Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 • 4. juli 2007 MIÐvIkaN 29 ➙ av greyti«, svarar Tom til. Nei, hetta hevði ongan áhuga. Eins og sonurin Andrias fekst Jens nógv við kríatúr. Hann hevði eisini revagarð undan krígnum eins og so nógvir aðrir. Handilin hjá Jens Reinert, og seinni hjá soninum Otto, hevur allar dagar og inntil fyri kortum verið í kjallaranum á Sjómansheiminum og hevur verið ein býarmynd í Havn, soleiðis sum tað eisini varð greitt frá í Sosialinum, tá ið Otto fylti 80 ár nú um dagarnar. Her var ikki minst at gera á heysti, tá ið skurðurin var fyri. Kjøthandilin kundi taka ímóti 2.500 seyðum at fletta. Á garðinum hjá beiggja Óla í Norðradali vóru 3-400 áseyðir. Á heysti róku tey gonguna til Havnar, har stórur partur var keyptur av Jens Reinert. Jens hevði fastar flettingarmenn, sum høvdu nóg mikið um at vera tá ið skurðurin var fyri. Óli skrivaði sálmar og kærleikssøgur Óli hevði so so ótrúligan áhuga fyri seyði, hann skrivaði nógv niður, eisini ættartalvur hjá seyðinum. Tá menn komu at vitja kundu teir sita ein heilan dag og tosa um seyð. Tað skal sigast, at Óli var ein merkisverdur persónur. Hann hevði sannar skaldagávur. Hann yrkti ein hóp av sálmum, sum tað eisini sæst í Songbók Guds Fólks. Hann gav á ellisárum sínar sálmar út, og teir vóru ikki færri í tali enn 175. Men hann skrivaði eisini søgur. Anna á Váli plagdi at skriva niður fyri hann, og hon sigur, at talan var um tær vakrastu og mest spennandi kærleikssøgur. Hesar vórðu tó ikki útgivnar, hon veit ikki, um nakað handrit framvegis er til. Tey bæði Óli og Josefina vóru ikki heilt ung, tá ið tey giftust. Óli var út móti teimum 40. Børnini hjá teimum vóru Agnar, Elma, Erlott, Leif, Jørmund, Helga og Hervør. Josefina var eisini røsk. Hon arbeiddi nógv, tað var alt slag av arbeiði. Hon bleiv 91 ár. Nordina var eitt konubrot Eiko Apol, systkinabarnið, skrivar um Nordinu fastur í bókini um abba okkara, Andrias. Umleið 1930 fór hon til Lillehammer í Noregi at úbúgva seg til fysio- terapeut. Tíðirnar vóru ringar tá, og lítið var til av peningi. Tá ið hon kemur til Noregs áttu hon júst fyri eitt frímerki, so hon kumdi skriva heim, at hon var væl framkomin. Aftaná útbúgvingina byrjaði hon virksemi í Gjøvik, granna- býnum hjá Lillehammer, sum hon kallaði Gjøvik Kurbad. Her starvaðist hon í 40 ár, til hon legði frá sær fyri aldur, tá var hon 78 ára gomul. Nordina giftist norðmanni í 1936, men tey vóru barnleys. Hon fær tað ummæli, at hon skaraði framúr á mangan hátt. Av berum botni megnaði hon at arbeiða seg upp í fremmandum landi, har einki var at líta á uttan egin máttur og megi, og vit og skil. Hon vitjaði ofta aftur í Føroyum. Vit plagdu at fara at ferðast til Nordinu í Noreg. Hon var sera blíð. Marjun minnist, at hon tá fyrstu ferð fekk jørðber við róma. Giftur sum gamal drongur Eg var 37 ár, tá ið eg í 1960 giftist við Alvildu úr Sørvági. Hon er dóttir Mariu, og Poul Andreas Mortensen. Alvilda arbeiddi fyrst á posthúsinum í Sørvági. Síðan var hon sjey ár á skrivstovuni hjá Dánjal Norðuri í Stovu. Seinni fór hon til Danmark á húsarhaldsskúla, og arbeiddi fýra ár á skrivstovu í Danmark, men kom so heima at arbeiða í Sjóvinnubankanum. Tá var hon so heppin at koma at búgva hjá Esmar og Ragnhild Fuglø. Ragnhild og Alvilda vóru systkinabørn og Esmar var mammubeiggi mín, so hetta lá bara væl fyri. Vit búsettust í Havn og fingu trý børn. Elst er Eyðun, síðan Marjun, sum býr í USA og eigur tvey børn, og yngstur er Regin, sum býr niðri og eisini eigur tvey børn. Alvilda altíð følt seg trygga Alvilda hevur altíð følt seg trygga við útróðrarlívinum hjá Jakku. Hann lat ikki frætta nógv frá sær uttan, tá hann var inni. Hon hevur verið vís um, at Jákup vísti fyrilit og ikki tók sær óráð fyri. Men tey høvdu heldur ikki hug til at tosa gjøgnum Tórshavn radio, sum var alment undirhald í mong ár. Vit hava gjørt nógv av at ferðast sum familja, og hava verið nógva staðni í útlondum, millum annað í Skotlandi. Vit fóru, uttan mun til hvussu fiskiskapurin annars var. Hetta helt pápi ikki so nógv um at rýma í besti fiskitíð. Men tað gjørdist harvið. Vit kláraðu okkum kortini. Vit hava eisini verið tvær ferðir í Amerika og vitjað Marjun. Hetta hevur verið sera spennandi og áhugavert. Poul Andreas var fiskimaður Pápi Alvildu, Poul Andreas, var fiskimaður í mong ár. Hann var føddur í 1890 og vaks upp við mammuni sum einasta uppihaldara. Hann fór til skips sum 15 ára gamal við Guiding Star við Birtu Lias sum skipara. Túrurin vardi í sjey mánaðir, og lønin fyri hetta tíðarskeiðið var kr. 150, sum Poul Andrias helt vera nógv tá í tíðini. Í 1912 fór hann við Lítlu Emmu, sum Jóhan Hendrik úr Gásadali førdi, og í 1914 fór hann við Bergtóru, og nú hevði hann aftur Birtu Lias sum skipara. Í 1917 tók Poul Andreas skiparaprógv og sama ár fór hann at føra Victory, og í 1919 førdi hann Hannu av Tvøroyri. Hann giftist sama ár við Mariu Poulsen, dóttir Jóan Paula við Neyst í Hvalba, og tey fingu átta børn. Eftir at hava verið við ymsum skipum førdi hann í 1927/28 Queen, sum Hans Pauli Poulsen við Ljósá, átti. Síðan var hann við ymiskum skipum til kríggið, tá ið hann róði út. Aftaná kríggið var Poul Andreas millum annað við trolaranum Torkil Ønundarsyni við Dunga Jákup í Sandavági sum skipara. Poul Andreas legðist uppi, tá ið hann var 61 ára gamal, og hevði tá verið á sjónum í 46 ár. Hann var annars sera virkin í Brøðrasamkomuni og var kendur prædikumaður. At enda Nú eru vit komin til endan á hesi frásøgn. Vit vita, at fólk hava dámt hana sera væl og hava lisið hana við stórum áhuga. Jakku sigur at enda, at »man hevur eina tíð at liva, og tíðin verður ikki longri enn ætlað, uttan mun til um ein er á sjónum ella landi. Nú so nógv verðir tosað um visjón vil eg siga, at ein visjón, sum ikki røkkur í Himmalin er ikki nógv verd. Tá man hevur verið ein túr burtur, plagar man at gleða seg til heimreisuna. Soleiðis er tað eisini hjá mær. Eg havi einki serligt ynski um at liva longri enn mær er tillutað, og mær leingist heim.« Alvilda sigur at enda: »Vit hava nógv at takka Gudi fyri. Jakku hevur ongantíð ligið á sjúkrahúsi síðan vit komu saman. Ebenezer er okkara andaliga heim, og Jakku forsømir einki møti. Nú er tað besta eftir hjá okkum: Himmalin!« Vit takka teimum báðum. Ein slík samrøða og frásøgn ger, at ein kemur at kennast betri enn ein gjørdi frammanundan. Hetta hevur eisini verið galdandi í hesum førinum. Tað hevur verið hugnaligt og stuttligt at vitja Jakku og Alvildu í samband við hesa frásøgn. Eri eisini komin at kenna Tóru á bóndagarðinum á Sundi og børn hennara Jákup og Benadiktu. Vit báðir Jakku hava verið nógvar túrar inni hjá teimum á Sundi, og hava tey eisini verið sera beinasom og eiga tøkk uppiborna. Fleiri hava verið beinasom við myndum og takka vit eisini teimum. Maria og Poul Andrias, verforeldrini hjá Jakku Børnini hjá Alvildu og Jakku. F.v. Marjun, Regin og Eyðun Børnini hjá Jóhonnu og Andrias í Norðradali. Aftast f.v.: Nordina, Andrea og Sanna. Fremst: Jana, Óli, Gustav og Jens