mikudagur 4. apríl 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Netamontering á
Oyrarbakka byggir
út. Hølisviðurskiftini
vóru ikki nøktandi,
og nú verður plássið
umleið tvífaldað
FISKIREIÐSKAPUR
Edvard Joensen
Garnavirkið Netamonter-
ing á Oyrarbakka byggir út
fyri at betra arbeiðsumstøð-
urnar til vaksandi eftir-
spurningin.
Umstøðurnar til at gera
gørn til føroysku garnabát-
arnar vóru vorðnar so mik-
ið truplar, at neyðugt var at
byggja virkið út, sigur
Eddie Ennigarð á Neta-
montering
Hann greiðir frá, at Neta-
montering flutti í hølini hjá
Fiskaaling við Streymin
fyri
umleið
fimm-seks
árum síðan. Tá arbeiddu
fýra fólk á virkinum. Í dag
eru tey 10 fólk til arbeiðis.
Tey gera gørn til svart-
kalva- og havtaskuskipini,
sum royna undir Føroyum.
Eisini hevur virkið gjørt
onkran
grønlendskan
garnabát út seinnu árini.
Men grønlendingar fara
nú sjálvir at seyma gørn, og
í tí sambandi er stjórin á
Netamontering, Hjalgrím
Dahl, í Grønlandi og lærir
teir at brúka maskinurnar,
teir hava keypt.
Netamontering ger gørn
til eini sjey-átta føroysk
garnaskip,
sigur
Eddie
Ennigarð. Umframt eru so
tvey onnur, sum vanliga
seyma síni egnu gørn, men
eisini av og á fáa gørn frá
Netamontering. Tey keypa
tó eisini væl av aðrari út-
gerð frá virkinum á Oyrar-
bakka, sigur hann.
Hjalgrím Dahl, sum eig-
ur virkið, keypti herfyri
hølini, virkið húsaðist í. frá
Fiskaaling. Tey vóru ov
trong, so farið varð at kalla
beinanveg undir at byggja
út. Bygt verður upp í suður-
eftir. Ein bygningur, sum er
væl rúmligari enn tann ver-
andi, sigur Eddie Ennigarð.
Í nýggja bygninginum
verður seymihøll í niðaru
hæddini, meðan tann ovara
fer at hýsa matstovu og
skrivstovu.
Gamli bygningurin verð-
ur nýttur til goymslurúm.
Men hann er longu í minna
lagi, og gjørdir eru møgu-
leikar fyri at byggja út
norður eftir eisini. Sum er
verða bingjur, sum standa
uttan fyri, nýttar sum
goymslurúm.
Umframt garnavirkið er
eisini handskavirki í sama
bygninginum.
Hjalgrím
Dahl keypti fyri nøkrum
árum síðan maskinurnar frá
handskavirkinum á Húsum
og setti tær upp við Streym-
in. Virkið er í gongd soleið-
is av og á, sigur Eddie
Ennigarð.
Men tað er tó ikki so ofta,
tey baka handskar, sum
hann nevnir tað. Tí loyvir
tíðin ikki, tí so mikið væl er
at gera við netamontering-
ini.
Heldur ikki er tað serliga
heppið, at handskavirkið og
garnavirkið eru í somu
hølum, tí handskafram-
leiðslan skapar nógvan
royk, sum ikki er serliga
hugaligur at arbeiða annað
arbeiði saman við, sigur
hann.
Netavirkið byggir út
Garnavirkið Netamontering
á Oyrarbakka byggir út og
tvífaldar húsarúmdina
Mynd: Edvad Joensen
Nr. 66 - 4. mars 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Símun David Kalsø er
lættur á fótum, hóast
hann er uppilagstur
eftir eitt lív sum
sjómaður. Í dag
verður hann 90 ár
90 ÁR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Hann hevur siglt
meginpartin av lívi sínum,
kennir høvini og fiskileið-
irnar, men seinnu árini hev-
ur hann verið í landi. Hann
gremur seg um, at hann
einki ger til nyttu longur.
– Eg passi meg sjálvan,
men annars geri eg einki til
nyttu, heldur Símun David
Kalsø, sum í dag verður 90
ár.
Dagurin verður hildin í
heiminum við Stoksoyra-
vegin seinnapartin í dag.
Símun David vaks upp á
Húsum, og hann fór at taka
eina hond í, so skjótt hann
var førur fyri tí.
– Eg havi arbeitt, so
leingi eg kann minnast. Tað
var altíð okkurt at tríva í tá
í tíðini. Pápi mín hevði jørð
og kríatúr, og hann var eis-
ini skómakari. Eg var við í
nógvum av arbeiðum, frá tí
at eg var smádrongur, sigur
Símun David.
Við slupp
Símun David fór fyrstu ferð
til skips sum 16 ára gamal í
1927. Tá vóru dreingirnir
ofta yngri, tá teir fóru
burtur fyrstu ferð.
– Eg var ikki so grammur
at fara til sjós, men eg helt,
at eg kundi ikki blíva við at
ganga og mæla á Húsum,
minnist Símun David.
Og bíðaði hann eitt sind-
ur longur enn aðrir dreingir
við at fara til skips, so
mundi hann verða drúgvari
enn teir flestu á sjónum.
Símun David sigldi til hann
var komin langt upp í árini,
og hann var skipari nógv ár.
– Mær dámdi altíð líka
væl at sigla. Eg havi kent
meg væl á sjónum, og tað
hava verið nógvir minnilig-
ir túrar, sigur hann.
Fyrsti túrurin til skips var
við sluppuni Saltoyruni,
sum systkinabarnið, Joh-
annes Hansen, førdi. Seinni
var Símun David við skift-
andi sluppum og skipum.
Royndi at søkkja
skipið
Símun David sigldi øll
krígsárini við fiski úr Før-
oyum til Bretlands. Hann
var skipari á Fimm Systr-
um, sum sigldi til Fleet-
wood í Onglandi.
– Eg helt tað var best at
sigla vestanfyri Ongland, tí
á teininum har niður vóru
ikki so nógv flogfør, sigur
Símun David.
Fleetwood liggur á vest-
urstrondini í Onglandi, og
hóast tað er fittur teinur
longur til hendan býin enn
til eitt nú Aberdeen, so helt
Símun David, at hetta var
betra valið.
– Men vit sluppu ikki
undan týskinum. Tíðliga í
krígnum var eitt flogfar
eftir okkum, stutt eftir at vit
vóru farnir úr Føroyum.
Hann fleyg sera lágt yvir
okkum
og
slepti
eini
bumbu. Tað var bara eitt
Guds undur, at bumban
gekk leys av skipinum og
fór í havið uttan at spreingj-
ast.
– Hevði bumban sprongst
í dekkinum, vóru vit ikki
komnir livandi frá hending-
ini, heldur Símun David.
Sama flogfar, sum royndi
at søkkja Fimm Systrar,
helt leiðina yvir Havnina og
tveitti onkrar bumbur har.
Vinnur ikki á
aldrinum
Hóast kvøkkin frá hesi
hendingini, helt Símun
David áfram at sigla við
fiski til Bretlands øll krígs-
árini.
– Vit kundu ikki bara allir
leggja okkum heima, tí so
hevði einki borið til, sigur
hann.
Teir fingu maskinbyrsu
umborð á Fimm Systrar
eftir hendingina við týska
flogfarinum, men teir fingu
ongantíð brúk fyri henni í
aðrir uppgerð við týskara á
vengjum.
Eftir kriggið helt Símun
David fram við at sigla, og
hann var sjómaður til hann
kom langt upp í árini.
Nú heldur Símun David,
at minnið er farið at bila, og
hann heldur, at tað skyldast
einum kjøtbita, hann át fyri
tveimum árum síðani. Hes-
in kjøtbitin var ikki í lagi og
rakti Símun David sum eitt
skot.
– Síðani haldi eg ikki, at
eg havi verið tann sami,
men ongin hevur vunnið á
aldrinum, so hví skuldi eg
gjørt tað, sigur hann og
flennir.
Símun David giftist við
Andreu, og hann hevur tvey
børn – Ásu og Daniel. Kon-
an fór fyri fleiri árum síð-
ani.
Símun David eigur seks
abbabørn, og fýra teirra
búgva í Danmark. Mána-
dagin kom dóttirin, maður
hennara og tey fýra abba-
børnini úr Danmark til
Klaksvíkar at halda føðing-
ardagin.
– Ongin vinnur á aldrinum
90 ára gamli Símun David Kalsø hevur verið sjómaður alt sít
lív, og eitt tíðarskeið var hann við Skálaberg, sum hongur
innrammaður á vegginum í heiminum.
Mynd: Eyðun Klakstein
Kostnaðarmetingin
fyri arbeiðið at gera
eldraíbúðir undir
Kráarbrekku í
Klaksvík fer at halda
ÚTBJÓÐING
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Seinnapartin
mánadagin vórðu tilboðini
til arbeiðið at gera eldra-
íbúðir undir Kráarbrekku í
Klaksvík latin upp.
Arbeiðið varð boðið út í
pørtum fyri at fáa fleiri at
bjóða, og tað eydnaðist
eisini.
– Vit hava fingið 20 til-
boð til tey ymsu arbeiðini,
og hóast nógv er at gera í
løtuni, halda vit, at tað er
kapping um at fáa ymsu
arbeiðini. Í hvussu er fer
kostnaðarmetingin fyri ar-
beiðið at halda, sigur
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík.
– Vit halda okkum tó
síggja, at feløgini í Norð-
oyggjum og Eysturoy hava
latið lægri tilboð enn feløg
í Havn, sigur hann.
Byrjaðir at gera
sambýli
Nú skulu tey ymsu tilboðini
kannast væl, áðrenn støða
verður tikin til, hvør skal
gera tey ymsu arbeiðini.
Fleiri av lægstu tilboðunum
eru jøvn, og tí er neyðugt at
samanbera
tey,
áðrenn
nøkur støða verður tikin.
Arbeiðið at byggja eldra-
íbúðirnar
undir
Kráar-
brekku skal byrja sum
skjótast, og klárt er at fara í
gongd, tí grivið er út fyri
íbúðunum.
Í eldraøkinum verður eis-
ini eitt sambýlið, og arbeið-
ið at gera hetta sambýlið er
farið í gongd. Tað er Kan-
jon, sum hevur fingið bet-
ongarbeiðið, meðan Jan
Nielsen skal gera timbur-
arbeiðið.
Sambýlið skal verða klárt
komandi ár, meðan alt
eldraøkið skal standa liðugt
í 2003.
Stórur áhugi hevur verið
millum fólk fyri at fáa eina
av íbúðunum undir Kráar-
brekku,
og
Klaksvíkar
kommuna hevur fingið eina
ørgrynnu av umsøknum til
hesar íbúðir.
Nógv tilboð uppá eldraíbúðir
Byggifelagið Kanjon er farið undir at gera sambýlið í eldraøkinum undir Kráabrekku. Í næstum
verður farið undir at byggja eldraíbúðirnar.
Mynd: Eyðun Klakstein
Vegir, gongubreytir
og kjallar fingu
skaða, tá tað regnaði
av grimd í Klaksvík
mánakvøldið. Støðan
í býnum er verri av, at
skaðarnir frá tiltikna
glopraregninum í fjør
ikki eru gjørdir aftur
enn
VATNSKAÐAR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tað vóru fleiri
skaðar í Klaksvík av nógva
regninum, sum kom niður
mánakvøldið.
Onkrir vegir, gongu-
breytir og kjallarar fingu
skaða, og menn frá Klaks-
víkar kommunu vóru til ar-
beiðis mánanáttina fyri at
avmarka avleiðingarnar av
oysregninum.
– Tað ger ikki støðuna í
bý num betri, at skaðarnar
frá regninum 18. september
í fjør ikki eru afturgjørdir
enn. Tað tykist sum tað
lættari flýtur yvir nú, sigur
Steinbjørn Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík.
Floymdi í kjallarar
Helnabrekka vísir seg at
verða útsett, tá nógv regn
er, og aftur hesaferð skol-
aði partur av gongubreyt og
vegi burtur. Hetta var eitt
økið, sum var hart rakt í
fjør.
Eisini á Traðargøtu fleyt
yvir, og vatnið streymaði
oman á Víkavegin. Her
hevur ein brekka og onkur
kjallari fingið vatnskaða.
– Vit hava fingið fleiri
fráboðanir um, at vatn er
floymt inn í kjallarar og at
vegir og gongubreytir hava
fingið skaða. Í morgun eru
menn farnir at rudda eftir
regnið, segði Steinbjørn
Jacobsen fyrrapartin í gjár.
Klaksvíkar
kommuna
hevur roynt at bøta um
skaðarnar eftir rengið í
september í fjør, men hetta
eru umvælingar fyri nógvar
milliónir.
Kommunan hevur søkt
landsstýrið um fíggjarligan
stuðul til umvælingar, men
hevur einki svar fingið enn.
Regnið gjørdi
aftur ónáðir