mikudagur 4. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 126 - 4. juli 2007 ]
FAKTA
Soleiðis kastaði Heri
Ziska diskuskast:
1. 39,02 metrar
2. kolldømt
3. 43,20 metrar
4. 42,08 metrar
5. 41,39 metrar
6. 41,92 metrar
Eftir tríggjar leikir
uttan heiðursmerki
eydnaðist tað umsíðir
at koma uppaftur
á heiðursmerkja
skammilin. Heri
Ziska fekk bronsu,
men var bara 20
centimetrar frá silvur
DISKUSKAST
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Heri Ziska var ein fegin
maður, tá hann skuldi tveita
sætta og seinasta diskin.
Hann var tá fullvísur í, at
bronsan var hansara og
hana kundi eingin taka frá
honum.
– Nú eri eg rættiliga
fegin, tað vil eg siga, smílt
ist Heri Ziska, meðan hann
bíðaði
eftir
at
fáa
bronsukrónuna um hálsin.
– Rakti eg plett hevði eg
helst kunnað farið longur
enn hasar 45 metrarnar,
sum gullið var til, men tað
gjørdi eg so ikki, staðfesti
Heri og legði so aftrat:
– Men nú eri eg glaður
kortini.
Ein disk frá silvur
Tá samanum kom vísti tað
seg, at Heri Ziska bert var
20 centimetrar frá at vinna
silvur. Hann kastaði sjálvur
43,20 metrar, meðan mað
urin frammanfyri kastaði
43,40. Tað vil siga, at í
roynd og veru var tað bara
tvørmáti á sjálvum diski
num, sum Heri Ziska var
frá silvurmedaljuni. Kortini
iðrar hann seg ikki.
– Silvur ella bronsa hjá
mær er líkamikið í hesi
løtu, tí nú fegnist eg bara
um at sleppa upp aftur á
heiðursmerkjaskammilin,
segði Heri Ziska. Veruleikin
eru jú tann, at tríggjar
undanfarnu oyggjaleikirnar
hevur
Heri
Ziska
ikki
vunnið nakað heiðursmerki
í diskuskast.
Álvarsliga skaddur
Meðan aðrir íðkarar hava
gjørt nógv burtur úr sínum
fyrireikingum til leikirnar,
hevur Heri Ziska fingið
oyðilagt ein stóran part av
hesum orsakað av einum
álvarsomum
ryggskaða,
sum hann fekk vikurnar
uppundir leikirnar.
– Eg var heilt har úti, har
eg trúði, at tað nú var liðugt
við at kasta hjá mær, so tað
var gott bara at kasta aftur,
sigur Heri Ziska, bronsu
vinnari í diskuskast.
Kappingin var annars
skipað við tíggju luttak
arum. Tað var tó bara pláss
fyri átta í finaluni, og tískil
skuldu tveir teirra sáldast
frá eftir trý tey fyrstu køst
ini. Her kom Heri trygt víð
ari. So trygt enn tá, at tað
var hansara triðja av tilsam
ans seks køstum, sum
tryggjaði honum bronsuna.
Silvurið fór fyri 43,40
metrar og gullið fyri 45,42
metrar.
So bragdaði aftur hjá Hera
Heiðursmerkjavinnarar:
1. Gemukis, Rhodos, 45,42 metrar
2. Letterlough, Cayman Islands, 43,40 metrar
3. Ziska, Føroyar, 43,20 metrar
Heri kastaði 43,20 og var bara 20 centimetrar frá
silvurmedaljuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Heri Ziska uttast til høgru
saman við hinum báðum
heiðursmerkjavinnarunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Geremi til Newcastle
Nýggi venjarin hjá Newcastle, Sam Allerdyce, hevur
rættiliga sett síni spor í norðurenska felagnum, tí longu
nú hevur hann tryggjað sær fýra nýggjar leikarar.
Seinasti nýggi leikarin í felagnum er Geremi, sum er
komin til felagið frá Chelsea. Landsliðsleikarin frá
Kamerun, sum vanliga leikar á høgra bakki, hevur ikki
kostað Newcastle nakað, tí sáttmálin við Chelsea gekk
út í summar. Hinir tríggir leikararnir, sum Allardyce
hevur keypt til Newcastle, eru Mark Viduka, Joey
Barton og David Rozehnal.
Veðrið argar Wimbledon
Í hesum døgum er stóra tenniskappingin, Wimbledon, á skránni
í London, men tað gongst einki serligt við kappingini. Longu nú
eru fleiri dystir steðgaðir orsaka av góða veðrinum, og tí verður
spælið hjá teimum nógvu leikarunum eisini ávirkað av keðiliga
veðrinum. Sum skilst á fyriskiparunum av kappingini, so er hetta
ringasta veður, sum hevur verið til eina Wimbledon kapping í
samfull 25 ár, og í løtuni er kappingin meir enn 200 dystir aftan
fyri upprunaliga skránna.