Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Jakku: Tann stóri kalvin sum fór Vit eru nú komin til seinasta partin av frásøgnini hjá Jakku á Sundi. Hon kom eisini at snúgva seg um onnur viðurskifti, men tey hava øll meira ella minni samband við Sund og Norðradal, og hava vit tískil fingið eitt íkast til søguna hjá hesum báðum bygdum. Men fyrst meira um útróður 6. og seinasti partur Sildafiskur Eitt serligt fyribrigdi er sildafiskur. Vanliga fekst toskur ikki um summarið. Men so var tað sildafiskurin, tá ið toskurin fór eftir sildini. Leiðirnar vóru ikki so stórar. Sandingar høvdu sínar leiðir at fara eftir sildafiskinum. Tað sama høvdu vágamenn og aðrir. Havnarmenn høvdu Flesk­ íðuna norðanfyri Nólsoyarbygd og so eisini innan fyri Borðuna. Eftir sum tað vóru fáir bátar sum royndu, kundu teir fáa eitt sindur. Í Fleskíðuni var so nógv lív fyrr. Har lá allur fuglurin, svartfuglur, ritur og ternur, og nísirnar hopp­ aðu har. Toskurin tók so illa, og hann tók slett ikki sild, sum tað jú var nóg mikið av. Tað var bara onkur løta, hann kundi leypa á. Toskurin var so feitur av allari sildini, hann át. Hetta fiskarí kundi vara nógv av sumrinum, og tað var snøri ella snella, sum var reiðskapurin, ið skuldi brúkast. Agnið plagdi at vera kræklingur ella øða. Teir sum vóru ótolnir, plagdu ofta at rýma, áðrenn toskurin fór at taka. Eg minnist einaferð tá Hans Poulsen, sum var giftur við Elspu Sannu mostir míni, og eg fóru á flot. Men so var spurningurin, hvar vit skuldu fara. Vit høvdu hoyrt, at onkur nólsoyingur hevði fingið sildafisk. Vit fara so út um molan og longur út. Tá síggja vit ein bát sunnanfyri bygdina í Nólsoy. Tað nyttaði einki at fara hagar hann lá, tí tað var kanska ikki pláss fyri meira enn einum báti júst har. So tóku vit eitt ýti av Nólsoyar bygd. Vit fóru suður um Tjørnunes. Vit kastaðu har og lótu okkum dríva norður eftir. Vit føldu ikki ein fisk. Tá ið vit nærkast bátinum, tá róði hann av. Teir vildu ikki lætta um hjá okkum at finna teirra mið. Men vit høvdu tikið ýtið, og komu beint á, har báturin hevði ligið. Tað var grúliga stórur toskur, ið har fekst. Tá ið hin báturin sá, at vit høvdu rakt við, kom hann aftur. Tað skuldu helst ikki vera fleri bátar, nógv best var við bert einum báti. Stórir kalvar Tann størsti kalvi, vit hava fingið, hevur ligið um 300 pund. Summir kalvar vóru stórir. Vit avhøvdaðu teir, koyrdu teir í kassar og síðani á vektina at viga teir. Tað kundi vera so ymiskt við stødd á kalvanum frá mið til mið. Einaferð settu vit út fyri Velbastað. Vit fingu 15 kalvar, teir vigaðu um 300 pund tilsamans. So settu vit á Lambatanga norðanfyri Velbastað. Tá fingu vit tríggjar kalvar, teir vigaðu 700 pund. Tann eini kalvin var eisini sera stórur og vigaði 180 pund. Spurningurin er so, hvat er ein hampiliga góður dagur á kalvaveiði. Okkurt ár fingu vit í miðal 700 pund fyri dagin, og tað var gott. Men fekk mann 1.000 pund eftir fýra døgum, fekst tó eitt sindur burtur úr. Eg haldi, at vit fingu dupult so nógv burtur úr við at selja og hagreiða kalvan sjálvir, heldur enn at avreiða hann til eitt flakavirki. Eitt virki skal jú gjalda løn fyri hagreiðingina og skal eisini hava vinning. Hesum millumliði sluppu vit undan. Eitt merkiligt er, og tað er øll havtaskan, sum nú er at fáa. Eg havi ikki vitað um so nógva havtasku. Vit fingu onkrar havtaskur í trolini, vit tóku tær eisini, tá ikki var nógv av fiski annars. Men eg trúgvi ikki, at vit fingu nakran serligan prís fyri hana. Nú hevur havtaskan hægsta prís. Tann stóri kalvin sum fór Eina ferð merktu vit, at okkurt tungt hekk á línuni, men tað rørdist ikki. Tá ið tað kemur upp er hetta ein heilt stórur kalvi. Eg dróg so á borðið, tók í undirkjaftin á honum. Tá fór hann at bresta. Eg hevði nóg mikið við Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Í fyrsta partinum hjá Jakku varð greitt frá søguni um Sannu, fastur Jakku, sum giftist við Louis Apol úr Hollandi. Tey áttu trý børn, Eiko, Jóhannu og Jákup. Jóhanna giftist við bretska hermanninum Harry Wilson. Tey eru í Føroyum í hesum døgum. Vit hava havt eina forvitnisliga samrøðu við tey, sum kemur seinni í Sosialin Her verður vanlig lína sett. Manningin er Jakku og Dánjal Norðberg