Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 4. juli 2007 27 tíðindi Nógv ymiskt hevur verið at vunnið í Summarkappingini hjá Sosialinum, og vinnararnir kunnu eisini væntað at uppliva nógv ymiskt í m.a. Reykjavík, Danmark og aðrastaðni SUMMARKAPPINGIN Teitur Joensen Teitur@sosialurin.fo Fríggjadagin kom so endi­ liga dagurin, tá vinnararnir í Summarkappingini skuldu finnast. Trekt var á niðaru hædd í Miðlahúsinum, og har vóru nøkur fólk komin saman, tá dragast skuldi. Teir báðir, sum funnu vinn­ ararnir, vóru stjórin á Atlantic Airways, Magni Arge, og ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller. Eftir dráttin fingu vit orðið á Magna Arge. Trongja til at sleppa burtur Vit spurdu Magna Arge, hvat vinnararnir kunnu vænta sær, tá teir fara uttan­ lands. ­ Eg vóni, at vinnararnir fara at fáa minst líka gott veður uttanlands, sum teir hava havt í Føroyum sein­ astu tíðina. Veðrið hevur verið gott um okkara leiðir, og tí er sjálvandi ringt at fara av landinum. Vit trongja tó øll til at sleppa burtur heimanífrá við hvørt, og tað er tað, sum hesir vinnararnir fyrst og fremst sleppa. Magni heldur annars, at vinnararnir kunnu fáa rætti­ liga ymiskar upplivingar á teimum ymsu støðunum. ­ Eg hugsi, at vinnararnir kunnu fáa rættiliga ymiskar upplivingar. Teir kunnu m.a. koma til stórar býir so sum London, Keypmanna­ havn og Oslo, meðan teir eisini kunnu sleppa til sovorðin meir feriukend støð so sum Lalandia ella okkurt stað á Jútlandi ella kanska til Íslands. So har er rættiliga nógv ymiskt, sum vinnararnir kunnu koma at uppliva, sigur stjórin á Atlantsflog. Atlantsflog hevur fleiri tilboð Atlantic Airways hevur ann­ ars økt nakað um fráferðir­ nar í summar. M.a. hava fólk nú møguleika at koma til bæði London og Aalborg meir enn einaferð um vik­ una, samstundis sum túrar­ nir til Keypmannahavnar eru fleiri í tali dagliga, enn teir áður hava verið. Har­ afturat er nú eisini møgu­ leiki at sleppa til Grønlands umvegis Ísland, sigur Magni Arge. ­ Atlantic Airways hevur gjørt serliga nógv við at víðka um ferðatilboði til m.a. London. Síðani hava vit eisini tikið Grønland við í ferðslunetið hjá okkum, soleiðis at man kann ferðast úr Føroyum um Ísland og niðan til Narsarsuaq í Grøn­ landi. So um tað ikki eru so nógv nýggj ferðamál, so er tað í øllum førum nakað nýtt, at tú kanst ferðast víð­ ari upp til Grønlands. ­ Harafturat eru nógv fleiri fráferðir til Keyp­ mannahavnar. Vanliga hava vit verið á fýra fráferðum um dagin til Keypmanna­ havnar, men nú liggja vit uppi á fimm fráferðum um dagin, so føroyingar hava uttan iva nógvar møguleikar at koma avstað, sigur Magni Arge at enda. Kunnu fáa ymiskar upplivingar oyingum dáma slíkar kapp­ ingar, og m.a. tí er luttøkan so stór. Hann sigur eisini, at eitt blað sum ­ Stóra luttøkan vísir heilt víst, at fólk í Føroyum dáma, at stig verður tikið til slíka kappingar. Tað er sjálv­ andi eisini hugaligt at vinna nakrar flogferðir frá Atlants­ flog, sum sjálvandi flýgur til nógv ymisk lond. Eg haldi eisini, at vit sum Miðlahús og blað hava til uppgávu at skipa fyri slík­ um kappingum, tí hetta skal vera ein partur av gerandis­ degnum hjá fólki. Túsundtals kalendarar vóru sendir inn til Sosialin í samband við Summarkappingina, og fríggjadagin vóru 39 hepnir vinnarar funnir. Mynd: Sunva Lassen Stjórin á Atlantic Airways, Magni Arge, og ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller, drógu lut ímillum allar kalendararnar, sum vóru komnir inn í samband við Summarkappingina. Mynd: Sunva Lassen