Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 4. juli 2007 31 Teknikkari Søkt verður eftir teknikara at byrja skjótast gjørligt. Førleikakrøv: Fyrimunur er um umsøkjarin er útbúgvin radiomekanikari, radioteknikkari ella hevur líknandi royndir. Hevur kunnleika til teldur og net. Kann arbeiða sjálvstøðugt. Koyrikort er ein treyt. Arbeiðið umfatar: Uppsetan og tænastuveitan av: Navigatións-, fiskileiti- og samskiftisútgerð og fylgisveinatænastur til skip. Vestara Bryggja · Postsmoga 3033 110 Tórshavn · Tel. 352182 · info@vikmar.fo www.vikmar.fo Dómaraskrivstovan Avloysari fyri skrivstovufólk søkist Eitt áhugavert starv sum avloysari fyri skrivstovufólk í farloyvi er leyst at søkja á Dómaraskrivstovuni frá 1. august 2007 ella skjótast gjørligt. starvið er fulltíðarstarv í 10 mánaðir. Høvuðsuppgávur: • vanligt skrivstovuarbeiði • skráseting á teldu • telefonavgreiðsla Førleikakrøv • skrivstovuútbúgving, HH, student ella líknandi • Góð evni at samskifta á føroyskum og donskum máli • telduførleiki á brúkarastøði • Góð samstarvsevni Setanar- og lønartreytir setanar- og lønartreytir eru sambært felagssáttmála millum statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum Hk/stat og Finansministeriet. setanarøkið fevnir um allar deildir á Dómaraskrivstovuni, tó kemur tann, ið settur verður, mest at arbeiða í sivilrættinum. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til kathrinu magnussen, skrivstovuleiðara, á telefon 31 10 03. Umsóknir Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli skulu sendast til Dómaraskrivstovuna Postboks 28 FO-110 Tórshavn ella sum teldupostur til post@sorinskrivarin.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. juli 2007 kl. 12.00. SorinSkrivArin í FøroyUm tann 29. juni 2007 Størv í Hoyvíkar Skúla Søkt verður eftir tveimum lærarum og einum námsfrøðingi. Lærarastørvini: Annað starvið er fulla tíð og hitt er umleið 18 tímar. Endaliga tímatalið verður avgjørt í september. Bæði størvini eru tíðaravmarkað fyri lærarar við lækkaðum tímatali og vegna serligan tørv. Lærugreinar og flokkar: 1. flokkur: føroyskt, heimstaðarlæra, handaverk og list. 5. flokkur: kristni og føroyskt. 6. flokkur: enskt. 7. flokkur: kristni og rokning. Nakrir stuðulstímar. Umsøkjarar eiga at hava læraraútbúgving. Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Stuðulsstarvið: Vit søkja eftir námsfrøðingi at stuðla næmingi í 3. flokki. Starvið er 27 tímar. Løn sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin 16. juli. Meira fæst at vita við at venda sær til skúla­ stjóran, Birgit Arge á telefon 227603. Hoyvíkar Skúli Vegurin Langi Postsmoga 3073 110 Tórshavn Í Hoyvíkar Skúla verða komandi skúlaár umleið 500 næmingar í 22 flokkum frá 1.­7. flokk. Her fara at starvast 39 lærarar og 3 stuðlar. Ársaðalfundur Ársaðalfundur hjá Ognarhaganum í Kvívík verður í Glæmuni mikudagin 18. juli 2007, klokkan 19.00, við hesi dagsskrá: 1. Ársroknskapurin fyri 2006 2. Nýtt Ognarhús »Yviri í Gerði« 3. Útstykking »Frammi í Gerði« og »Frammi í Forna« 4. Ymiskt Nevndin fyri Ognarhagan í Kvívík Lærari tiL Leyna- Vála- skúla Søkt verður eftir lærara/vikari til 7/8 avlopstímar í skúlaárinum 2007/2008 Tann, ið verður settur, skal undirvísa: • 1-3 árgang í heimstaðarlæru, frílesing, handverk og list • 4-5 árgang í kristni, enskum, søgu og frílesing Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við prógvum, C.V. og møguligum við- mælum, skulu vera skúlaleiðaranum í hendi seinast fríggjadagin 6. juli 2007. Skulu sendast Leyna skúla, 335 Leynar. Nærri fæst at vita um starvið hjá forkvinnuni í skúlastýrinum, Rannvá Dam, tlf. 421787 ella 252000. Leyna- Vála Skúli hevur komandi skúlaár uml. 6 næmingar frá 1.-5. árg. og 2 lærarar. lýsingar