Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 126 - 4. juli 2007 ] Myndug- leikarnir skulu sýna stuðul Løgmaður heldur, at tað er bæði rætt og náttúrligt, at almennu Føroyar eisini eru við til at stuðla fremstu ítróttarfólkum okkara Oyggjaleikir Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu heiðursmerkja­ handanina týsdagin var tað Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ið handaði heiðursmerkini. Nógv var gjørt burturúr, at sjálvasti “prime minister” hjá føroyingunum skuldi røk­ ja hetta embæti, og sjálvur heldur Jóannes eisini, at hetta var ein heiður hjá sær. ­ Tað er avgjørt ein heiður. Eg var við til leikirnar í Hetlandi fyri tveimum árum síðani, og har varð eg eisini biðin um at handa heiðursmerki. Men tað var í pistól­ skjóting, sum var mær øgiliga einkisigandi, og har heldur eingir føroy­ ingar luttóku. ­ Men hetta at sleppa at handa eina medalju í svimjing, sum er ein av okkara allar sterkastu ítróttagreinum, er mær ein stórur heiður. Og so serliga, tá tað so vóru føroysku kvinnurnar, sum skuldu hava medaljurnar. Og tað var eg øgiliga glaður fyri. Skal virðast Sum løgmaður, so er Jóannes Eidesgaard eisini verji hjá ítróttini. Og hann heldur tað vera sjálvsagt, at hann er við til at umboða Føroyar á oyggjaleikum. ­ Eg vóni, at tað at eg eri her, kann geva fyrst og fremst luttakarunum eitt tekin um, at vit sum myndugleiki taka ítróttina og oyggjaleikir í fullum álvara. At tey vita, at vit bakka tey upp og stuðla teimum í at røkka teimum góðu úrslitum, sum tey náa. So eg vil avgjørt viðmæla, at landsstýrið eisini framyvir er umboðað á oyggjaleikum. Taka vit leikirnar í ár sum dømi, so sær tað eisini út til at hjálpa? ­ Avgjørt. Nú er Jógvan á Lakjuni eisini við hesaferð, og so ella so trúgvi eg, at tað hevur eina positva ávirkan. Shaila tók hinar á bóli Shaila millum Garðarnar var á geil 2 við fimtu bestu tíðini, tá 50 metra firvaldssvimjingin hjá kvinnum var á skránni. Men longu frá byrjan prógvaði hon, at hon ætlaði sær meira enn tað. Svimjararnar á miðgeilunum fekk hon tó ikki gjørt nakað við, men restina av feltinum helt hon tó aftan fyri seg, soleiðis at talan gjørdist um bronsumerki. Best í svimjing Eingin yvir og eingin við síðuna av. Tað er støðan, tá avrikini hjá føroyska svimjilandsliðnum skulu gersat upp higartil. Føroyar eru nevnliga landið, sum hevur bjargað flestu heiðursmerkjunum úr váta elementinum. Eftir fyrstu tveir kappingardagarnar er talan soleiðis um 8 gullmerki, 2 silvurmerki og 3 bronsumerki. Kvinnustafettin hjá Føroyum tykist ikki kenna nøkur mørk. Annan dagin á rað gjørdist talan um oyggjaleikamet. Hesa ferð í blandaðu stafettini Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tær verða ikki troyttar av hvørki svimjing, gulli ella metum. ­ Nei, sjálvandi verða vit ikki tað. Tað er bara deiligt at seta met. Helst tá tað samstundis merkir, at vit hava skjótasta liðið av øllum oyggjunum. Men er sjálvt metið eisini tað, sum farið verður eftir, tá tit fara í hylin? ­ Sjálvandi vilt tú altíð vóna, at tað eydnast. Vit royna sjálvandi at rokna okkum fram til, hvussu skjótt vit kunnu svimja tað, og venjarin roynir eisini at vísa á, hvussu nær vit eru við. Og so er tað jú bara um at gera sítt besta, tá kappingarnar eru. Og tað at gullið so eisini varð handað av løgmanni í dag. Tað gjørdi kanska ikki løtuna verri? ­ Nei, avgjørt ikki. Vit fingu eisini ein koss frá løgmanni, og hann er jú ikki ein og hvør, ljóðaðu seinastu stórsmílandi orðini hetta týskvøldið í Nautical Club í Rhodos býi. Fingu muss frá løgmanni Ein kossur frá landsins hægsta manni er nú ikki at forakta, hildu Elspa, Malan, Shaila og Mona Mynd: Jákup Jutta Thomsen noyddist at svimja sítt allarbesta, tá hon vann kappingina í 800 metra frí Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Munurin niður til næsta svimjaran var nevnliga ikki meira enn trý sekund. Og við gamla metinunm hjá Juttu vildi hetta merkt, at hon vildi verið fýra sekund aftan fyri vinnaran. Sjey sekund var nevnliga tað, sum hon kvetti av gamla metinum hjá sær. Men hon viðgekk eisini, at tað var hart. Seinasta pettið av teini­ num minkaði munurin niður til næstu kvinnuna, sum var av Cayman Islands eisini nógv, men heilt javnt gjørdist ongantíð. Eisini hóast tað tað einu løtuna tóktist, sum “doyði” Jutta, tí hon hevði lagt ov hart út. ­ Ov hart vil eg ikki siga. Men tað var hart. Og eg føldi gott nokk sýruna í kroppinum til síðst, tá eg var ordiliga spønað. Men tað gekk, so eg eri væl og virðiliga nøgd, segði Jutta. Sjey sekund av metinum Jutta Thomsen byrjaði føroysku gullveitsluna. Oman á tað heila við Monu Simonsen á bronsuplássinum í 800 metra frí Mynd: Jákup