mikudagur 4. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 • 4. juli 2007
MIÐvIkaN
16
➙
at halda, og eg fór at møðast,
men eg bleiv við. So einaferð
skrædnaði úr honum og leyst var.
Tað er annars soleiðis við kalva,
at verður drigið javnt, so fylgir
hann við upp gjøgnum sjógvin
uttan mótstøðu. Men verður
steðgað á, kann hann varnast, at
okkurt er galið, og tá kann hann
gera bart. Tá er ikki nógv at gera.
Eg skal leggja afturat, at Eigil
Hansen hjá Poul á Borð eisini
var við mær, eftir at hann legðist
uppá land av langfarasigling.
Hann var tá framvegis raskur
og var við mær í fleiri ár. Hann
var við nærum hvønn túr. Tað
einasta, sum kundi fáa hann at
geva avboð var, um tað var onkur
týdningarmikil dystur hjá HB, sum
hann ikki kundi forsøma! Hann
var óføra raskur og fittur at vera
saman við.
Eg kann skoyta uppí, at vit
fiskaðu eisini kalva til royndar
støðina. Vit løgdu presending í
skutin og fyltu hann við sjógv, og
kalvin varð so koyrdur í. Hetta
riggaði heilt væl.
Gavst at rógva út
Eina ferð mátti eg koma til tað, at
nú var tíðin komin at gevast við
vinnuligum útróðri. Eg róði við 10
mannafarinum, til eg ikki orkaði
meira. Tað var ein deiligur bátur,
men hann havi eg ikki longur.
Men eg havi tó ikki heilt slept
sjónum. Nú fari eg á flot onkran
góðan dag, tá ið eg orki saman
við onkrum, sum til dømis Dánjal
Norðberg, Hákun systkinabarnið,
Johan McDonald, Johan Restorff
og Gustav systursoninum og
øðrum.
Hummaraveiða
Á eldri árum fór eg at fiska humm
ara við rúsum. Eg var saman við
Finn Lómstein, sum áttti loyvið.
Finnur var fyrisitingarleiðari í
sjónvarpinum, men honum dámdi
sera væl at fara í bát. Vit fiskaðu
í Sundalagnum, og tað gekk
saman umtikið væl. Hetta var ein
fittlig veiða.
Onkuntíð hevur verið hugsað
um, hvørt hummari er at fáa
til havs. Men tað havi eg ikki
varnast, og fiskiroyndir hava
heldur ikki víst tað.
Finnur var ein sera dámligur
maður. Men hann gjørdist sera
sjúkur, hann doyði bert 60 ára
gamal í 2003.
Gimme – sjógvurin
var hansara lív
Eg fari at siga eitt sindur um
beiggja mín Arngrim, vanliga
kallaður Gimme, sum var eitt ár
eldri enn eg. Hann varð eisini
kendur sum útróðrarmaður.
Gimme var við Norðbúgvanum
áðrenn eg fór við, og var
hann eisini við á sildaveiðu
í Norðsjónum við honum. Eg
minnist, at fyrsta árið við
Norðbúgvanum forvann hann
2.000 kr, hetta var nógv tá.
Gimme var eitt skifti við Vestur
varða hjá Dia á Vertshúsinum.
Men so fekk hann tuberklar
í 1942 og varð innlagdur á
Sanatoriið. Her lá hann í eitt
ár. Tuberklarnir komu í ryggin,
hann mátti á einum sinni liggja
10 mánaðir út í eitt á einum
bretti. Hetta hevur verið hart.
Hann fór síðan á háskúla fyri at
koma fyri seg aftur, aftaná fór
hann skiparaskúla, har vit gingu
saman. Síðan fór hann umborð
aftur á Vesturvarða í 1945.
Seinni fór hann við snurriváð
báti hjá Dánjal Niclassen sum
royndi í Norðsjónum. Hetta var
við Vesturleið, sum seinni gjørdist
ferðamannaskip millum Havn
og Vágar, og sum mong minnast
ilt á vegna rull og sjóverk. Her
gjørdist hann eisini skipari. Í 1948
tók hann longdina. Hann var
aftur við trolarum sum skipari,
men tá brutu tuberklarnir út aftur.
Tá gavst hann at sigla og fór
at rógva út. Hetta hevði tann
fyrimun, at hann kundi arbeiða,
sum hann orkaði. Hann var eisini
kalvamaður, man annars plagdi
hann at dyrgja eftir seiði, sum
hann so seldi í Vágsbotni.
Í eini 40 ár fiskaði hann
mest seið. Zakarias Hammer
hevði einaferð eina sending í
sjónvarpinum við honum, har
Gimme greiddi frá seiðafiskiskapi
við runddorg.
Tað ráddi um at fara út, áðrenn
tað fór at lýsa á morgni, tí tá
tók seiðurim best. Tað sama var
við skýmingini. Besta veður var
ikki tað besta til seið. Seiðurin
tók best, tá ið tað var eitt sindur
sjaskut. Men var ov nógv regn,
var hetta heldur ikki gott. Tað
kundi vera rokveiða viðhvørt.
Einaferð fekk hann 2.500 pund
eitt kvøld. Annars var ein
hampilig veiða eini 4600 pund.
Tað var ymiskt, sum tað
royndist við seiði. Tá ið tað var
slakk við seiði, varð fiskað eftir
kalva um summarið.
Seiðurin var vanliga seldur í
Vágsbotni, har Gimme hevði sínar
føstu kundar. Seiður var bíligur
og góður døgurðamatur. Einir 10
seiðir kundu fáast fyri 20 krónur.
So vóru tað eisini tey, sum keyptu
í stórum til at gera knettur og
frikadellur og eisini at hanga upp
at turka.
Gimme var eisini onkuntíð við
Silver Spray hjá Herman í Hósvík
at skjóta sildrekar.
Aðrar tíðir var hann á Norð
havinum. Og tá var fiskur við lít.
Hann nevndi onkran dagin, hann
saman við tveimum dreingjum
kundi fáa 56.000 pund.
Men longu, tá ið henda
samrøðan var gjørd við Gimma
í 90unum, stúrdi hann fyri
toskinum. Hann var sannførdur
um, at garnaveiðan seinast í 60
unum hevði beint fyri honum, og
tað sum gørnini ikki høvdu gjørt,
høvdu trolararnir klárað.
Eg eri púra samdur við honum.
Gimmi doyði í 2001, men hann
segði í umrøddu sending, at
báturin var lívið hjá honum, hann
kundi ikki hugsað sær at skula
arbeitt á landi, og tað gjørdi hann
heldur ikki.
Tað kann sigast um okkum
báðar, at vit stórt onga krónu
hava forvunnið við arbeiði á landi.
Jens Reinert var
framburðsmaður
Eg fari at greiða eitt sindur frá
nøkrum av systkjunum hjá pápa
mínum. Jens hevur longu verið
umrøddur í samband við kafeina,
pápi og hann høvdu saman. Hann
flutti til Canada í nøkur ár, har
hann arbeiddi í eini skóg. Hann
fortaldi einaferð um eina næska
bjørn, sum vildi eta matin hjá
honum. Tá fór hann at steina
eftir henni. Hetta var helst býtt, tí
bjarnir eru ikki at spæla við. Jens
kom so heim aftur seinnapartin
av 30unum, hann giftist við
Juliu úr Nólsoy. Tey fingu fimm
børn, tveir dreingir og tríggjar
gentur.
Hann keypti eina trøð uppi
undir Fjalli. Hann fekk sær ein
handil, sum seinni var kendur
sum Kjøtbúðin. Men upprunaliga
var alt møguligt at selja, sum til
dømis frukt.
Eg plagdi viðhvørt at hjálpa
Jens við at skrælla fugl og annað
slíkt. Her kom nógv fólk inni, tað
var ikki bert fyri at keypa. Her
komu nógvir kendir havnarmenn
kanska mest fyri at práta. Ein
teirra var Tom Nicolajsen, sum
var kendur fyri at vera sera
stuttligur og at duga at taka til.
Eina ferð kemur kona Anthion
Degn inn og skal keypa eina peru.
Nei, sigur Jens, tað lá ikki so væl
fyri. Hann átti bert eina peru,
men hon var so bleyt, »og full
Nú er fiskurin komin uppá land. Jakku saman við abbasoninum Jákup, sum saman við mammuni býr í USA
Gimme saman við einum abbasoni