mikudagur 4. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 126 - 4. juli 2007 ]
Eli datt
Eli Christiansen fekk
sær ein ordans sendara,
tá landavegssúkklingin
var á skránni. Í fyrstu
atløgu hevði hann rent
á ein lítlan stein, men
tað tóktist ikki nerva
nakað, og tí súkklaði
hann víðari saman við
restini.
Í næstu undanbrekk
uni kom hann tó eftir,
at framhjólið var punk
terað, og tí ikki veruliga
kundi stýra súkkluni.
Men tá var ov seint,
sum Eli sjálvur tók til.
Eg visti tað nøkur
sekund áðrenn fallið, at
tað fór at enda galið.
Og tey sekundini eru
helst tey truplastu. Tað
einasta, sum eg kundi
gera, var at leita eftir
eini bleytari lending,
men hon var so ikki at
finna, helt hann.
Føroyski
súkklarin
slapp tó toluliga væl frá
óhappinum.
Armurin
varð kanska nakað illa
skamfílaður, men talan
var ikki um brot, og tí
var nóg mikið at reinsa
sárini og leggja bind á.
Men sjálvur roknar Eli
tó við, at hann ikki
súkklar meira á leiku
num, har tíðarkoyringin
enn er eftir.
Alt bendir á, at
føroyska súkklu
landsliðið súkklaði
seg til silvur í landa
vegskoyring. Men
mikumorgunin vóru
úrslitini framvegis
ikki tøk
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá landavegssúkklingin var
av týsdagin, høvdu Føroyar
fleiri súkklarar við í heilt
góða
endanum.
Bogi
Kristiansen kom fimtur á
mál. Gunnar DahlOlsen
varð nummar sjey og Torkil
Veyhe kom á mál á 15
plássi.
Enn eru almennu úrslitini
ikki komin út, men so vítt
føroyingar sjálvir hava talt
saman, so verður talan um
silvurmerkið til liðið. Og
tað má metast sum eitt
kanónúrslit.
Kaos
Men undan hesum hevði
reint kaos valdað í kapp
ingini. Á neutrala startinum,
har feltið fyrst rullar 4,2
kilomitrar, áðrenn kapp
ingin veruliga byrjar, stungu
tríggir súkklarar av, uttan at
hetta fekk nakrar avleið
ingar.
Hartil var eingin leiðbein
ing, fyrstu ferð súkklararnir
skuldu velja millum tveir
møguligar vegir, og tá varð
úrslitið, at helmingurin av
feltinum koyrdi skeivt.
Tá fyriskipararnir komu
eftir hesum, gjørdist neyð
ugt við umstartið. Hetta í
sjálvum sær var sjálvandi
ógvuliga frustrerandi hjá
mongu súkklarunum, men
frustratiónin bleiv til øði
lítla løtu seinni.
Dómararnir í kappingini
hildu nevnliga fast um
leiðsluna á 2,40 minuttir,
sum tjóvstarturin hevði giv
ið trimum súkklarum. Fleiri
av londunum ætlaðu sær at
rýma, tá hetta kom fram,
men millum annað við góð
um
semingsarbeiði
frá
Gunnari Dahl Olsen eydn
aðist tó at fáa nýggju kapp
ingina startaða.
Og so gekk tað mesta so
kortini, sum tað skuldi.
Tjóvstartarnir vórðu allir
koyrdir aftur, so teir ikki
endaðu í heiðursmerkjarøð
ini. Ikki óvæntað komu
fremstu
súkklararnir
av
Saaremaa, Man og Ber
muda, men altso við føroy
ingum á fleiri av næstu
plássunum.
Enn er tó ikki greitt, um
hetta gav heiðursmerki. Frá
fyriskiparunum vóru boð
ini, at nú starturin hevði
tikið somikið drúgva tíð,
vóru ikki stundir at handa
heiðursmerkini. Og miku
morgunin – hálvt samdøgur
eftir kappingarlok – vóru
framvegis eingi úrslit tøk.
Við at kalla reinari
Umanning taptu
Føroyar fyri Saaremaa
í dystinum um 9.
plássið í liðkappingini
BorðtenniS
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyar og Saaremaa hittust
eisini í fyrsta dystinum í
liðkappingini, og tá vunnu
Føroyar ein tryggan sigur.
Hesa ferð var spælt um,
hvat lið skuldi gerast numm
ar 9 ella 10, og tann dystin
vunnu estlendingarnir 52.
Tað skal tó leggjast aftur
at, at venjarin undan dysti
num hevði valt at rotera
nakað við fólkunum, og tí
var sterkasta føroyska kort
ið, Kjartan Eli Hentze, bert
við í blandaðum tvímans
leiki. Og úr einum føroysk
um sjónarhonri hevði tað
helst størstan týdning, at
tað kortini eydnaðist helst
yngsta liðnum í kappingini
at vinna tveir dystir. Og so
sjálvandi royndirnar, sum
spælararnir annars fingu.
Og so kundi tað bara stað
festast, at tað var heilt nær
við, at ungu spælararnir
eisini megnaðu at basa
Saaremaa.
Føroysku
sigrunum
syrgdu Rói Agnarsson og
Susie Midjord fyri í hvør
sínum einmansleiki.
Rói var eisini nær við at
vinna seinna einmansleikin,
men mátti tó lúta 32.
Hallur Thorsteinsson tapti
sín dyst móti Saaremaa
búgvanum 31, og báðar tví
mansleikirnar taptu okkara
fólk við 32. Susie Midjord
og Shaila Strøm vóru enntá
tá á odda 21 í settum, men
tær máttu lúta við 1210 í
seinasta og avgerandi setti
num.
Kaotisk súkklukapping
Endaðu nummar 10
Tá kappingin loksins kom ígongd,
gekk bara heilt væl. Ikki minst hjá
føroyingum, sum tykjast hava koyrt
seg til silvur í liðkappingini
Mynd: Høgni R. Øster
Liðkappingin í borðtennis er nú av. Í dag verður farið undir
kappingarnar í ein- og tvímansleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
Ronaldo svarar aftur
Cristiano Ronaldo er als ikki nøgdur við ákærurnar, sum hann fær
frá fólki. Tey vilja vera við, at hann bara gera snillingar fyri at
stuttleikar. Nú svarar Ronaldo fólkunum aftur í enska blaðnum Daily
Mirror. – Soleiðis gjørdi eg, tá ið eg var lítil og spældi fótbólt á
gøtuni. Eg helt fram at gera tað til venjing, og geri tað enn tann tað í
dag. Og tað fari eg eisini at halda fram við, sigur Cristiano Ronaldo
við Daily Mirror.
United-leikari fer til he-
imlandið
Alt bendir á, at Mikael Silvestre fer heim til Fraklands at
leika fótbólt framyvir. Tað er Bordeaux, ið gjarna vil hava
fatur á sterka verjuleikaranum. Tað er fyrrverandi
viðleikarin hjá Silvestre í United, Laurent Blanc, ið er
venjari hjá Bordeaux, og vil seta franska landsliðsleikarin á
liðið. Silvestre hevur verið nógv skaddur farna kappingarár,
men megnaði ikki at vinna sær plássið á liðnum, tá ið hann
gjørdist klárur aftur.