Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 4. juli 2007 11 Tað man verða fáur, sum ikki hevur skilt boðskapin, ið Gerhard Lognberg fegin vil hava fram í fjølmiðlu­ num, at hann er ímóti ein­ um valdømi, og at hann er klárur at slíta samgonguna um málið verður lagt fram. Løgtingsformaðurin hevur greitt og týðuliga, so seint sum í Dagur og Viku 3. juli 2007 boðað frá, at hann leggur málið fram í heyst. Tað kann sostatt hugsast, at málið verður eitt av teimum síðstu málunum Løgtingið fer at viðgera áðrenn val verður útskrivað. Gerhard hóttur við at slíta samgonguna, men tað sum so fær meg at ivast, er hví Gerhard ikki longu hevur slitið. Um Gerhard bíðar til í heyst at slíta, tá málið er lagt fram sum kanska tað síðsta málið, er Gerhard uttan vald og ávirkan. Í heyst er lítil dugur í at slíta samgong­ una, tí eftir at uppskotið, við góðari hjálp frá and­ støðuni, er atkvøtt ígjøg­ num, verður val útskrivað við nýggjari vallóg, har Føroyar er eitt valdømi. Ein undirsjóvátunnil til mín, eitt valdømi til tín Eitt annað hjartamál hjá Gerhard er sjálvsagt fast samband til Sandoynna. Eitt mál sum fleiri politikarar ivast í, íroknað samgongulimir og Lands­ stýrismaðurin í fíggjarmál­ um. Løgtingið hevur enn ikki viðgjørt málið um fast samband til Sandoynna, og slítur Gerhard samgonguna áðrenn málið er viðgjørt, so verður eingin avgerð tikin um fast samband til Sandoynna fyrr enn eftir næsta val. Um nú Sandoyartunnilin og Føroyar sum eitt val­ dømi eru tvey tey síðstu málini sum koma fyri í Løgtinginum, hvat ger Gerhard tá ? Kann tað hugsast, at tað er vegna Sandoyartunnilin, at Gerhard ikki fer at slíta ? SEV og øll starvsfólk hjá Elfelagnum hava trygdina fremst í huganum hvønn einasta dag. Tí er tað synd­ arligt at síggja, hvussu fyrr­ verandi umboðsnevndar­ formaðurin, Hans Tausen Olsen, í síni persóns­ jagstran eirindaleyst heldur fram at sáa iva um alla trygdina í SEV. Eg fari eina seinastu ferð at svara hesum manni, hóast tað kann tykjast nyttuleyst. SEV og starvsfólkini hjá Elfelagnum hava alla tíðina trygdina í hásæti, og tey arbeiða ábyrgdarfult eftir ásettu trygdarforskriftu­ num. Eg kenni tað sum mína ábyrgd at verja starvs­ fólkini og SEV ímóti reingjandi herferðini hjá Hans Tausen Olsen, fyrr­ verandi umboðsnevndar­ formanni, sum ikki tænir nøkrum endamáli. Tú um tað, um tú heldur fram við tínum ósømiliga atburði og persónsjagstran. Eg ætli mær í øllum førum ikki at brúka meira tíð og orku saman við tær í bløðunum, og tí verður hetta seinasta svarið, hóast tað helst eisini er til fánýtis. Tú setur í tínum lesara­ brævi, 25. juni 2007, 10 spurningar, sum eg við hesum í stuttum svari. Eg svari teimum við virðing fyri Elfelagnum og starvs­ fólkum tess, hóast eg havi eina greiða fatan av, at tú bert skilir tað, tú vilt skilja ­ tað, sum er í samsvari við eina mynd, sum tú ynskir er veruleikin. 1. Kostnaðurin av olju­ dálkingini í Vági? Kostnað­ urin er framvegis ikki enda­ liga uppgjørdur. Tað er rætt, at upphæddir sum 10 milliónir krónur hava verið nevndar. Streymgjaldarin hevur sjálvandi rætt at fáa hetta vita, men hann skal so sanniliga hava rættar upplýsingar, og so leingi endaliga uppgerðin ikki er liðug, so leingi fært tú ikki meg at seta endalig tøl á. Kostnaðurin verður býttur millum SEV og Trygg­ ingarfelagið Føroyar. 2. Skaðin á tangagarðin kom í 1989, og hann er ikki umvældur eftir forskriftunum? Dømi um vantandi innaneftirlit? Sum nevnt seinast kann skaðin vera komin í 1989, og tað ber ikki til at siga við vissu, hvørt eitt innaneftir­ lit kundi funnið skaðan. Vit kunnu bert gita, og eg ætli mær ikki alment at seta fram gitingar, men tí fírir tú jú ikki fyri. 3. Hvør veitti trygd fyri tanganum í Vági? SEV hevur sambært øllum for­ skriftum havt alla orsøk at meta, at tangin var í lagi. Umvælingin var framd undir leiðslu av deildar­ stjóranum fyri framleiðsl­ uni eftir ásettu forskriftu­ num. 4. Hvør hevði ábyrgdina av oljubunkringini? Svarið er tað sama sum seinast. Ein skrivlig avtala er gjørd millum oljufelagið og SEV um m.a. ábyrgdarbýtið undir bunkringum. Avtalan ásetir eisini mannagongdir, sum skulu fylgjast, og hesar vóru fylgdar út í æsir. Og lat meg so eisini endurtaka fyri tær, at ikki ein einasti dropi av olju lak út undir bunkringini. Lekin var í tanganum og ikki í bunkringarskipanini. 5.­7. Hvør hevði ábyrgd­ ina av tangagarðinum, botninum í garðinum, av ventilinum og av nøgdu­ num, sum runnu út í Vágs­ fjørð undir bunkring? Enn einaferð, einki lak út undir bunkringini. Eg kenni ikki allar teir persónar í SEV, tú jagstrar, og eg ætli mær undir ongum umstøðum at hjálpa tær í tíni almennu persónsjagstran. Tí verður svarið um ábyrgdarbýtið tað sama sum seinast. Dagliga ábyrgdin av viður­ skiftum í SEV kann eitt nú røkka frá verkmeistara, øðrum leiðarum umvegis deildarstjórar upp til stjóran og stýrið. 8. Hvussu stórar nøgdir runnu burtur? 2.508 rúm­ metrar av tungolju á 53 hitastig, vóru pumpaðir úr skipinum. Óvissan er altíð stór um slík tøl, og tað er at kalla ógjørligt at koma til nakra endaliga, sanna uppgerð. Men tað er greitt, at millum 13 og 43 rúm­ metrar runnu burtur. Av hesum endaði meginpart­ urin seinni hjá IRF, og sostatt rann bert ein lítil partur út í Vágsfjørð. Tað kunnu vit m.a. takka fólki á staðnum fyri, tí tey bóru skjótt og væl at. 9. Hvussu nógv er náttúr­ an skadd? Eins og eg vísti á í seinasta brævi, er SEV framvegis ikki rætti stovn­ urin at svara hesum spurn­ ingi. Tað eru aðrir myndug­ leikar, sum hava betri før­ leika at svara spurningi­ num. 10. Hvat kostar Kári Durhuus Elfelagnum, og hvat fekk hann í eyka sam­ sýning, tá ið meirilutin í SEV­stýrinum skuldi varp­ ast til hús? Kári Durhuus, journalistur og fjølmiðla­ og samskiftisráðgevi, hevur eina ráðgevandi fyri­ tøku, sum rágevur SEV í fjølmiðla­ og samskiftis­ spurningum, eins og fyri­ tøka hansara ráðgevur so mongum øðrum. SEV brúkar hesa fyritøku á sama hátt, sum SEV eitt nú brúkar advokatar, grann­ skoðarar, ráðgevandi verk­ frøðingar o.s.fr. Fyritøkan hjá Kára Durhuus arbeiðir eftir vanligum ráðgeva­ prísum tíma fyri tíma. Kári Durhuus hevur ongantíð fingið nakra eyka samsýning frá SEV. Eg dugi ikki rættiliga at síggja, hvat fjølmiðla­ og samskiftisráðgevin hevur við hetta málið at gera. Men eg havi hinvegin verið vitni til, hvussu illa tær hevur dámt, at Kári Durhuus á fundum í Elfelagnum hevur sett sera grundleggjandi og viðkomandi spurningar um framtíðina hjá SEV. Tað er helst orsøkin til, at hann eisini skal dragast inn í hetta málið. SEV hevur gjørt nógv burtur úr opinleikanum seinnu árini, og tað myrka­ spælið tú sipar til, kenni eg ikki. Hinvegin hevur SEV m.a. við nýggjari heimasíðu og við at seta í verk eina miðvísa samskiftis­ tilgongd, sum fjølmiðla­ og samskiftisráðgevin hevur havt um hendi, raðfest opinleikan frammarlaga. Tilgongdin byrjaði í smáum í august 2004, meðan tú vart umboðs­ nevndarformaður. Tá heitti SEV á ráðgevandi fyritøkuna hjá Kára Durhuus um at arbeiða fyri Elfelagið, og fjølmiðla­ og sam­ skiftisráðgevin kom sostatt ikki inn gjøgnum bakdyrnar. Eg fari at enda mítt almenna brævaskifti við teg her, tí tað gagnar hvørki SEV ella starvsfólkunum. Tú skalt annars vera vælkomin at støkka Fyrrverandi umboðsnevndarformaðurin sýnir syndarligan atburð Bluffar Gerhard Lognberg ? stýrisformaður í SEV Leivur Hansen Heðin D. PouLsen viðmerkingar »Fleiri bein at standa á!« Hesi orð eru ofta at hoyra millum manna. Og sjálvandi er tað tí, at vit hava so gott sum bert fiskivinnuna at líta á. Seinastu árini eru tíbetur nógv góð hugskot um alternativar vinnur komin fram. Men eg haldi, at alt ov ofta verða góð hugskot »gloymd« burtur. Her er eitt gott dømi: Fyri ikki langari tíð síðani vóru nøkur ungfólk heiðrað fyri eitt gott hugskot um at gagnnýta føroysku ullina til t.d. undirklæði í sambandið við bjargingarútgerð til skip og bátar. – Frálílkt hugskot! – Men eg hevði sæð tað fyrr. Í oktober 1993, altso fyri umleið 14 árum síðani, hjálpti eg mínum góða vinmanni Thomas Michael Smith at skriva og senda eini 12­14 brøv til øll, sum vit mettu kundu hava áhuga í hesum hugskoti, sum Thomas M. hevði fingið. Her í millum vóru brøv bæði til Føroya Løgting og Føroya Landsstýri og aðrar almennar stovnar við. Vit fingu onki svar frá nøkrum. Tíverri hava vit onki avrit av brævinum. Vit hava spurt hjá onkrum almennum stovnum, um tað kanska varð arkiverað, men til fánýtis. Komu síðan at hugsa um, at Sosialurin hevði gjørt nokk so fitt burtur úr hesum. Jú, við góðari hjálp frá starvsfólkunum á Landsbókasavninum komu vit fram á hesa greinina. Nú er at vóna, at tað ikki ganga 14 ár afturat, áðrenn nakar ger nakað við hetta, eftir okkara tykki, upplagda hugskotið. robert Mc. birnie Einar hosur, einar langar undirbuksur, ein undirtroyggja, ein hetta og einar vøttir. Alt úr føroyskari ull. Hetta eigur at vera millum føstu trygdarútgerðina til hvønn persónin í hvørjum gummibjargingarbáti, heldur Thomas Michael Smith í Havn. Hann hevur sent løgtinginum uppskot hesum viðvíkjand. Kuldin drepur Thomas Michael Smith sigur seg hava frætt, at umborð á norskum skipum og bátum er kravt við lóg, at ullint undir­ klæði skulu vera ímillum trygd­ arútgerðina í gummibjarg­ ingarbátunum, og hann heldur, at hetta átti eisini at verið kravt í Føroyum. Thomas Michael sigur, at mangan hoyrist, at tað ringasta er vera í gummibáti er kuldin. Fremsta deyðsorsøkin er, at menn eru stirdir í hel. – At pløgg úr føroyskari ull er besta verjan móti kulda kenna allir, sum í gomlum døg­ um stóðu við vaðbeinið og fílaðu. Tá komu føroysku undir­ klæðini og vøttirnar væl við, sigur Thomas Michael. Tilvirka ullina Umframt at hugsa um trygdina hjá sjófólki heldur Thomas Michal, at uppskotið hevði eisini tað endamál, at nakað fæst burtur úr ullini, sum annars verður beind burtur. Annaðhvørt tyrvd ella brend fyri ikki at tala um óskilið at blaka hana á bláman til stóran ampa fyri bæði fólk og fæ. Útflyta undirklæði Thomas Michael sigur seg rokna við, at varð ein tílík framleiðsla skipað so skilagott sum til bar, hevði ikki verið ov dýrt at hagreitt ullina og bund­ ið pløggini á einum tøtingar­ virki ella fingið samskipaðan heimaídnað í lag. – Og hvør veit, – kom gongd á hesa framleiðslu her hjá okkum, kundi hent, at aðrar siglandi tjóðir tóku upp eftir okkum og settu somu lóg í gildi. So kundu vit kanska útflutt undirklæði, sigur Thoma Michael Smith, sum vónar, at uppskot hansara fær góða undirtøku á tingi. – Umframt at hava sent uppskotið til tingið, hevur hann fyrr í summar latið Bergir Jacobsen, landsstýrismanni, tað. Thomas Michael hevur nú eisini sent eintak til eitt nú Fiskimannafelagið, Bónda­ felagið, Heimavirkið og Kvinnu­ felagið í Havn. Greinin í Sosialinum var soljóðandi: