Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 126 - 4. juli 2007 Nú eru vit aftur við teimum væl umtóktu grønlandstíðindunum Frá Kára við Stein. Hann býr í Sisimiut og gongur umborð á skipunum og fær altíð onkra góða søgu. Vit byrja við einum samandrátti fyri mai So er botngarnstíðin byrjað. Summir lata væl at mongdini av toski. Aðrir láta verri at. Eg tosaði við ein mann í dag og spurdi um støddina á toskinum. Hann helt, at tann størsti toskurin, hann hevði sæð komið inn í bátin, var um 60 cm til longdar. Hann hevði fingið um 10 tons í alt. Prísurin er knappar 7 krónur fyri kilo fyri allar støddir. Russiska skipið, sum botgarna­ bátarnir avreiða til, kom higar um 15. mai, og tað legði upp 190 tons av heilfrystum toski. Eg var so heppin at fáa nøkur toskahøvd frá tí manni, sum stendur fyri av­ reiðingini umborð. Tað var upp í ein rækjuposa sum eg fekk. Høvd­ ini vóru í stødd sum góður millum­ fiskur. Okkurt var frá fiski, sum hevur ligið um 70­80 cm í longd. Tískil er toskurin ikki vaksin tað stóra síðan í fjør. Polar Timjarmiut kom inn higar av sínum síðsta rækjutúri. Teir hava fiskað í 10 dagar og hava gott 500 tons inni. Trolarin er seld­ ur til Noreg, har hann skal brúkast til seismiskar uppgávur. Polar Timjarmiut er fyrrverandi Polar Princess. Royal Greenland keypti skipið og gav tí navnið Timjarmiut. Síðani keypti Polar Seafood skip­ ið aftur og gav tí navnið Polar Timjarmiut. Teir, sum hava verið við har siga, at Timmurin, sum hann verður kallaður, er eitt heilt fantastiska gott sjóskip. Tað er ikki komið fyri, at sjógvur er kom­ in á dekkið í ódnarveðri verður sagt. Frætt er aðra staðni frá, at Mersey Phonix, ein av teimun stóru trolarunum hjá Kanada­ monnum, liggur bundin við bol­ verkið, og tað liggja fleiri aðrir. Grundin er fólkamangul, og at prísurin er so vánaligur á rækj­ um. Eg havi tosað við skiparan á Akamalik í kvøld. Hann greiddi frá, at rækjuveiðan var ikki so góð sum fyrr á norðaru leiðunum, men at tað var meira sunnari á. Teir fóru út 20. mai á kvøldi og vóru inni í Nuuk aftur 29. mai við knapt 480 tonsum. Teir hava veri úti í tvey samdøgur nú og hava um 90 tons inni. Hann greiður frá, at teir onga torskatorvu hava sæð, har teir hava roynt á syðru leiðum, og hitin í sjónum hevur ligið um +1­2 stig. Tað er ikki toskasjógvur. 5. juni Í dag er + 4 stig. Tað var toka í morgun, men hon lætti út á dagin. Ocean Tiger kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 300 tons inni. Teir gjørdu skjótt av og loystu longu kl 22 í kvøld. 6. juni Í morgun var greytasvart í toku og + 5 stig. Aftur í dag lætti tokan, og tað bleiv av allar besta veðri. Akamalik kom inn til Nuuk at landa. Teir hava verið úti í fýra samdøgur og hava knapt 300 tons inni aftur. 7. juni Í dag er + 8 stig og stilli. Hann hevur lovað nógvan vind av suðri. Ja, stilhed før stormen! Polar Natarnaq kom inn at landa í morg­ un. Har var alt fult, sum kundi fyllast. Skiparin er úr Fuglafirði. Teir loystu longu aftur í kvøld nýggjan túr. 9. juni Tann russiski trolarin, sum tekur ímóti fiski frá smábátunum, var longu inni aftur í dag og legði toskin upp, sum teir høvdu inni. Skipið var um at vera fult, so teir vóru noyddir at koma at landa. Teir skuldu annars verið her týsdagin 12 juni. Fiskurin er ikki vaksin nakað síðani síðst. Onkur stórur toskur er tó ímillum allar gillurnar, sum vera landaðar. 11. juni Í dag eru +6 stig og toka. Nanoq Trawl kom inn at landa í morgun. Teir hava verið úti í 12 dagar og har er alt fult, sum fyllast kann. Teir hava sett siglitíð til í morgin á døgurða. 14. juni Í dag er stilli. Ocean Tiger kom inn í morgun at landa. Teir hava gott 330 tons inni. 15. juni Í dag er regn og vindur av suðri. Eldur hevur verið í einum av teim­ um smærru rækjubátunum, sum hevur fiskað væl av rækjum, Frans Peter Lybert. Hann lá við molahøvdið í kvøld, og eldurin kom í har frammi á skipinum. Ein ordiligur roykur var. Eingin var umborð. Skiparin greiddi mær frá, at hann hevdi verið umborð um kl 20, men hann sá onki óvanligt. Klokkan var ikki 21, tá ið eldurin varð varskógvaður. Skjótt bleiv borið at av brand­ monnunum. Teir køvdu eldin við skúmi. Gátan til eldin bleiv funnin beinanvegin. Eldurin var kyknaður í teirra proviantfrystiboks. Eitt sindur av skaða er á viðinum, men tað eru mest káplar, sum ganga upp til mastrina, sum eru skaddir. Lómur hevur verið í Pamiut og landa tveir túrar, og hósdagin 14. juni var Natarnaq inni í Nuuk og landadi. Mánadagin 18. var Polar Amaroq inni í Nuuk og landaði. 19. juni Í dag er smáregn. Akamalik kom inn at landa í morgun. Teir hava um 460 tons inni. Teir blivu fram­ skundaðir við landing til í dag vegna okkara tjóðardag. 21. juni Akamalik var út fyri eini løgnari hending fyri nøkrum døgum síð­ ani. Tá trolið var við at koma á borðið og var á veg uppí gjøgnum sliskuna, varnast teir eitt ella annað heilt stórt í trolinum. Tað vísti seg at vera ein deyður sperm­ ur ella augustur, sum tað eisini verður kallað. Fyri at fáa tann stóra fongin útaftur mátti skerast hol á trolið. Søgur siga, at deym­ urin var ikki tespiligur. Qaqatsiaq er inni í Nuuk og landar í dag, og Lómur er eisini inni í Pamiut og landar 90 tons. 20. juni Í dag + 4 ,4 stig og stilli. Akamalik loysti í morgun kl 06 nýggjan túr, og hann var ikki meir enn leysur úr landi, tá kom Regina C inn at millumlanda. Teir skulla inn til Nuuk at landa 26 juni. Sum fiska­ ríið var fyri tíðina, so kom at vera plásstrot hjá teimun til ta tíð. Teir koma frá skipasmiðju í Íslandi og royndu á veg suður við Eystur­ grønlandi, men har var lítið at fáa. Teir høvdu okkurt hálið, sum vardi 5­6 tímar og um 5­600 kilo vóru í. Tað var alt ov lítið hjá teim­ um at fáa, so teir rendu vesturum, og tað viðraði betur. Í dag kom tann russarin, sum tekur ímóti fiski frá smábátunum. Hetta er triðju ferð, at teir landa. Sum eg dugi at rokna út, hava teir lagt upp 600 tons av rundum avhøvd­ aðum fiski síðan 15 mai. Tað er í ordan við mongdini, men støddin er bara gilla, smáfiskur. 25. juni Í dag + 9 stig og blikalogn. Ocean Tiger kom inn her at landa í morgun. Teir hava gott 350 tons inni. Nanoq Trawl er inni í Manit­ soq og landar, og í Nuuk landar Markus eisini í dag. Ocean Tiger var liðugur at landa kl 20 í kvøld. 27. juni Í dag er +5 stig og blikalogn. Polar Natarnaq kom inn at landa í morgun. Teir hava fulla last inni av sekkjarækjum, og so kom Natarnaq inn at landa í kvøld. Teir hava fulla last eftir 10 døgum. Teir hava ligið út í móti markinum og roynt henda túrin. Grønlandstíðindi frá Kára Her síggja vit Karl Petur Olsen og son hansara, sum veiða við botngørnum. Henda myndin er tikin í 2006. Tað sæst hvussu feitur fiskurin er, sjálvt sporlið! Her er tað sonur Karl við einum veldigum toski, sum teir hava fingið í botngørnum í ár