Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 126 - 4. juli 2007 ] Bogaskjúttarnir fingu fimm av seks møguligum gull, tá teir í gjár kappaðust í compound og recurve. – Dagurin eydnaðist øgiliga væl, staðfestir Schandorf Vang, bogaskjútti BOGASKJÓTING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Bogaskjúttarnir gjørdu eitt ordans hál í gjár, tá teir skaffaðu Føroyum heili seks heiðursmerki. – Vit fingu fimm av seks møguligum gull, eina silvur og eina bronsu, so tað fekk illa verið betri, helt Schan­ dorf Vang fyri eftir kapping­ ina. Hann vann sjálvur silv­ ur í compound hjá monnum, har Jógvan Niclasen vann gull við 1297 stigum. Umframt tað setti Jógvan eisini nýtt oyggjaleikamet á 90 metrum við 313 stigum. Tað metið tóktist vera spilt, tá Jógvan mánadagin bumm­ aði tríggjar teir fyrstu pílar­ nar á 70 metrum, tá hann hevði gloymt at flyta siktið. Men við framúr skjóting á næsta degnum vann hann eisini á hesum mistakinum. Sum sammeting kann nevn­ ast, at hesir pílarnir vænt­ andi kundu givið á leið 27 stig. Sigrid trý nýggj met Í somu grein hjá kvinnum gekk eisini ótrúliga væl. Sigrid Vang vann gull og setti ikki færri enn trý nýggj oyggjaleikamet í 70 metr­ um, 30 metrum og saman­ lagt eisini. Gamla meti samlað var 1267, men hetta slerdi Sigrid í gjár við 32 stigum. Jastrid Jensen endaði nummar 14 eisini í com­ pound, men kann sanniliga eisini fegnast um persónliga metti, hon setti og nú er 902. Annika nýtt føroyskt met Annika Vang hevði eisini ein serstakliga góðan dag í gjár. Hon vann gull í recurve hjá kvinnum, umframt at hon setti nýtt føroyskt met. Hetta er nú 1095 stig, so Annika bøtti um gamla metið við 50 stig­ um. Menninir í recurve vóru teir einastu, sum ikki fingu gull. Uttan heiðursmerkir fóru teir ikki heilt, tí Hans Petur Højgaard vann sær bronsu við 1141 stigum, og bert 11 stig aftanfyri hann kom Absalon Hansen, sum sostatt var rættiliga nær við bronsuplássið. Góður endaspurtur Í liðkappingini hjá com­ pound og recurve var talan um góðar endaspurtir. Áðr­ enn týsdagin var Hetland 22 stig aftanfyri Føroyar, men tá dagurin í gjár var lið­ ugur, var munurin rættiliga stórur, so Føroyar vann eina greiða gullmedalju. Í recurve var púra javnt, tá byrjað var í gjár, men eis­ ini har eydnaðist Føroyum at gera ein vørr og vinna seg frammum, soleiðis at tað eisini gjørdist til gull har. Av hinum luttakarunum gjørdist Per Holm Andersen nummar níggju í compound, og Rógvi Holm og Eirikur í Jákupsstovu ávikavist nummar 12 og 16 í re­ curve. Fimm av seks møguligum gull Úrslit: Compound kvinnur: 1. Sigrid Vang, 1299 stig 14. Sigrid Jensen, 902 stig Compound menn: 1. Jógvan Niclasen, 1297 stig 2. Schandorff Vang, 1291 stig 9. Per Holm Andersen, 1263 stig Recurce kvinnur: 1. Annika Vang, 1095 stig Recurve menn: 3. Hans Petur Højgaard, 1141 stig 4. Absalon Hansen, 1130 stig 11. Rógvi Mohr, 1075 stig 16. Eirikur í Jákupsstovu, 1038 stig Íslendingur ávegis til Brøndby Bert fáir smálutir resta í, til at Brøndby skrivar sáttmála við íslendska Stefan Gislason frá norska liðnum Lyn. Hesum váttar umboðsmaður hansara. Høgt virðismetti miðvallarin, sum áður hevur verið jagstraður av Arsenal, sigst at kosta Brøndby millum fimm og tíggju milliónir. Christian skal venja við teimum bestu Helst verður tað undir leiðslu av Sven­Gøran Ericsson, at Manchester City í dag fer undir fyrstu venjingar sínar Í enskum miðlum verður roknað fyri púrasta vist, at fyrrverandi enski landsliðsvenjarin í dag tekur við ábyrgdini av Manchester City. Og í øllum førum er tað púrasta vist, at ein av spælarunum, sum møtir til fyrstu venjingarnar, er føroyski Christian Restorff Mouritsen. Christian hevur spælt við ungdómsliðum hjá felagnum, og onkra tíð hevur hann verið kring eykaliðið. Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar, at Christian hevur fingið boð um, at hann skal møta til venjing, tá besta og næstbesta liðið hjá Manchester City fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarárið. Føroysku bogaskjúttarnir gjørdu eitt ordans hál í gjár, tá teir vunnu fimm av seks møguligum kappingum.