mikudagur 4. juli 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 126 - 4. juli 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Vit fingu eisini ein koss frá løgmanni,
og hann er jú ikki ein og hvør
Kvinnustafettin í svimjing
Tað er ikki bara
Gírikur gubbi, sum
dugir at svimja
í gulli. Føroyska
svimjilandsliðið
ruddar í hesum
døgum øll borð á
oyggjaleikunum á
Rhodos
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fimm gull-, eitt silvur- og
fýra bronsumerki umframt
trý nýggj oyggjaleikamet.
Tað gjørdist úrslitið av
næsta
kappingardegnum
hjá føroyska svimjilandslið-
num á oyggjaleikum. Við
hesum hava tey longu sett
nýtt met fyri føroyska svimj-
ing, sum ongan tíð áður hev-
ur vunnið fleiri enn seks
heiðursmerki heim til Før-
oya.
Tí er talan uttan nakra
samanbering annars um
besta ættarliðið av føroysk-
um svimjarum nakrantíð.
Tá tey seks heiðursmerkini
vórðu vunnin í ’89 varð
hetta rópt fyri eitt kvantum-
lop fyri føroyska svimjing,
men tað gekk striltið við at
halda fast um gongdina ta
ferðina. Í ’91 vóru vit væl
við, og í ’93 gekst eisini
heilt hampuligt, men síðani
hevur gongdin spakuliga
verið skeiva vegin.
Svimjilandsliðið á heima-
vølli í 1989 var eisini størri,
enn tað er hesaferð, men
ein somikið breiðan kvali-
tet, sum Føroyar nú hava,
hevur ikki verið til staðar
áður. Yvir at kalla alla linj-
una hava vit svimjarar, sum
blandað seg frammi í heið-
ursmerkjastríðnum, og fyri-
bils er úrslitið altso, at átta
heiðursmerki eru vunnin.
Og tá eru vit bara komin
hálva leið, skal sigast. Av
sonnum eitt nýtt kvantum
lop, nú álmanakkin er snar-
aður 18 ár fram.
Respektloysi
Seinastu nógvu árini hevur
verið tosað um, at eitt ættar-
liðsskifti skuldi gerast í
svimjingini. Men onkurs-
vegna hevur hetta ikki veru-
liga eydnast, fyrr enn sein-
astu árini.
Frágreiðingarnar til, hví
hetta hendir júst nú, kunnu
helst vera nógvar. Men nøk-
ur eyðkenni eru tó, sum tað
valla slepst undan at nevna.
Fyrst og fremst, so er tað
arbeiðið, sum er gjørt úti í
feløgunum, sum hevur upp-
alt eina veruliga elitument-
an, sum sjáldan er sædd
áður. Og í øllum førum yvir
ein so breiðan hóp. Vit hava
í dag eina rúgvu av svimj-
arum, sum ikki leggja petti
í, hvat onnur hava gjøtt
áður. Úrslitið er, at met,
sum hava fingið loyvi at
standa ónortin í alt ov nógv
ár, nú eru púrasta strikað.
Oddafiskarnir í hesum
hava uttan nakran sum helst
iva
verið
Fuglafjarðar
Svimjifelag og Tvøroyrar
Svimjifelag. Miðvíst og
støðugt eru feløgini bygd
upp, so tey í dag eru nógv
tey sterkastu feløgini, og
uttan iva eisini eru tey við
bestu venjarunum. At fugl-
firðingar so eisini hava
skapt synergi við einum
samstarvi við Gøtu og
Klaksvík hevur avgjørt ikki
gjørt teirra støðu verri. Tí
við einum depli, sum fevnir
um bestu svimjarar í norður-
partinum av landinum fæst
alt annað líka meira burtur
úr
hvørjum
einstøkum
svimjara.
Felagsnevnarin
Og at enda, so slepst heldur
ikki undan, at ein felags-
nevnari
verður
nevndur
millum gyltu ættarliðini í
1989 og 2007.
Petur Heðin á Fløttu var
ein av avgjørdu lyklapersón-
unum á føroyska landslið-
num, sum í 1989 svam seks
heiðursmerki heim. Tíðin,
sum hann og aðrir nýttu til
venjingar var til tá púrasta
óhoyrd í føroyskum høpi,
men úrslitið kom eisini, tá
gull eftir gull varð svomið
heim.
Og spyrt tú svimjikøn
fólk í føroyska ítróttarheimi-
num, hvør katalysatorurin
til anno 2007 hevur verið,
so verður Petur Heðin
nevndur í 9 av 10 førum.
Sum landsliðsvenjari í seks
ár hevur hann kanska betri
enn nakar sæð, hvørji tøk
skuldu takast í hyljunum
kring landið. Og sum venj-
ari í Fuglafirði hevur hann
bygt eina eins sterka elitu-
og
vinnaramentan,
sum
hann sjálvur var partur av.
Og at suðuroyingar so
hava gjørt tað sama við Jón
Bjarnason hevur bara økt
um
synergi’ina.
Eina
synergi, sum brádliga hóttir
við at lyfta Føroyar úr miðj-
uni í samlaðu oyl-støðuni
og heilt upp á tindarnar.
Føroyar svimja í gulli
Eru nú næst-
fremst
Góða hálið týsdagin gav Føroyum eitt ordans
lop upp eftir heiðursmerkjarøðini á oyggjaleik-
um. Føroyar eru nevnliga landið, sum liggur
næst ovast á samlaða listanum, og tað er ikki ein
støða, sum vit eru beinleiðis von við. Til sam-
metingar kann nevnast, at størsta hálið hjá Før-
oyum varð gjørt í 2001 á Man, har talan gjørdist
um 15 gullmerki. Og enn eru altso tríggir kapp-
ingardagar eftir á Rhodos.
Talvan yvir bestu londini á Rhodos sær nú
soleiðis út:
Nr Land
G
S
B
1
Jersey
14
17
8
2
Føroyar
14
9
7
3
Rhodos
11
9
8
4
Gotland
11
7
2
5
Guernsey
9
8
16
6
Cayman
5
5
1
7
Isle of Man
5
4
10
8
Bermuda
4
6
5
9
Áland
4
2
5
10 Prince Edward
3
1
6
Annan dagin á rað tóku føroysku svimjararnir báðar stafettirnar. Og tað undirstrikar kanska meira enn annað, at føroysk
svimjing veruliga hevur leitað sær á toppin aftur
Mynd: Jákup