Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 126 - 4. juli 2007 tíðindi Vinningar í Summarkappingini Vinningar nr. 1-11: Lalandia uppihald og flogferð til DK og aftur (M-semiflex) fyri 2 vaksin og 2 børn. Virði kr. 15.238,00 Vinningar nr. 12-20: Flogferð fyri ein persón til Reykjavíkar, aftur og fram (M-semiflex), umframt útferð fyri tveir persónar við Iceland Excursions og World Class (Spa). Virði kr. 4.496,00 Vinningur nr. 21: Flogferð fyri ein persón til Reykjavíkar, aftur og fram (M-semiflex), umframt studio íbúð í tvær nætur á Hotel Frón (í lágsæson). Virði kr 4.696,00 Vinningur nr. 22: Gisting í summarhúsið í Føroyum eftir engum ynski frá Ferðaráð Føroya. Virði 1.500,00 kr Vinningur nr. 23: Fýra tímars fiskitúrur við Komet fyri 10 fólk. Virði 3.500,00 kr. Vinningur nr. 24: Útferð við Norðlýsinum fyri 12 fólk. Virði 5.000,00 kr. Vinningur 25-29: Vikuskiftið á Hotel Vágum í tvær nætur í dubultkamarið við morgunmati, 2x3 rættir surprise menu fyri tvey og ein fløska av vín. Virði 2.710,00 kr. Vinningar 30-34: Tríggjar rættir surprise menu fyri tvey á Rio Bravo og eina fløsku av víni. Virði á. 1.000 kr. Vinningar 35-39: Bilaleiga í Føroyum í tríggjar dagar frá Flogfelag Føroya. Virði á 2.055,00 kr. Nakað aftan á døg­ urðatíð fríggjadagin blivu vinnararnir í Summarkappingini hjá Sosialinum funnir, og hetta gjørdist eisini endin á eini væleydnaðari Summarkapping, har túsundtals fólk høvdu sent kalendarar inn til Sosialin við vón um at vinna ein av spennandi vinningunum SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyrst í mai mánaði fór Sosialurin í gongd við Summarkappingina annað árið á rað. Fyrstu ferð henda kapping var á skránni, var á sumri 2006, og kappingin eydnaðist so mikið væl, at avgerð bleiv tikin um at royna hetta enn einaferð. Endamálið við kappingini var, at lesarar hjá Sosialinum í eitt tíðarskeið kundu savna saman puntar, sum vóru í blaðnum hvønn dag frá mánadegnum 7. mai til fríggjadagin 8. juni, og hetta var sjálvsagt eisini tíðarskeiðið, sum Summar- kappingin fevndi um. Tey, sum høvdu savnað allar puntarnar saman, kundu senda kalendaran inn til Sosialin, og so vóru tey við í kappingini um vinningar- nar, sum høvdu eitt samlað virði upp á 250.000 kr. Fokus bleiv sett á summarið Tað eru tó ikki bert puntar og putlispøl, sum hava verið við í summarkappingini hes- ar fimm vikurnar, sum kappingin fevndi um. Sosial- urin hevur nevniliga eisini sett fokus á summarið hesar dagarnar, og her hevur verið skrivað um nógv ymiskt, sum hevur við summar og frítíð at gera. Føroyska ferðavinnan hevur eisini vundið upp á seg síðstu tíðina, og henda partin av summarinum hava vit roynt at lagt dent á í Summarkappingini. Vit hava m.a. havt samrøður við fleiri av ferðaveitarunum kring landið fyri at kunna lesaran um, hvørjir ferða- møguleikar eru á okkara vøkru oyggjum. Summarkappingin hevur tó ikki bert drigið seg um ferðamál og veitarar innan føroysku ferðavinnuna. Vit hava eisini skrivað um móta, grill, tryggi og nógv annað, sum hevur við før- oyska summarið at gera. Harafturat hava vit spurt fólk á gøtuni, hvat tey ætla sær at gera í summar. Vinningar fyri fjórðings millión Fólk, sum hava tikið lut í kappingini, hava havt møgu- leika at vinna nógvar góðar vinningar. Millum vinning- arnar hava verið nógvir flogferðaseðlar frá Atlantic Airways, nøkur uppihald á Lalandia í Danmark, hotel uppihald í onkrum av býu- num, sum Atlantic Airways flýgur til, umframt fleiri aðrar smærri vinningar. Leggjast kann afturat, at tey, sum hava tikið lut í kappingini, hava havt møgu- leika at vinna vinningar, sum hava eitt samlað virði upp á heili 250.000 kr. Fríggjadagin kom so endiliga dagurin, tá vinnar- arnir blivu funnir. Hetta hendi á niðaru hædd í Miðla- húsinum, tá stjórin á Atlan- tic Airways, Magni Arge, og ábyrgdarblaðstjórin í Sosialinum, Jan Müller, drógu lut ímillum allar kalendararnar, sum vóru komnir inn í samband við Summarkappingina. Við hesum er Summarkappingin eisini komin at enda, og á hesum síðunum kunnu tit, sum hava sent kalendarar inn, síggja, um tit hava vunnið onkran av góðu vinningunum í Summar- kappingini. Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller, var sera væl nøgdur við Summar­ kappingin og gleddist um teir mongu kalendararnar, sum fólk høvdu sent inn í samband við kappingina SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fríggjadagin var endabrest- urin í Summarkappingini hjá Sosialinum, tá ið allir vinnararnir vóru funnir. Í hesum sambandi fingu vit orðið á ábyrgdarblaðstjóran á Sosialinum, sum var stak væl nøgdur við kappingina. - Vit hava verið ótrúliga væl nøgd við kappingina. Tað vísir seg, at sera nógv fólk hava tikið lut í hesi kappingini, tí túsundtals fólk hava sent kalendarar inn til okkum. Tí er eisini ótrúliga stuttligt at standa her og finna vinnararnar saman við høvuðsstuðlinum, Atlantic Airways. Jan Müller frøddist eisini um, at tað ikki bert vóru partar av landinum, sum vóru umboði í kappingini. - Tað mest stuttliga er, at har eru fólk úr øllum landi- num, sum hava tikið lut. Vit hava fingið kalendarar inn frá Gjógv, Fámjin, Sanda- vági, Leirvík osv., og ikki bert úr ávísum støðum í landinum. Jan heldur at enda, at før- Vinnararnir funnir Vinnarar í Summarkappingin 1. Sylverius Jacobsen, Kurnláarbrekka 5, 480 Skála 2. Elsebeth Gerðisá, Nesvegur 2, 655 Nes 3. Anne Mia av Reyni, Undir Heygnum 35, 100 Tórshavn 4. Sólva Joensen, Garðsvegur 33, 520 Leirvík 5. Steingrím Vang, J. Broncksgøta 27, 100 Tórshavn 6. Annibeth Sørensen, Sandoyarvegur 16, 740 Hvannasund 7. Ólvaur Christiansen, Skúlavegur 13, 490 Strendur 8. Tony Weyhe, Heygavegur 5, 410 Kollafjørður 9. Anna Johansen, Millum Gilja 50, 188 Hoyvík 10. Birna Mikkelsen, Norðuri í Sundum 31, 410 Kollafjørður 11. Bára Martinsdóttir Strøm, 826 Trongisvágur 12. Eyðna Joensen, Guðrunargøta 6, 512 Norðragøta 13. Lis Waagstein, Granagøta, 100 Tórshavn 14. Hjørdis P. Andreasen, Grønlandsvegur 14, 100 Tórshavn 15. Sigrun Poulsen, á Líknargøtu 7, 600 Saltangará 16. Sólgerð Norðberg, Brekkugøta 6, 100 Tórshavn 17. Anna Mørkøre, Velbastaðvegur 6, 100 Tórshavn 18. Senøva Thomsen, Sjógøta 42, 800 Tvøroyri 19. Durita Dam, Varðagøta 53, 100 Tórshavn 20. Bjørg Joensen, Sandvíkarvegur 1, 860 Sandvík 21. Sofía M. Ellefsen, Jørundargøta 27, 188 Hoyvík 22. Annfinn Hammer, Brúarvegur 1, 960 Hov 23. Anna Malena Petersen, Sleipnisgøta 9, 100 Tórshavn 24. Hans P. Olsen, Gamlivegur 33, 690 Oyndarfjørður 25. Sveinbjørn Winther, Egholmstrøð 5, 100 Tórshavn 26. Anna Mohr, Handan á 13, 100 Tórshavn 27. Borghild Ellefsen, Sandágøta 6, 160 Argir 28. Sólbjørn Fríði Olsen, Dalavegur 51, 100 Tórshavn 29. Anna E. Mikkelsen, undir Fossum 28, 700 Klaksvík 30. Janus H. Dragasund, Lílatrøð 8, 100 Tórshavn 31. Oddvør Johannesen, 476 Gjógv 32. Fríði Weyhe, Heygavegur 5, Kollafjørður 33. Elin Nielsen, 870 Fámjin 34. Lisbet Jacobsen, 870 Fámjin 35. Jan Hovgaard, Hógavegur 9, 950 Porkeri 36. Ragnhild og Tórstein Østergård, Pætursgøta 16, 188 Hoyvík 37. Almfinn Jacobsen, Jensgøta 12, 485 í Skálafirði 38. Kári Nolsøe Olsen, Heiðriksmørk 14, 520 Leirvík 39. Rani og Rókur, Varðabrekka 7, 100 Tórshavn Vinningar fyri 250.000 Stór luttøka