mikudagur 4. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 4. mars 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Eftir páskir verður
konsert í Lærara-
skúlahøllini við
ókeypis atgongd.
Endamálið við kon-
sertini er at stuðla
upp undir fullveldis-
stríðið og at sýna
fram føroyskan
tónleik
FULLVELDISKONSERT
John Johannessen
Fríggjakvøldið 20. apríl
verður politisk konsert í
Læaraskúlahøllini í Havn.
Konstertin skal vera ein
sýnisgluggi fyri føroyskan
tónleik, ið virkar eftir teirri
grundhugsan, at føroyingar
eru serstøk tjóð í heimin-
um, og at hetta eisini er
galdandi innan tónleika-
heimin.
Tað eru Jón Tyril úr tón-
leikabólkinum
CLICK-
HAZE, Jón Joensen úr
TÝR og Niels Arge Galán
úr 200, ið skipa fyri tiltak-
inum, ið hevur fingið heitið
FREE FØROYAR.
Jón Tyril ásannar, at
heitið á konsertini hevur
politiskar undirtónar. Men
tað er eisini meiningin.
– Við at vísa á ein før-
oyskan tjóðarsamleika og
skipa fyri mentanarligum
tiltøkum haldi eg, at stuðl-
að verður upp undir full-
veldisstríðið. Alt sjálv-
stýrisstríð føroyinga byrjaði
jú sum eitt mentanarstríð.
Fyri mær eru hesi tingini
tengd saman, sigur Jón
Tyril.
Bólkarnir, sum verða við
á konsertini, eru 200, Týr,
Clickhaze, Marigold, Dia-
tribes,
Happy,
Sámal
Ravnsfjall, Teir og Side
Effect.
Tríggir av hesum bólkun-
um eru við í Prix Føroyar
finaluni, men Jón Tyril
lovar, at teir fara at spæla
annað tilfar til konsertina í
Læraraskúlahøllini.
– Ætlanin er ikki at kapp-
ast við Prix Føroyar, men
heldur at geva eitt ískoyti,
sigur Jón Tyril.
20. apríl verður Læraraskúlin
karmur um konsert, ið skal
stuðla fullveldisstríðnum
Halda konsert fyri frælsum Føroyum
MVC-FD 85
Digitalt still-
myndatól
· til disklar
· 1,3 mio. pixel
· 3x optiskt
zoom
· 1280 x 960
pixel (SXGA)
· MPEG movie
Digital upptøkutól
8
· 3,5" LCD
· battarílivitíð: 14 t.
· 100x digit. zoom (25x opt.)
· Super SteadyShot
· Super Laser Link
· Super NightShot
DCR-PC110
Mini DV-
upptøkutól
· ultrakompakt
· sjálvvirkandi blits
· 1070K Mega-
pixel CCD
· Memory Stick
· Video-mail
· Carl Zeiss-linsu
DCR-TRV20
Mini DV-
upptøkutól
· 1070K Mega-
pixel CCD
· Memory Stick
· 40x digitalt zoom
(10x optiskt)
· Carl Zeiss-linsu
Myndirnar tala fyri seg...
DCR-PC4
Mini DV-upptøkutól
· Carl Zeiss-linsu
· Advanced HAD-tøkni
· 1,3 mio. pixel
· 40x dig. zoom (10x opt.)
· Super Steady Shot
DCR-TRV620
DSC-P1
Cyber-Shot myndatól
· hent kompakt snið
· 3,34 Megapixels CCD
· Optiskur leitari og
LCD-skíggi
· MPEG filmfunktión
í bestu dygd
· Clip Motion
8.385,-
8.385,-
9.995,-
9.995,-
19.995,-
19.995,-
12.595,-
12.595,-
17.995,-
17.995,-
14.995,-
14.995,-
LM-Handilin · Smyrilsvegur 2 · Tel 31 12 20 · Boks 3100
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
TIT SPYRJA VIT SVARA
SOSIALRÁPGEVIN
Hvør eigur at fáa
hjálp?
Vit eru tvær einligar konur.
Vit eiga eina smáttu hvør,
og hava bert fólkapensjón
og einki annað at liva av.
Onnur bað Almannastov-
una um hjálp, og fekk bæði
vaskimaskinu og komfýr,
sum er goldið av Almanna-
stovuni. Hin bað um hjálp
til komfýr og fekk pappír
sendandi at fylla út til húsa-
lánsgrunnin at søkja um
bjálvingarlán. Men hon
segði nei takk. Hvør eigur
at fáa hjálp?
Í juni 1997 komu ymiskar
broytingar í gildi viðvíkj-
andi umsóknum um persón-
ligt ískoyti til húsarhalds-
tól.
Húsalánsgrunnurin
kemur í framtíðini at um-
sita partar av umsóknun-
um, tvs. umsóknir um hita-
ketil, oljufýr, oljutanga,
kamin,
komfýr,
vaski-
maskinu- og kuldaskáp,
vísandi til løgtingslóg nr.
118 frá 18.06.97 um Húsa-
lánsgrunnin og kunngerð
nr . 55 frá 28.05.98.
Stuðulin til húsarhaldstól
verður veittur sum lán og
kann hægst verða 30.000
krónur íroknað mvg. Treyt-
in fyri stuðulslán er, at um-
søkjarin er njótandi av-
lamis-, fólka ella einkju-
pensionistur og býr í egn-
um húsum ella íbúð.
Serlig umsóknarbløð fá-
ast frá Húsalánsgrunnin-
um, Almannastovuni í Havn
og øllum økisdeildunum
Almannastovurnar á bygd.
Torført er at siga, hví
málsviðgerðin hevur verið
ymisk hjá tykkum báðum,
men uttan iva hevur onnur
tykkara søkt innan lógar-
broytingina og hin aftaná
nýggja lógin kom í gildi.
Spyrjið serfrøðingarnar
Hava tit spurningar til serfrøðingarnar,
kunnu tit senda teir til:
Sosialin
postsmogu 76
110 Tórshavn
ella á fax: 314720
og teldupostadressuna:
spyr@sosialurin.fo
– Vit miða eftir at
hava so fáar deildir
afturlatnar sum til
ber, eisini fyri at
minka um avleiðing-
arnar av afturlating-
ini. Hinvegin eru
afturlatingarnar um
somu tíð sum annað
virksemi í landinum
verður skrúvað niður.
Avbjóðingin er at
finna tað støðið av
virksemi sum ger, at
vit ikki renna okkum
í trupulleikar, sigur
Marin Vang, sjúkra-
røktarstjóri á Lands-
sjúkrahúsinum
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Turið Kjølbro
Aftur í summar verða fleiri
deildir á Landssjúkrahús-
inum stongdar, men tó í
minni mun í mun til und-
anfarnu ár. Orsøkin til aft-
urlatingina er kend.
– Stovnurin skal spara og
starvsfólk skulu í summ-
arfrí. Við at lata aftur kunnu
vit avgreiða frítíðina, av-
spáking og fyribyrgja upp-
tjening av tímum, tá ið ar-
beitt verður halgidagar, sig-
ur Marin Vang, sjúkrarøkt-
arstjóri á Landssjúkrahús-
inum.
Deildirnar E2 og E3 vóru
afturlatnar í nógvar vikur í
fjør, men hava opið sum
vanligt í ár.
– Orsøkin til at hesar
vórðu stongdar so leingi í
fjør var, at tað var so trupult
at útvega frítíðaravloysarar.
Tað er ikki nógv lættari at
útvega avloysarar í ár, men
hinvegin ber tað ikki til at
leggja so nógvar medi-
sinskar
sengur
niður.
Størsti parturin av sjúkling-
unum á medisinsku deild-
unum eru fólk, sum eru
ógvuliga sjúk, røktarkrevj-
andi og tey sum koma inn
akutt, og tá ber ikki til
framman undan at siga,
hvussu stórur tørvurin er.
Vit miða eftir at hava so
fáar deildir afturlatnar sum
til ber, eisini fyri at minka
um avleiðingarnar av aftur-
latingini. Hinvegin verða
deildirnar latnar aftur um
somu tíð sum annað virk-
semi í landinum verður
skrúvað niður í og við, at
summarfrítíð er. Avbjóð-
ingin er at finna tað støðið
av virksemi sum ger, at vit
ikki renna okkum í trupul-
leikar. Tíðin fer at vísa um
vit hava so mikið opið sum
tørvurin er. Tað veldst um
sjúklinga- og sjúkramynstr-
ið, og summarið er vanliga
ikki so hart í so máta - sum
til dømis veturin við krím-
sjúku, influensu, beinbroti
og øðrum, sigur Marin
Vang.
Afturlatingarnar
eru
longu
byrjaðar.
Onnur
medisinska
deildin
B7
hevur longu verið afturlatin
í skjótt tvær vikur, og B6
hevur afturlatið í tvær vikur
á páskum. B7 og B6 verða
skiftivís afturlatnar frá viku
26 til 34, og so aftur í viku
51 og til við fyrstu viku í
komandi ári.
Skurðdeildin A3, sum
vanliga bert er opin yrka-
dagar, verður afturlatin í
næstu og aðru viku, síðani
aftur í summar frá viku 26
til og við viku 33, aftur í
heyst í viku 42 og síðani
síðst í árinum frá viku 51 til
og við fyrstu viku í kom-
andi ári. Í alt 1 3 vikur.
Psykiatriska deild ella
deild 1 verður afturlatin á
páskum í eina vika. Deild 3
hevur afturlatið frá viku 25
til og við fyrru helvt av
viku 29, og deild 5 hevur
stongt frá seinnu helvt av
viku 29 og til og við viku
33. Deild 1 hevur sum und-
anfarin ár aftur stongt á jól-
um í eina viku.
– Endamálið er, at tær
akuttu deildirnar eru aftur-
latnar minst møguligt, men
tær meiri kronisku deildir-
nar verða latnar aftur fyri
ein part, sigur Marin Vang.
Í nógv ár hevur staðið á
at útvega nóg mikið av
avloysarum. Til summar
deildir er verri at fáa fólk
yvirhøvur enn til aðrar
deildir. Lýst hevur verið í
føroyskum og donskum
bløðum eftir sjúkrasystrum.
– Vit hava fingið fitt av
afturmeldingum.
Eisini
verður ein flokkur av
sjúkrasystrum liðugur í
summar, sigur Marin Vang.
Er tað ringt at fáa sjúkra-
systrar í avloysarastørv, er
tað munandi verri at fáa
læknar hendan vegin at
arbeiða, tó ikki verri á
sumri
enn
restina
av
árinum.
Landssjúkrahúsið minni skert í summar
– Deildirnar á Landssjúkrahúsinum sum taka sjúklingar inn akutt, verða afturlatnar minst møguligt, meðan hinar verða latnar
aftur fyri ein part, sigur Marin Vang, sjúkrarøktarstjóri
Mynd: Jonhard Hammer