mikudagur 4. apríl 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 4. mars 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Rækjutrolarin er nú á
veg til Danmarkar til
eftirlit, men um einar
14 dagar verður hann
klárur at fara til
fiskiskap
SKIPSKEYP
Áki Bertholdsen
Nú er aftur ein rækjutrolari
komin til Vágs.
Tað eru Jákup Olsen,
sum
hevur
keypt
ein
brúktan rækjutrolara úr
Íslandi. Trolarin er yvir-
tikin, hevur fingið føroyskt
flagg og er skrásettur í
Vági.
Hann
eitur
nú
“Hvannaberg”.
Jákup Olsen, sigur, at
trolarin er keyptur fyri 14
milliónir frá einum felag í
Íslandi, sum fór á húsa-
gang. Men sjálvur hevur
trolarin verið skrásettur á
San Vincent. Hann hevur
mest fiskað á Flemish Cap,
men onkran túr hevur hann
verið við Svalbarð.
Tá ið íslendska felagið
fór á húsagang, varð bát-
urin lagdur í eitt norskt
felag, haðani hann nú er
keyptur til Vágs.
Hetta er ein 22 ára gamal
bátur, sum á sinni varð
bygdur í Noregi til Grøn-
lands. Seinni er hann so
aftur seldur íslendska felag-
num.
Talan er um ein av teim-
um smærru rækjutrolar-
unum. Hann tekur 250 tons,
men hann hevur fulla
verksmiðju umborð.
Jákup Olsen væntar, at
góðir møguleikar eru at fáa
tað at bera til við nýggja
bátinum, tí væl er hann lítil,
men afturfyri er hann
heldur ikki serliga dýrur.
Báturin
hevur
fingið
fiskiloyvi frá landsstýrin-
um og fer mest at fiska við
Svaldbarð og í russiskum
og norskum sjógvi. Og tað
er hann góður til, sigur
Jákup Olsen.
Báturin skuldi fara úr
Reykjavík í gjárkvøldið til
Skagen, har hann skuldi til
eftirlit
fyri
at
verða
góðkendur, Tað var norskr
seljarin, sum treytaði sær,
at báturin fór á skipasmiðju
í Skagen.
Jákup Olsen væntar at
hann verður klárur at fara
til fiskiskap um einar tvær
vikur. Tað vera 14 mans við
honum.
Skipari
verður
sandvíkingurin, Eyðun Jo-
hannesen,
sum
býr
á
Tvøroyri, hann er eisini ein
av eigarunum.
Mugu bjarga kvotuni
Annars hevur tað verið ikki
sørt av mótstøðu ímóti at
fleiri rækjbátar koma til
landið, tí sagt verður, at
grundarlag er ikki fyri fleiri
skipum.
Hesum er Jákup Olsen
ikki samdur í.
– Tað er altavgerandi , at
vit brúka teir fiskidagar,
okkum er tillutað, tí annars
eru tað stór virði, sum
gleppa okkum av hondum
og tað kann ikki forsvarast.
Ongin tosar um, at vit hava
mist fiskidagar til eini
fimm rækjuskip, tí vit hava
ikki
brúkt
teir
dagar,
okkum er tillutað. Tað er
púra greitt, at hini londini
skerja okkara fiskidagar, tá
ið vit kortini ikki brúka teir
dagarnar, sum vit fáa
tillutað.
Jákup Olsen sigur, at fyri
nøkrum árum síðani høvdu
føroyingar 2.700 dagr við
Svalbarð. Nú hava vit bara
1.300 eftir. Orsøkin til at vit
hava mist so nógvar dagar,
er tí at vit ikki hava brúkt
teir, sigur Jákup Olsen.
– Tað kann væl
henda, at vit noyðast
at leggja arbeiðið
niður fyri at fáa
viðurskiftini í rættlag,
sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í
Føroya Arbeiðara-
felag
FAKFELAGSSTRÍÐ
Áki Bertholdsen
Stríðið um arbeiðsfólkið í
Kollafirði er ikki av enn.
Tvørturímóti er vandi nú
fyri, at stríðið er í ferð við
at harnað um, hvørjum fe-
lag arbeiðsfólkið í Kolla-
firði skulu vera limir í.
Kollafjarðar Arbeiðara-
felag er limur í Føroya
Arbeiðarafelag. Men nú
Kollafjørður kom upp í
Havnina, vildi Havnar Ar-
beiðsmannafelag hava ar-
beiðsmenninar í Kollafjørði
sum limir.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag heldur, at tað er
óheppið, at arbeiðsfólk í
somu kommunu eru undir
tveimum sáttmálum.
Hetta varð tó afturvíst.
Men fyri tað valdar ikki
friður um málið.
Ingeborg Vinther sigur, at
Tórshavnar Kommuna vil
ikki betala Føroya Arbeið-
arafelag limagjald, eftirløn
og lívstrygging hjá arbeiðs-
fólki í Kollafirði.
Hetta sama er galdandi
fyri dagrøktararnar í Kolla-
firði, sum eisini eru limir í
Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther sigur, at
hon hevur fleiri ferðir gjørt
býráðnum varugt við hetta
og at limagjaldið, eftirlønin
og lívstryggingin hjá
arbeiðsfólkið og dagrøkt-
arum í Kollafirði skal
betalast til Føroya Arbeið-
arafelag, tí tað er har, at
kollfirðingarnir eru limir.
– Men vit fáa onki svar
frá Tórshavnar Býráð.
Ingeborg Vinther sigur, at
Føroya Arbeiðafelag fer tí
at viðgera spurningin um at
fara í verkfalli ímóti Tórs-
havnar Kommunu. Hon
sigur, at fáast viðurskiftini
ikki í rættlag nú, verður
arbeiðið helst niðurlagt til
Tórshavnar
Kommuna
hevur fingið viðurskiftini í
rættlag.
Kommunala
Arbeiðs-
gevarafelagið
hevði
aðalfund um vikuskiftið
og tá varð nýggj nevnd
vald.
Í nevndini sita nú Jon
Konoy, skrivari, úr Leir-
vík, Gerhard Lognberg,
borgarstjóri, úr Skopun,
teir eru báðir afturvaldir.
Nývald í nevndina eru
Gunn Joensen, borgar-
stjóri, úr Vestmanna,
Herálvur
Jacobsen,
bygdaráðslimur, úr Sør-
vági og Sunniva Kolls-
líð, bygdaráðslimur, úr
Hvalvík .
Úr nevndini fóru Petur
Kruse úr Sørvági, Anna
Larsen úr Porkeri og
Oskar Joensen av Nesi,
tey stillaðu ikki upp-
aftur.
Hava fingið nýggja
nevnd
Stríðast enn um kollfirðingar
Nú nærkast av álvara, at vit fara at seta tiltøk í verk ímóti Tórshavnar Býráð, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag
Aftur ein rækjutrolari komin inn á Vágsfjørð
Jákup Olsen
Festarar í einum
hagaparti í Oyndar-
firði eru ikki glaðir
um, at Jarðarráðið
hevur tikið avgerð
um, at fremja eina
útskifting í bygdini.
Teir óttast, hvat
útskiftingin fer at
hava við sær innan-
garðs, tí vandi er fyri
at missa vetrarbitið,
halda teir. Jarðarráðið
metir hinvegin, at
útskiftingin fer at
geva einum manni
betri møguleikar at
reka ein bóndagarð
við góðum
rakstrarúrsliti
ÚTSKIFTING
Stefan í Skorini
Føroya Jarðarráð hevur tik-
ið avgerð um at ein partur
av kongsjørðini í Oyndar-
firði skal útskiftast. Talan
er um tveir hagapartar, sum
skulu býtast umaftur. Tað er
tann gamli próstahagin
Skoratind, sum prósturin á
Nesi átti í gamlari tíð, og
Dalhaga talan er um.
Tað er Ingvar Johansen,
sum hevur sókt sýslumann-
in í Eysturoynni um at fáa
jørðina útskifta. Ingvar eig-
ur Dalhaga, sum er einbýtt-
ur hagapartur, ið er 4,5
merkur, meðan hann eigur
3,5 merkur av øðrum haga-
parti, Skoratindur nevndur.
Hesin hagapartur er 10,5
merkur tilsamans, og har
eru sjey aðrir festarar, ið
hava ein mørk í part. Ingvar
hevur søkt um at fáa sín
part av jørðini í Skoratindi
lagda saman við Dalhaga,
so at tað verður ein haga-
partur.
Soleiðis kann hann ráða
yvir allari sínari jørð uttan
at vera saman við øðrum
festarum. Føroya Jarðarráð
hevur gingið hansara ynski
á møti. Tey gomlu mørkini
millum hagapartarnar vera
tikin burtur, og nýggj sett
ístaðin.
Tá grannastevna var í
Oyndarfirði mánakvøldið
atkvøddi Jarðarráðið fyri
útskiftingini, sum nú verð-
ur løgd fyri eina útskifting-
arnevnd.
Atkvøðugreiðslan fór so-
leiðis fram, at festararnir í
hagapartinum sluppu ikki
at atkvøða, men Jarðarráð-
ið atkvøddi fyri allar part-
arnar. Teir smáu festararnir
eru illir um, at Jarðarráðið
kann taka teir av ræði, men
soleiðis er mannagongdin.
Óttast útskiftingina
Teir smáu festararnir í
Skoratindi, sum eiga eina
mørk í part, kvíða fyri eini
útskifting, sum fer at taka
vetrarbitið í bygdini frá
teimum. Sum nú er sleppur
seyðurin at ganga á vetrar-
biti í bygdini.
Tað er so, at yvirliggjandi
hagi altíð eigur undirliggj-
andi bø. Um útskiftingin
lagar tað soleiðis, at teir
smáu vera kroystir av bøn-
um um bygdina, so verða
teir avskornir frá vetrarbit-
inum og seyðahúsunum.
– Vit eru fyrst og fremst
bangnir fyri, hvat útskift-
ingin fer at hava við sær
innangarðs, sigur ein av
festarunum.
Breið semja var millum
teir smáu festararnar á
grannastevnuni, at teir fara
ikki at lata sær lynda, um
útskiftingin verður gjørd
soleiðis, at teir missa at-
gongd til vetrarbiti og
seyðahúsini, so teir vera
noyddir at ganga langt fyri
at geva seyðinum.
– Tey uppskot, sum vit
hava sæð eru soleiðis, at vit
skulu ganga langa leið fyri
at geva okkara seyði. Ein
geiri er oman í bygdina,
men seyðurin finnur ikki
altíð útav at koma oman
her, sigur ein annar av fest-
arunum.
Møguleiki fyri betri
rakstri
Jóannes Dalsgarð, stjóri í
Føroya Jarðarráði, heldur,
at ynski hjá Ingvari er
ógvuliga rímiligt, tá hugsað
verður um, at hann vil
leggja sína jørð saman til
ein hagapart.
– Vit meta tað vera eitt
ógvuliga rímiligt ynski at
gera eina útskifting í hesum
báðum hagapørtunum, so at
ein maður kann hava sína
jørð einsamallur, bæði við-
víkjandi rakstrinum og
framtíðar útbygging. Tað er
lættari at hava ein haga ein
at vera partur av tveimum
saman við øðrum, sigur
Jóannes Dalsgarð.
Jarðarráðið metir sostatt,
at umstøðurnar hjá bóndan-
um at fáa betri búskaparligt
úrslit vera betraðar mun-
andi, og tað er óheppið, at
ein bóndi hevur fest í
tveimum hagapørtum.
– Festarin hevur í øllum
førum betri møguleika fyri
at skapa eitt frægari bú-
skaparligt
úrslit,
sigur
Jóannes Dalsgarð.
Jóannes leggur tó dent á,
at tað ber ikki til at vita
frammanundan, hvussu út-
skiftingin verður, men tað
kundi hent, at hann fekk
betri møguleikar fyri at
velta og annað.
Enn er ikki greitt, hvørjar
ætlanir Ingvar hevur við-
víkjandi útbygging, um út-
skiftingin verður framd.
Sosialurin royndi at fáa
viðmerking frá Ingvari,
men hann var ikki at fáa
fatur á týsmorgunin.
Síggja onga meining
Teir smáu festararnir siga
seg ikki duga at síggja
nakra høpi í útskiftingini, tí
fleiri hava roynt at fingið
garðin at bera seg men
uttan eydnu.
– Tað sigst, at útskifting-
in hevur til endamáls, at
bóndin kann byggja eitt
fjós til neyt, og at hann
kann hava neyt í sínum
haga. Men tað ber ikki til at
hava neyt í Dalhaga, tí tað
er ov bratt til so stór djór,
og tey detta oman, sigur
Jón Ingi Eidesgaard.
Smáu
festararnir
eru
sannførdir um, at einasta
broytingin eftir útskift-
ingina eftir øllum at døma
verður, at bóndin kann
hegna sítt øki inni, og teir
missa vetrarbiti og atgongd
til seyðahúsini.
Jón Ingi er heldur ikki av
tí áskoðan, at slík manna-
gongd er í trá við útoyggja-
álitið, sum verður lagt fram
í næstum, tí hann heldur, at
tað skulu vera fólk á staðn-
um, ið eiga at taka avgerð-
irnar viðvíkjandi jørðini.
Nú skal málið leggjast
fyri eina útskiftingarnevnd,
og Føroya Jarðarráð hevur
einki við sjálva útskifting-
ina at gera. Útskiftingar-
nevndin kemur fram til ein
úrskurð, men festararnir
kunnu kæra henda úrskurð-
in til yvirútskifting. Lands-
stýrið útnevnir formannin í
nevndini, sum hevur til-
knýti til Matrikulstovuna.
Hinar báðar limirnar út-
nevnir
dómarin.
Hesir
nevndarlimir skulu vera
ógegnigir og ikki hava nak-
að tilknýti til Eysturoynna
ella Oyndarfjørð.
Vreiðir festarar í Oyndarfirði:
Jarðarráðið tekur okkum av ræði
Øssur Midjord frá Matrikulstovuni greiddi frá, hvussu ein útskifting fer fram, meðan bygdafólk og festarar lýddu á
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað var ikki sørt av ónøgd millum festararnar um útskiftingina, tí teir stúra fyri avleiðingunum.
– Vit eru bangnir fyri, hvat útskiftingin fer at hava við sær innangarðs
Mynd: Jens Kr. Vang
Jóannes Dalsgarð metir at
ein festari hevur betri
møguleikar fyri góðum
rakstrarúrsliti eftir
útskiftingina