mikudagur 4. juli 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 • 4. juli 2007
MIÐvIkaN
30
Vit taka við í hesi grein
nakað afturat av tí,
sum Anna á Váli, sum
vaks upp í Norðradali
greiddi frá í FF-
blaðnum í 2003
At fara til handils - 3
tímar hvønn vegin
At fáa vøru og at sleppa av við
framleiðsluna var ikki bert sum
at siga tað. Ein máti var at leiga
bát úr Havnini við vørum suður
um Kirkjubønes. Hetta lat seg
bert gera í bestu líkindum. Og
tað var eitt grúiligt knoss at fáa
mjølsekkirnar upp á bakkan og til
hús. Tað mest vanliga var at fara
til Havnar við rossi. Farið varð við
ull, og komið varð aftur við vøru.
Tað var einki við at ríða. Gingið
var saman við rossunum.
Túrurin til Havnar tók tríggjar
tímar hvønn vegin. Viðhvørt var
neyðugt at fara um Norðrara
Skarð, tá tók tað longri tíð. Ein
Havnartúrur tók tískil ein heilan
dag. Um veturin var farið í myrkri
og komið aftur í myrkri.
Jólini
Anna minnist ikki minst jólini, ið
var ein rættilig høgtíð. Tað mest
spennandi var, tá ið jólatræið
varð pyntað. Jólatræið kom úr
Havn. Og fosturpápin læsti seg
inni í stovuni at pynta jólatræið.
Her máttu børnini ikki sleppa
framat fyrr enn liðugt var at
pynta. Onkuntíð royndu børnini
at lúra gjøgnum lyklarholið fyri
at síggja tað undur, sum var
teimum í vænti. Men tá ið pápin
varnaðist tað, typti hann holið.
Men tá ið so var liðugt at pynta
jólaaftan, varð hurðin upplatin, og
tað var ein herligheit, sum kundi
fáa hvørt barnahjarta at hoppa
av frøi! Jólaaftan var etin ræstur
fiskur. Men jóladag fingu tey
gás. Og hendan dagin sluppu tey
meira enn annars at eta so nógv,
sum tey orkaðu. So tey nærmast
ótu seg um rygg. Jólagávur fingu
tey eisini. Fyri ein stóran part
slíkt sum tørvur var á, sum t.d.
gummistúvlar, men leikur fingu
tey eisini.
Og so kom jólapakki frá Andreu
fastur í Danmark, og var hetta
ikki minst at gleða seg til. Hon
arbeiddi sum skræddari hjá
kendari skræddarafyritøku í
Keypmannahavn. So hon koyrdi
í pakkan so mikið av avskurði av
toyi, at hetta røkk langt sum tilfar
til klæði, sum Josefina seymaði
uppá tey øll.
Hvørt breyð skuldi
bakast
Ein av uppgávunum hjá Onnu var
at baka breyð. Og tað var ikki
smávegis, sum kravdist. Tey vóru
fast 13 fólk í húsi. Um summarið
vóru eisini hjálparfólk og gestir.
So tey vóru upp til 21 fólk í
húsinum.
Bakað vóru 10 breyð hvønn dag
í tveimum umførum. Breyðini vóru
elt og sett at ganga, áðrenn farið
var til neytar. Og tá ið komið varð
heim vóru tey koyrd í ovnin. Anna
bakar framvegis sjálv breyð og
væl smakkar.
Umframt alt hetta veltu tey epli
og røtur.
Sunnudagur var frídagur, tá ið
tey ikki gjørdu stórarbeiði. Men
mjólkast mátti so, eins og neytini
máttu ambætast.
Seyðurin rikin til
Havnar
Ullin frá várroytingini varð seld
ymsastaðni í landinum. Ein
stórur partur fór til Heinesen í
Vágsbotni, har tey fingu vøru fyri
ullina.
Ein av uppgávunum hjá Onnu
var eisini at ganga til neyta. Farið
varð til neyta morgun og kvøld.
Tað var ikki so langt, men tað var
mótbrekka, so tað fóru tvær ferðir
tveir tímar dagliga til hetta. Tað
var eisini við byrðu, tá ið farið
var til húsa fatur. Eitt 18 potta
biði var borið á bakinum, og ein
dylla við 4 pottum hvør var í hvørji
hond.
Skorið var eisini torv. Men til
hetta høvdu tey torvskeramann.
Men húsfólkini bóru burtur og
fingu torvið til høldar eisini, tá ið
tað var turt. So hvørt tørvur var
á tí, var torvið so borið heim at
brenna.
Hoygging var eisini nakað, sum
skuldi gerast. Hoyggjast skuldi til
10-15 neyt. Umframt hetta skuldi
eisini gevast seyðinum mitt um
veturin. Afturat hesum høvdu tey
altíð 3-4 ross.
Sungu til ítriv
Norðradalur var ein sera mentað
bygd. Ítrivið um veturin var at
syngja. Tey sungu fast tvey kvøld
um vikuna. Eitt kvøld var tað
andaligir sangir, og eitt annað
kvøld var tað fosturlandssangir,
tey sungu.
Annars minnist Anna væl, tá
ið Albert pápabeiggin kom við
einum radio. Hetta var jú heilt
fantastiskt. Tey fóru heim har at
lurta. Men abbin helt, at okkurt
annað máttu tey hava at gera í
Norðradali, enn »at musika allan
dagin.«
Í skúla fjórðu hvørja
viku
Tað var eisini skúli í Norðradali
og tey høvdu ferðalærara. Hesin
var vanliga tríggjar vikur í Hoyvík
og Hvítanesi, og síðani eina viku
í Norðradali. Tískil gingu tey
bert í skúla fjórðu hvørja viku.
Men søgan sigur einki um, at tey
dugdu minni fyri tað.
Tann fyrsta læraran sum Anna
minnist, áðrenn hon sjálv fór í
skúla, var Karin Samuelsen. Hon
var ættað úr Kirkjubø, og er kend
fyri eftirtíðina, sum tann Karin,
sum Hans Andreas Djurhuus
yrkti um. Tað segðist, at hann var
forliptur í henni, men tey vóru
ov ósamd um andalig viðurskifti
til at Anna helt, at tað kundi
renna saman teirra millum. Anna
minnist Karin sum óalmindiliga
fitta. Seinni gjørdist Sanna Olsen
av Borðuni lærari. Í nærum eitt
ár gingu tey als ikki í skúla.
Skúlastovan var privat, og tað
gjørdist ósemja um leigumálið.
Skúlastovan kom so til Óla
Reinert, og seinni kom hon til
gomlu bóndahúsini niðri í Stovu.
Nógv fremmandafólk
Hóast Norðradalur lá sera
avsíðis, so sóðu tey nógv til fólk.
Tað kom nógv ferðandi fólk til
Norðradals. Tey komu á morgni
og fóru avstað um kvøldið.
Ofta var hetta sunnudagar, og
hetta merkti, at sunnudagur var
strævnasta dagur. Tað kundi
koma upp til 30 fólk, sum tað
skuldi borðreiðast fyri. Ein gestur,
sum Anna minnist væl, var tann
kendi skiparin Kvíviks Tummas.
Hann plagdi at hava fisk við sær,
og var hetta forkunnugt at fáa
júst í Norðradali.
Andaligt lív
Sunnudag var hildin andakt. Fýra
ferðir árliga plagdu havnarmenn
at koma til Norðradals at halda
møti. Teir, sum Anna serliga
minnist, vóru Herluf Arnason,
Jens Christian Dam og Jógvan
Skýlindal. Tá var nógvur sangur,
og hetta dámdi teimum í
Norðradali, sum dugdu væl at
syngja. Møti plagdu at vera í
køkinum, og Anna minnist hvussu
stólarnir vibreraðu, tá ið Jógvan
sang uppá tað kraftigasta. Tað
plagdu eisini fólk at koma úr
Kaldbak.
Hóast tað vóru bæði kirkjufólk
og baptistar í bygdini, góðkendu
øll hvønn annan.
Anna á Váli:
Lívið í Norðradali
Komandi Miðvikur:
Dagbókin hjá Petur Alberg
Komandi tríggjar miðvikurnar
fara vit at prenta dagbókina
hjá Petur Alberg fyri 1898, tá
ið hann byrjaði at skriva dag-
bók 12 ára gamal. Hetta er
sera áhugaverdur lesnaður um,
hvussu ein drongur upplivir lív-
ið í Havn fyri meira enn 100
árum síðani.
Aftaná Petur Alberg verður
sum fyrr fráboðað frásøgn hjá
Tórhall Andreassen av Norð-
skála.
Vøruflutningur úr Norðradali. Við rossið standa Helga, sum giftist til Danmarkar, og Elma, sum giftist til Svínoyar
Skúlaflokkur í Norðradali
á útferð. Lærarin er Karin
Samuelsen úr Kirkjubø. Kennir
nakar hini á myndini