Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 126 - 4. juli 2007 ] Fingu glið á Hóast talan ikki gjørdist um ætlaða brakið, so var lagið í føroysku flogbóltsleguni gott. - Í mun til dystin í gjár, so gjørdu vit nógv færri útskiftingar. Spælt varð við sterkastu upp- stilling allan vegin, og til tíðir haldi eg, at tað sá út til, at bert eitt lið var á vøllinum, segði Jón Nielsen, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. Men tykkara spæl gekk nú eisini rættiliga væl, hóast Áland er nógv viknað? - Ja. Vit høvdu fínar móttøkur, fínar heving- ar og vit sláa alt ígjøg- num, sum vit skulu gera. - Í morgin (týsdagin, blðm.) eru so fjórðings- finalurnar á skránni. Eg veit ikki heilt, hvørjum vit møta har, men eg meini, at tað verður Cayman Islands ella Rhodos. Og tað eru so tvey lið, sum tit eiga at vinna, um tit spæla, sum tit gjørdu í dag? - Ja, spæla vit til okkara besta, so eiga vit at hava møguleikan. Cayman havi eg ikki sæð, men Rhodos sóu vit spæla, og eg haldi, at teir eru til at tosa við. Orkney og Cayman á skránni Fjórðingsfinalurnar hjá mans- og kvinnuliðnum í flogbólti verða spældir mikudagin. Bólkaspælið er nú liðugt, og endaliga úrslitið gjørdist, at menninir klokkan 11 skulu spæla móti Cayman Islands. Kvinnurnar skulu ikki spæla fyrr enn um kvøldið, tá tær hava á pappírinum lættan dyst móti Orkney. Læra so hvørt Tað tykist ganga framá við flogbóltsskilinum á Rhodos. Í øllum førum, um tosað verður um, hvat skal nýtast til ein dyst innandura. So líðandi eru bæði aircondition og máling komin upp á pláss, tó at lovaði tjóðsangurin enn ikki er komin. Hetta tí einki ljóðannlegg er í høllini. Hinvegin eru nú bæði bóltdreingir og – gentur at síggja, eins og fólk alla tíðina er til reiðar at turka á gólvinum, skuldu nakrar sveittadropar gjørt hetta hált. Ein trupulleiki, sum tey jú ikki kenna aftur frá beach-volley. Væntaði stórdysturin millum føroysku og álendsku menninar varð av ongum. Snøgt sagt, so var bert eitt lið á vøllinum, tá nýggja ættarliðið hjá Álandi varð blást av vøllinum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Áland hevur støðugt verið ein av stóru rivalunum hjá føroysku flogbóltsmonnu- num. Men soleiðis er tó ikki í ár. Brakið, sum mangan hava verið millum londini bæði, varð so av ongum á hesum sinni. Snøgt sagt, tí føroyska liðið var so nógv betri. Tað hongur so eisini saman við, at Áland seinnu árini hevur framt eitt ættarliðsskifti, og enn eru nýggju spælararnir so langt ífrá til reiðar at spæla móti einum føroyskum liði í sterkastu uppstilling. Tað skal tó sigast okkara til rós, at teir ongan tíð fóru niður í gear, hóast tað longu fyrsta settið stóð greitt, at talan var um klassamun. Sterkasta uppstillingin varð hildin inni at kalla allan dystin, og lítil ivi er um, at føroyingarnir vóru væl nøgdir um avrikið. Bæði móttøkur og hevingar sótu væl, soleiðis at fyrst og fremst Jón Nielsen og Rúni Weihe sluppu væl til smashini. Og sterki blokkurin syrgdi fyri, at álendingar sjáldan fingu lagt nakað veruligt press á í sínum spæli. Og so fekk úrslitið illa verið øðrvísi enn tryggur føroyskur sigur, sum bar oddasessin í bólkinum við sær. Tað vil samstundis siga, at liðið verður styrkis- mett í hægra endanum, nú farast skal undir knock-out partin, sum byrjar í morgin. Føroyar-Áland 3-0 (25-17, 25-17, 25-17): Klassamunur Við góðum spæli yvir alla linjuna frá føroyskari síðu fekk Áland ikki eitt bein til jørðina týsdagin Mynd: Álvur Haraldsen Meira enn ein linligur flogbóltsdystur, har úrslitið var givið, so var kvinnudysturin móti Hitra eitt fínt dømi um góðan anda hjá áskoðarunum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á vøllinum var eingin ivi. Føroysku kvinnurnar høvdu helst vunnið á Hitra, hóast tær allar høvdu annan armin bundnan á ryggin. Men hóast bæði spælarar og áskoðarar hjá lítlu norsku oynni vistu av hesum, so vildu tey í øllum førum geva tí ein kjans. Á vøllinum stríddust Hitra-kvinnurnar manni- liga. Tær stuðlaðu støðugt hvørjari aðrari, og gleðin um hvønn vunnan bólt var støðugt stór. Ikki minst í triðja settinum, tá føroyska spælið gjørdist nakað linligt. Tað líktist nærum einum spennandi setti, men at enda settu okkara trumf á, og so var tann parturin av. Men á áskoðaraplássu- num leikaði hart á. Har hevur Anna Nolsøe fleiri oyggjaleikir á rað verið frontfigurur hjá føroyska heppikórinum, og tann leiklutin hevði hon sjálvandi eisini hesaferð. Men hon og føroyingar annars fingu tó kapping frá Hitra-búgvunum. Við fimm liðformonnum, sum tilsam- ans ímyndaðu teir fimm stavirnar í navninum á oynni, byrjaðu teir skjótt at seta dám á við »gev mær H…« Og tá onnur av norsku fólkunum í høllini eisini tóku undir við slagorðum og –sangum, rungaði tað so lystiliga í høllini. Og eins og føroysku áskoðararnir altíð fáa tað eftir ein sigur, so fingu norsku áskoðararnir eisini eina rullandi heilsan frá sínum liði. Tær taptu kanska dystin, men saman við áskoðarunum vunnu tær helst vinarlag og sympati. Føroyar-Hitra 3-0 (25-13, 25-12, 25-21): Ítróttarandin í hæddini Alt gekk bara, sum tað átti at gera, helt Jón, tá bólkasigurin var heima Mynd: Jákup