mikudagur 4. juli 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 126 - 4. juli 2007 ]
Optimist
ar vinna
fram
Kristian Olsen
varð róptur »opti
misturin« tá hann
tordi at droyma
um 11 oylgull til
Føroyska liðið
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá føroyska mansstafettin
fór fyrst á mál týsdagin,
var hetta samstundis nýtt
met fyri Føroyar. Í teirri
løtu fór 2007 liðið fram
um úrslitini á heimavølli
í 1989, har Føroyar fingu
seks gullmerki.
Upprunaliga
vóru
almennu boðini frá svimj
arunum annars, at tey
høvdu vónir um eini
fimm gullmerki. Tað mál
ið er í øllum førum væl
og virðiliga rokkið eftir
teir báðar fyrstu kapping
ardagarnar. Men hetta
var kanska eitt mál, sum
eingin tordi at tosa hart
um.
Eg eri kanska eitt
sindur svakligur. Men eg
hevði hopað, at vit klár
aðu eini 11 gullmerki.
Og tað sær eisini út til at
halda, segði ein av før
oysku stafettmanning
ini, Kristian Olsen.
»Optimisturin hjá okk
um« var onkur av liðfe
løgunum skjótur at svara,
men við átta av slagnum
higartil, so er kanska
ikki so veruleikafjart at
droyma um, at hetta kann
verða úrtøkan.
Og Beinir Davidsen
kundu so eisini staðfesta,
at kanska var Kristian
ikki heilt svakligur kort
ini.
Talið av gullmerkjum
fer upp um hasi ellivu.
Tað verður so við vissu
besta
oyggjaleikaárið
nakrantíð hjá føroyskari
svimjing.
Kanónspurtur
Malan Bærentsen byrjaði kappingina á geil 6, tá
200 metrar skuldu svimjast í bringusvimjing.
Størsta partin av teininum líktist tað einum fjórða
plássi hjá Maluni, men seinastu 50 metrarnar kom
ferð veruliga á. Hon streyk uttan nakað hóvasták
fram á bronsumerki, og í einum sera tøttum
endaspurti vann hon seg upp á eitt flott
silvurmerki.
Bronsa til Beinir
Tá menninir svumu 50 metra frí, hevði Beinir Davidsen
næst bestu tíðina í innleiðandi umfarinum. Hetta plássið
megnaði hann tó ikki at halda, men við einum
bronsumerki traðkaði hann tó eisini upp á skammilin
gylta týsdagin á Rhodos.
Tá Elspa Mørkøre
fyrst visti, at restin av
feltinum var aftanfyri,
fóru armarnir bara at
mala
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tveir tíggjundapartar av
einum sekundi vórðu skorn
ir burtur, tá Elspa Mørkøre
setti persónligt, føroyskt og
oyggjaleikamet á 100 metra
teininunm í rygg.
At síggja til, so hevði
Elspa Mørkøre fult tamar
hald á kappingini allan veg
in.
Eg sá tær alla tíðina aft
an fyri meg, og so fóru arm
arnir bara runt – fusj, fusj,
fusj, flenti hon.
Talan var um triðju final
una og fjórða heiðursmerkið,
sum Føroyar vunnu hetta
kvøldið, og tí var skilligt, at
adrenalinið hjá svimjar
unum veruliga var komið í
kroppin.
Í øllum førum ivaðist
Elspa ikki tað allarminsta,
tá hon varð spurd, hvørt
hetta fór at verða stílurin
restina av kvøldinum.
Yes, tað verður tað. Ikki
minst verður spennandi at
vita, hvørt báðar stafettirnar
kunnu vinna gull, helt hon.
Pál Joensen heldur, at
sjálvsálit, viðrák og
góður áskoðarastuðul
eru millum høvuðs
orsøkirnar til framúr
úrslitini, sum Føroyar
hava vunnið í
svimjing
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Undan týsdegnum varð tos
að um, at Føroyar høvdu
góðan møguleika til tvey –
kanska – fýra heiðursmerki
úr gulli. Endaliga úrslitið
varð tó betri enn so við ikki
færri enn fimm úr gulli,
umframt einum silvur og
trimum bronsumerkjum.
Ein av svimjarunum, sum
aftur hesa ferð gjørdi vart
við seg, var Pál Joensen.
Og hann helt, at umframt
góða og miðvísa venjing,
so vóru eisini onnur viður
skifti, sum veruliga togaðu
svimjararnar seinasta pett
ið.
Góðu úrslitini í gjár
hava sjálvandi givið okkum
eyka sjálvsálit. Men tað, at
nógv tann størsti parturin
av áskoðarunum eru føroy
ingar, hevur sanniliga eisini
nógv at týða. Teir gera heilt
óluksáliga góðan mun. Tú
bæði sært og hoyrir tey,
meðan tú svimir, og tað er
veruliga við til at seta sein
asta trumfin á.
Báðir undir metið
200 meturin, sum Pál svam
týsdagin,
gjørdist
ein
óhugnaliga spennandi av
slagnum. Nærmasti kapp
ingarneytin, ið var av Jers
ey, svam undir gamla oyl
metið. Gamla, tí Pál júst
hevði sett nýtt met, áðrenn
næsti maðurin kom inn.
Eg sá, at eg lá nakað
frammanfyri, men spakuliga
byrjaði hann at taka meg
aftur. Men á seinastu 25
metrunum, tá helt eg meg
síggja, at eg kortini skuldi
vinna kappingina.
Umframt oyggjaleikamet,
so var talan eisini um før
oyskt met á teininum. Eitt
met, sum Pál sjálvur ikki
átti undan týsdegnum.
Størsti parturin av
áskoðarunum til
svimjikappingarnar eru
føroyingar. Og tað munar
væl, slær Pál Joensen fast
Mynd: Jákup
Mylluarmar til gullið
Áskoðararnir gera munin
Restin av feltinum hevði ongan møguleika, tá Elspa setti ferð á
Mynd: Jákup