Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 126 - 4. juli 2007 ] Føroysku golf-spæl- ararnir á oyggjaleiku- num hava ikki nakrar vónir um at gera seg galdandi. Men higar til hevur so eydnast at halda seg burtur frá botninum Golf Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ikki síðani 1991 hevur golf verið partur av føroyska oyggjaleikaferðalagnum, og tí er einki forgjørt í, at Føroyar eru nakað aftan fyri flestu av hinum londu­ num. Tí er fremsta málið við lut­ tøkuni hesa ferð at gera sær kappingarroyndir, men sjálvandi verður eisini roynt at plasera seg sum best í samlaðu støðuni. Og í øllum førum eru Føroyar ikki at finna á aftasta plássinum í hesum fyri okkum so nýggju ítróttargrein. Eitt faktum, sum staðfestir, at talan hevur verið um framgongd, síðani luttøkuna í Álandi. Týsdagin varð næsta av fýra umførum spælt yvir tey 18 holini, har par er 73. At fremsti spælarin higar til liggur við samanlagt 143 sløgum sigur somikið sum tað, at tað veruliga eru heilt góðir spælarar, sum mynda oddin. Hjá føroyingunum hevur Rói H. Christiansen staðið seg best. Hann hevur higar til nýtt 185 sløg um tey tvær ferðir 18 holini og er nummar 52. Nummar 61 er Jónfinn Thomassen við 210 sløgum, meðan Ragnar Isaksen við 231 sløgum er nummar 66. Í liðkappingini eru Føroyar nummar 15 av 17 liðum. Jónfinn Thomassen er her í ferð við at sláa bóltin úr einum sandbunkara, har hann var lendur Mynd: Álvur Haraldsen Læra fyri hvørt slagið Ein heilan umgang áðrenn tað var liðugt, tveitti Bjørk Herup Olsen seg niður á breytina, tí hon helt at hon var liðug at renna teir 5000 metrarnar RENNING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Meðan hon lá og kikkaði eftir ondini á breytini, gjørdu hjálparfólk hana var­ uga við, at henni framvegis vantaði at renna ein umgang. Fyriløgst stríddi hon seg uppaftur á føtur, og rann síðani seinasta um­ gangin, áðrenn hon small saman tá hon kom um mál­ linjuna fyri seinastu ferð. Áskoðarar og eygleiðarar stóðu spyrjandi. Tað vísti seg, at Bjørk var yvirhálað av einari aðrari. Tá henda fór undir at renna seinasta umgangin, góvu hjálpar­ fólkini tekin um, at hetta var hennara síðsti túrur. Her er tað, at Bjørk helst hevur mistikið seg og hildið, at hetta eisini var galdandi fyri hana, og tískil gav hon alt hon orkaði ein umgang ov tíðliga. Lá til 19 minuttir Tað sá annars rættiliga gott út hjá Bjørk. Ein millumtíð vísti, at hon rann breytina runt við tíðini 3,45, og við tí tíðini hevði Bjørk helst komið á mál umleið teir 19 minuttirnar. Hetta er ikki hennara besta tíð, men eitt frálíkt úrslit, tá hugsað verð­ ur um hitan og øðrvísi umstøðurnar, sum eru gald­ andi á Rhodos. Men heldur enn at koma á mál við hesari tíðini, so gjørdist tíðin 19,37 hjá 15 ára gomlu havnardamuni. Hetta er meiri enn ein minutt av persónliga meti­ num hjá Bjørk, sum eisini er føroyskt met. Hetta rakk tó til eitt 11. pláss av tilsam­ ans 16 luttakarum. Fýra fullførdu ikki, meðan Bjørk var frammanfyri eina aðra, hóast hon hevði ein rúman steðg og helt seg vera lidna, tá hon manglaði at renna síðsta umgangin. Rann uttan orku Tá Bjørk kom um mállinj­ una fyri seinastu ferð, tveitti hon seg niður breytina og har bleiv hon liggjandi. Læknar og hjálparfólk fylkt­ ust rundan um hana, og løtu seinni varð hon borin av breytini og inn í ein sjúkra­ bil, sum síðani flutti hana á sjúkrahús. Har hevur Bjørk ligið undir observatión í nátt. Orsøkin er, at hon varð avmaktað eftir seinasta umgangin, tá hon hevði runnið upp á orku, sum hon í veruleikanum ikki hevði, síðani hon brúkti alt hon orkaði til næstseinasta umgangin, sum hon helt vera tann seinasta. Hóast tað sá ógvusligt út, so er støðan hjá Bjørk góð, skilst. Bjørk gavst ov tíðliga Bjørk Herup Olsen tveitir seg fyriløgst niður, men vantar at renna ein umgang. Í bakgrundini síggja vit eygleiðara, sum stendur spyrjandi og undrast, hví Bjørk steðgaði Mynd: Álvur Haraldsen Landsliðsmálverji til Valencia Spanska Valencia hevur tryggjað sær Timo Hildebrand ókeypis. Sáttmálin hjá týska landsliðsmálverjanum gekk út við týska meistarfelagið Stuttgart, og so kundi Hildebrand leita sær til Spania uttan ein semingsprís millum feløgini bæði. 37 ára gamli Santiago Canizares kann nú fyri fyrstu ferð í nógv ár síggja ein avgjørdan kappingarneyta á málmansplássinum. Torres til Liverpool Leingi hevur Fernando Torres, at hann undir ongum umstøðum fer at venda Atletico Madrid bakið. Hetta hevur hann tó gjørt, nú hann hevur skrivað undir sáttmála við enska Liverpool. Liverpool mátti av við 270 mió. kr. fyri 23 ára gamla stjørnuáleyparan, sum hevur fingið ein seks ára sáttmála við felagið úr Merseyside. Torres gerst harvið dýrasti leikari hjá felagnum undir leiðslu av Rafael Benitez.