mikudagur 4. juli 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 126 - 4. juli 2007
Felagið Gjómaður
skipaði fyri fyrsta
stóra tiltakinum
seinasta leygardag.
Eini 40 fólk møttu
tilsamans, og tey
laðaðu tvær av gomlu
kráunum uppaftur
FORNMINNI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Felagið Gjómaður er ikki
so gamalt felag, bert hálvt
ár á baki. Tað varð stovnað
í januar í ár, og fyrsta tíðin
hevur gingið við at skipa
felagið – fáa tað upp at
koyra, sum tað eitur á nýfø
royskum.
Endamálið við felagnum
er at varðveita alt tað gamla,
sum hevur tilknýti til Gjógv,
bæði uttandura og innan
dura. Og fyrsta stóra tiltakið
var um vikuskiftið, tá eini
40 fólk tilsamans – íroknað
børn – hittust á Gjáarskarði,
har tey fóru undir at fáa
kráir laðaðar uppaftur.
Hópurin hittist um 10tíð
ina á morgni, og so varð
brotið upp um armar. Øll
hjálptu hugagóð til, smá
sum vaksin. Tey høvdu
amboð við sær, bæði hjól
børur, spakar og spannir.
Væl gekst í hond, og tá
klokkan var farin av trý,
varð farið undir at grilla
pylsur og búffar sum ein
hugnaligan enda á einum
verkríkum degi. Tá høvdu
tey fingið tvær kráir í upp
runa stand aftur.
Bólkurin stakk so aftur í
sekkin um 16tíðina seinna
partin, og fóru vælnøgd
hvør til sítt.
Formaðurin í felagnum,
Hans Andrias Djurhuus, er
farin til skips aftur, men við
blaðið hósdagin segði hann,
at
summarverkætlanirnar
fevna um at laða upp gamlar
kráir, gróthús og opnahjallar,
meðan aktiviteturin um vet
urin mest verður at skráseta
myndir og staðfesta, hvør
er á myndunum,
tí tey fólkini fara
at fækkast, sum
kenna tey gomlu
og farnu.
Jens Kristian
Vang, mynda
maður á Sosi
alinum,
var
við til tiltakið
leygardagin,
og hann hev
ur tikið hesar
myndirnar.
Fyrstu kráirnar laðaðar
Teir stríðast við at flaga kránna. Jógvan Sørin Hansen, Egin Jacobsen, Bjarni Clementsen og Arne Joensen
Uden mad og drikke...
So er kaffisteðgur
So er hendan kráin um at verða laða uppaftur. Anfinn Sigvardsen og Bjarni Clementsen leggja
síðstu hond á
Allar kreftir mugu leggjast í. Her fáast Arne Joensen, Egin Jacobsen og Hans Andrias Djurhuus,
sum er formaður í felagnum Gjómaður, við at leggja grundina til enn eina krógv