ið letur upp hósdagin, og tá
bjóðar festivalurin eina ta
bestu tónleikaskránna nak
rantíð.
Teir fyrstu dagarnir eru
mest av øllum eitt ball, har
einans tann eini pallurin er
opin. Pavillion Junior er ein
pallur, har sonevnd upcom
ing nøvn royna seg. Í gjár
vóru seks tílík nøvn á skrán
ni, og heiðurin at lata pallin
aftur átti Høgni Lisberg.
Kroka til Høgna
Pavillion Junior er eitt av
teimum fáu plássunum á
festivaløkinum, sum í løtuni
er undir taki. Har kanst tú
turrskøddur standa og lýða
á nøkur av teimum mest
spennandi nýggju nøvnun
um á tónleikapallinum í løt
uni. Um tað var tankin, um
at standa turrur eina løtu,
ella tónleikurin hjá Høgna,
sum dróg tey nøkur túsund
fólkini, ið vóru komin sam
an í Pavillion Junior, tað
kunnu vit bert gita um, men
Høgni fekk væl fatur í teim
um, og í onkrum løgum sun
gu heilt nógv við.
Svingaði væl
Tónleikurin hjá Høgna hev
ur verið spældur rættiliga
fitt í donskum útvarpi, og
serliga lagið Just Dig hevur
verið nógv at hoyrt, men, at
tað var so væl dámt, kom
eitt sindur óvart á meg.
Fólk veruliga svingaði og
sang við, tá Høgni og bólk
urin spældu hetta festliga
kontrikenda lagið. Hetta
var kanska tann løtann, har
Høgni hevði allar best fatur
í áskoðarunum. Hetta hóast
tað bert var næsta lagið á
skránni. Tá frásøgumaðurin
beyð Høgna vælkomnan á
pallin, var teltið rættiliga
fult av fólki, hóast tey ikki
noyddust at trokast
Frásøgumaðurin
spurdi
um nakrir føroyingar vóru
til staðar, og hóast nakrar
hendur fóru upp í loft, so
var stuttligt at síggja, at
Høgni hevði savnað nógvar
ferðir fleiri danir og útlend
ingar til konsertina enn før
oyingar.
Ov spakuligt
Teir løgdu fyri við einum
nýggjum lagið, ið væntandi
verður á komandi fløguni
hjá Høgna. Side Of The
Road er arbeiðsheitið á tí.
Hetta er eitt rættiliga blues
kent lag, rættiliga standard.
Tað var væl spælt, og Høgni
sang tað somuleiðis væl,
men á onkran hátt var tað
eisini
rættiliga
keðiligt.
Fyrsta inntrykkið er, at het
ta mundi vera eitt tað keði
ligasta lagið, ið Høgni hev
ur skrivað higartil. Fólk
vóru tó rættiliga væl við.
Konsertin var tó eitt sindur
órógva, av fullum fólki, ið
tosaði so hart. Tíanverri
hevur Roskilde Festivalurin
sett eitt rættiliga lágt hægsta
mark fyri, hvussu hart tón
leikurin kundi vera skrúvað
ur frá, og tí var tað rættiliga
forstýrandi, at fólk aftarlaga
tosaði so hart í løgunum.
Ljóðmaðurin hjá Høgna,
Baldur gjørdi annars eitt
gott arbeiði og fekk bólkin
at ljóða sera væl.
Eg mátti leita mær longur
fram, og har varð konsertin
ikki í sama mun ávirkað av
lágu volumini. Men í friðar
ligaru løgunum, kanska ser
liga í lagnum Morning Dew
var larmurin beinleiðis oyði
leggjandi fyri upplivingina.
Hava funnið
hvør annan
Millum
hæddarpunktini
vóru Prince kenda lagið
Been Out Of Town, og Lei
la, í løtum var Leila í heims
flokki, og fólki var ótrúliga
væl við. Eisini lagið Desert,
har allur bólkurin stendur
fremst á pallinum og spælir
og syngir við riggaði væl.
Høgni hevur nú havt somu
manning, ið nøkur ár, og
tað tykist, sum teir veruliga
hava funnið hvør annan.
Hetta gevur teimum eisini
yvirskot, ið hoyrist aftur í
tónleikinum. Tað er stuttligt
at síggja stóru spæligleðina
hjá Alani Tausen og Jens L.
Thomsen, hetta smittar, og
øll gerast í góðum lag av tí.
Lógvabrestirnir
Sum heild spældi bólkurn
væl, og Høgni sang somu
leiðis væl, onkra løtuna var
hann tó dekan ov nasalur.
Flest øll løgini riggaðu, tó
var Morning Dew, sum
áðurnevnt oyðilagdur av lar
mi, men eisini Learn To
Ride On Waves havi eg
hoyrt munandi betur. Men
fólk var væl við, og lagið er
so fantastiska gott, at tað
ongantíð verður heilt galið.
Hetta var síðsta lag á skrán
ni hjá Høgna, og lógvabrest
irnir og rópini vóru øgilig.
Høgni og bólkurin noyddust
út aftur at spæla eykaløg.
Her fall valið á Bob Dylan
klassikaran All Along The
Watchtower, ið Høgni eisini
spælir á fløguni Morning
Dew. Tað er djarvt at spæla
Dylan á hesum festivalinum,
har amerikanska legendan
ferð eftir ferð hevur vitjað.
Men hetta komu teir álíka
væl væl frá, og kundu enda
konsertina við lagnum Rise
& Shine, ið á onkran hátta
riggaði væl sum endi.
Høgni setti lív í vátu
festivalgestirnar
Høgni spældi:
Side Of The Road
Just Dig
Been Out Of Town
Stargazers
Morning Dew
Desert
Leila
Learn To Ride On Waves
Eykaløg:
All Along The Watchtower
Rise & Shine
Allastaðni eru stór runudýki, Roskilde Festivalurin er hart raktur av ringa veðrinum í Danmark.
Mynd: Niels Uni Dam
Høgni Lisberg var væl
upplagdur og fekk veruligt lív
í vátu festival gestirnar.
Jens Lisberg við nýggjari fløgu
Nýggj fløga við Jens Lisberg er útkomin, og verður nú at fáa í
handlum kring landið. Jens Lisberg (f.1950) er millum fólkakærastu
sangarar í landinum. Sum forsangari í Tvørábólkinum Sputnik, var
hann í mong ár afturvendandi at hoyra í Kvøðuljómasendingunum hjá
útvarpinum. Eftir drúgvan steðg roynir hann seg nú á egnum beinum.
Seks sangir eigur hann sjálvur, fimm eru kendir útlendskir og hin eini
er nýggjur fosturlandssangur.
Vatnflóð í Roskilde
Roskilde Festivalurin hevur fingið eina ringa
byrjan. Tað hevur regnað nógv í Danmark
seinastu dagarnir, og hetta førir nú við sær, at
perkeringsplássini á kenda festivalinum standu
undir í vatni. Leiðslan á festivalinum mælir nú
øllum luttakarum at taka bil við á økið, tí
danskir veðurmenn siga frá nógvum regni heilt
fram til leygardagin.