mikudagur 4. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 4. mars 2001
11
gult cyan magenta svart
10
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Eftir at hava mist
áhugan fyri oljuleiting á
føroyska land-
grunninum fyri
tveimum árum síðani,
tykist oljurisin Shell nú
av álvara at hava
fiingið áhuga fyri
Atlantsmótinum, sum
eisini føroyska økið er
partur av. Shell hevur
saman við BP søkt um
leitiloyvi í 19. bretska
umfarinum
OLJULEITING
Jan Müller
Tað er ikki útilokað, at eitt
av heimsins størstu olju-
feløgum, Shell, aftur er á
veg inn í føroyska olju-
leiting. Hesin oljurisin,
sum í mong ár var við í
forkanningunum av før-
oyska landgrunninum men
sum fyri umleið tveimum
árum síðani gjørdi av at
taka seg úr ikki bert før-
oyska økinum men eisini
mesta av virksemi sínum í
bretskum øki vestan fyri
Hetland, tykist nú aftur at
hava sett ljóskastaran á
Atlantsmótið, sum Føroyar
eru partur av.
W.
Hoogeveen,
sum
starvast á høvuðsskrivstov-
uni hjá Shell í Aberdeen vil
hvørki vátta ella avsanna, at
Shell
hevur
ítøkiligar
ætlanir um at koma uppí
aftur leitingina við Føroyar,
men hann dylur ikki fyri, at
nógv er broytt tann rætta
vegin, síðani Shell fyri
tveimum árum síðani heilt
tók seg úr Føroyaøkinum
og lutvíst eisini úr bretska
partinum av Atlantsmót-
inum. Tá lótu teir øðrum
oljufeløgum sín part í
Foinaven oljufeltinum fyri
at fáa part í einum lisensi í
Sakalin í Ruslandi ístaðin.
Teir hava kortini framvegis
part í Schiehallionfeltinum
og onkrum lisensum nær-
hendis.
W. Hoogeveen váttar, at
Shell og BP í felag hava
søkt um teigar í 19. umfari
í bretskum øki. Her er talan
um teigar, sum liggja heilt
uppat føroyska markinum.
Hann vil ikki siga, hvat teir
hava søkt um, men tað er
sannlíkt, at økini liggja nær
teimum teigunum, sum
longu eru bodnir út á før-
oyska økinum. –Vit hava
broytt
støðutakan
til
Atlantsmótið, og hava tí
eisini endurskoðað raðfest-
ingarnar fyri leiting ymsa
staðni í heiminum. Ting
koma og fara, og nú hava
vit valt at seta Atlantsmótið
aftur á skránna sigur W.
Hoogeveen, sum váttar, at
teir eru meira bjartskygdir
um Atlantsmótið í dag, enn
teir vórðu fyri tveimum
árum síðani.
– Tit vóru saman við BP í
føroyska økinum. Nú hevur
BP fingið ein lisens, sum
teir meta er millum fimm
bestu leitiøki hjá felagnum
í øllum heiminum. Hava tit
umhugsað at biðja um loyvi
at sleppa uppí lisensin hjá
BP?
– Hatta er ein hypotetisk-
ur spurningur. Vit vóru ikki
við í út bjóðingini í fjør,
men vit útiloka ikki fram-
tíðar luttøku um høvi býðst
heldur ikki á føroyska
landgrunninum.
– Er møguleiki fyri, at
Shell verður partur av
loyvinum hjá BP, áðrenn
BP fer at bora í summar?
– Vit hyggja at øllum tí
samlaða økinum í løtuni, og
tí útiloka vit einki. W.
Hoogeveen viðgongur, at
Shell ynskir at vera við
aftur á Atlantsmótinum og
tá eisini á djúpum vatni.
Hann sigur, at stórar broyt-
ingar eru hendar í sam-
bandi við leiting á djúpum
vatni,eitt nú er tøknin í dag
nógv meira framkomin og
kunnu teir tí eisini gera
brúk av royndum síni frá
Meksikanska flógvanum.
Eisini tann sannroynd, at
infrastrukturin á Atlants-
mótinum er við at broytast,
metir Shell hava stóran
týdning. Hoogeveen vísir á,
at BP fer at leggja eina
gassleiðing úr Foinaven og
Schiehallion-feltunum til
Sullom Voe í Hetlandi.
Tað er greitt, at fara Shell
og BP at hava eydnuna við
sær í tillutanini av loyvum á
bretskum øki í næsta
mánað, so kann hetta fáa
positivar avleiðingar fyri
leitingina
við
Føroyar.
Keldur Sosialurin hevur
tosað við siga, at eitt gott
leitiloyvi til feløgini bæði
hinumegin markið kann
hava við sær, at Shell fer
upp í leitiloyvi BP hevur
við
Føroyar.
Hinvegin
nýtist tað ikki at vera
avgerandi fyri, um Shell
aftur verður virkið á før-
oyaøkinum. Í samrøðu við
Sosialin herfyri segði ein av
ovastu stjórunum hjá BP
Peter Osborne, at verður
nógv olja funnin í økinum,
er hugsandi, at skjøtil
verður settur á samstarv í
føroyskum og bretskum
øki, um bæði infrastruktur
og útbygging av feltum
báðumegin markið.
Tað er eisini greitt, at fara
fleiri stór og meðalstór
oljufeløg at fáa góð leiti-
loyvi bretsku megin markið
í næsta mánað, so kann tað
skjótt smitta av uppá før-
oyska økið. Hugsast kann
at hesi feløg tá eisini fara at
vísa grannaøkinum ans.
Tað kann so eisini henda, at
tey finna olju í feltum, sum
eisini liggja inni á føroyska
økinum.
Herfyri
segði
nýggi stjórin í bretska
oljumálaráðnum
Simon
Toole við Sosialin, at mill-
um tey umleið 20 feløgini,
sum høvdu søkt í 19. rundu
vóru eisini fleiri av teimum
stóru altjóða oljufeløgun-
um. Og her er so Shell eitt
teirra. Hini feløgini, sum
hann sipar til, kunnu vera
ExxonMobil,
Texaco,
Conoco og møguliga eisini
TotalFina,Elf, øll feløg,
sum hava verið við í
forkanningunum við Før-
oyar men sum antin ikki
fingu leitiloyvi ella av
onkrari orsøk tóku seg úr
økinum, áðrenn útbjóð-
ingin varð latin upp. Úr-
slitið av 19. bretsku rund-
uni kann gera, at fleiri av
hesum feløgunum aftur
fara at vísa Føroyaøkinum
ans.
Tað hevur annars fleiri
ferðir verið spurt, hvussu
tað ber til, at BP ikki hevur
viljað latið onnur oljufeløg
sleppa við í teirra lisens við
Føroyar. Fleiri feløg hava
bankað á dyrnar, men hava
fingið krakk. Tað er annars
rættiliga óvanligt, at eitt
felag einsamalt tekur allan
váðan á seg í einum heilt
nýggjum øki. Í hesum sam-
bandi kundi verið spurt, um
BP kanska alla tíðina hevur
havt í bakhøvdinum, at
Shell fór at koma aftur og
taka sín part avváðanum.
Við øðrum orðum: BP
hevur latið pláss standa
opið fyri Shell. Ein annar
spurningur er so, hvørjar
avtalur BP og Shell hava
fyri 19. rundu í bretskum
øki og hvussu hesar kunnu
hava ávirkan á føroyska
økið og virksemið her.
OLJULEITING
Jan Müller
– Shell skal vera væl-
komið aftur til Føroya at
leita eftir olju sigur
Eyðun Elttør, landsstýr-
ismaður í oljumálum í
eini viðmerking til tíð-
indini um, at Shell hevur
søkt um teigar í 19.
bretska leitingarumfar-
inum,
heilt
upp
at
føroyska markinum.
Eyðun Elttør sigur, at
teir longu tá Shell tók
seg úr Føroyaøkinum
fyri umleið tveimum ár-
um síðani, søgdu felag-
num, at tað skuldi vera
vælkomið
aftur
til
Føroya seinni, um teir
broyttu meining.
Eyðun Elttør sigur
annars, at tað vóru
kanska serligar orsøkir
tá, sum gjørdu, at Shell
tók seg úr Føroyaøkin-
um, eitt nú lágir olju-
prísir og tann sannroynd,
at teir tá heldur vildu
gera íløgur aðrastaðni.
Landsstýrismaðurin
dugir heldur ikki at
síggja nakran trupul-
leika, um so er at Shell
ynskir at gerast partur
av einum av loyvunum,
sum longu eru latin, og
um so er, at verandi
loyvihavari ynskir hetta.
Landsstýrismaðurin í
oljumálum bíðar annars
í spenningi eftir úrslitin-
um av tí 19. bretska
umfarinum. –Tað ljóðar,
at oljufeløgini, sum hava
søkt, fáa boð longu í
apríl, og tess fleiri feløg
eru við í komandi leiting
á bretskum øki heilt upp
at okkara marki, tess
størri áhuga skuldi okk-
ara øki eisini fingið fyri
tey. Eyðun Elttør sipar
við hesum til møgu-
leikan fyri, at tað kunnu
finnast oljuprospekt ella
veruligar
oljukeldur,
sum liggja báðum megin
markið. Fáa oljufeløg,
sum fara at bora bretsku
megin markið, fatur í
einum oljufelti, sum
eisini er inni á føroyska
økinum, so vil tað sjálv-
sagt hava stóran áhuga
fyri okkum eisini. Og
øvugt.
– Eg meti tí 19. leit-
ingarumfarið í bretskum
øki at hava stóran týdn-
ing fyri komandi leiting
á føroyska landgrunnin-
um eisini og ikki minst
fyri einum framtíðar
samarbeiði
á
øllum
Atlantsmótinum – tvørt-
ur um mark sigur Eyðun
Elttør, sum á ongan hátt
dylur fyri, at hann sær
stórar møguleikar fyri
samstarvi á Atlantsmót-
inum í framtíðini. Hann
sigur, at tað er í føroysk-
ari interessu, at fleiri
oljufeløg, eisini slík,
sum ikki eru við í fyrsta
leitingarumfari við Før-
oyar, sleppa framat at
leita í bretska økinum.
Tað kann so gera, at tey
vera áhugað fyri at vera
við í leiting føroysku
megin eisini. Og tess
fleiri feløg eru við í hesi
leiting, tess størri er
møguleikin fyri at finna
olju.
Shell vælkomið
aftur til Føroya
Shell møguliga við aftur
í føroyskari oljuleiting
Blái liturin eru allir blokkarnir, sum bretar hava bjóðað út.
Her eru so eisini økini sunnan fyri verandi føroysku útbjóðing,
øki, sum bretar fasthildu um fyri at gera avtalu við føroyingar
um markið. Tað eru økini beint sunnan fyri reyða teigin, sum
danska Dong er við í. (Kortið er frá Dong)
Nú føroyingar hava sett hol á sína fyrstu útbjóðing royna
bretar nú at fáa gongd á nógv seinkaðu 19. útbjóðingina, sum
er nettupp í sama partinum av Atlantsmótinum, sum tann
føroyska
Vit síggja undirgrundina á Atlantsmótinum og er avmerkt,
hvat bretar hava funnið olju.
Ein orsøk til at Shell nú aftur er áhugað fyri Atlantsmótinum
eru ætlaninar at leggja rørleiðingar á havbotnin
Tað verður helst ikki
boripallurin Jack
Bates, sum fer at bora
fyri BP á føroyaøkin-
um í vetur. Hann skal
brúkast til uppgávur
hinumegin markið.
Nú leitar BP eftir
øðrum palli ella
boriskipi. Statoil
ætlar at seta borin í
um mánaðarskitið
juni-juli
OLJULEITING/
ANALYSA
Jan Müller
Alt bendir á, at tað verður
ikki ein av heimsins best
útgjørdu boripallum, sum
fer at bora fyri BP í før-
oyskum øki í summar.
Hetta
upplýsir
Hjarnar
Djurhuus, stjóri fyri BP í
Føroyum. Ætlanin hevur
annars alla tíðina verið, at
Jack Bates skuldi bora fyri
BP í juli ella august. Men
nú sær út til, at hann skal
brúkast til uppgávur rundan
um Foinaven og Schie
hallion oljufeltini beint
hinumegin markið. Hjarnar
Djurhuus sigur, at BP
arbeiðir við at finna aðrar
loysnir, men tað er ikki bara
sum at siga tað, tí tað eru so
fáir pallar, sum kunnu
brúkast til at bora á so
djúpum vatni. Sosialurin
skilur, at BP eisini hevur
hugt eftir spildurnýggja
boriskipinum hjá Smedvig,
West Navion. Tað var hetta
skipið, sum boraði í Grøn-
landi í fjør. Nú er tað í
Egyptalandi.
Tað hevur ikki borið til
enn at fáa nakað svar uppá
júst hví Jack Bates ikki skal
bora við Føroyar í summar.
Heldur ikki hava vit enn
fingið nakað svar, um
pallurin skal bora fram-
leiðslubrunnar í sambandi
við verandi oljufelt ella
hann skal út at leita eftir
nýggjum feltum.
Í hesum sambandi skal
nevnast, at BP og Shell
hava søkt um boriloyvi í
bretska partinum av Hvíta
økinum, og tá vit vita, at
bretska orku- og ídnaðar-
málastýrið
helst
sær
nýggjar leitiboringar longu
í summar, nú 19. rundan er
vorðin so nógv útsett, ber
eisini til at seta sær spurn-
ingin: um BP og Shell ætla
at brúka Jack Bates til at
bora í bretska partinum av
Hvíta økinum í summar,
fáa teir eitt gott loyvi.
Hugsast kann, at feløgini
bæði í umsóknini hava
bundið seg til at bora í
summar fáa tey eitt gott
loyvi, og at tey tá bara hava
Jack Bates boripallin til at
taka. Hetta kann BP eisini
gera uttan at bróta nakrar
avtalur á føroyskum øki, í
hvussu er ikki skrivaðar
avtalur. BP hevur nevniliga
ikki bundið seg til at bora
við Føroyar í hesum árin-
um. Tað hevur bundið seg
til at bora sínar tríggjar
brunnar áðrenn 2003. Hin-
vegin hevur BP alla tíðina
latið føroyskar myndug-
leikar og vinnulív vita, at
tað fór at bora tveir ella í
minsta lagi ein brunn í ár.
Tað kann so eisini hugs-
ast, at BP skal brúka pallin
til framleiðslubrunnar nær-
hendis Foinaven ella Schie-
hallion.
Sosialurin skilur, at DTI,
sum er bretski myndug-
leikin, ið letur loyvini,
hevur í umbúnað at lata
loyvini longu tíðliga í apríl,
soleiðis at feløg kunnu fara
at bora í summar. Tað hevur
við øðrum orðum skund
fyri bretskar myndugleikar,
at feløg byrja at bora í
nýggju
økjunum
við
føroyska markið. Og tá vit
vita, at BP og Shell hava
sent inn umsókn saman um
í hvussu er eitt øki, sum tey
meta sum sera lovandi, tá
kann hugsast, at tey í
hvussu er fyribils “droppa”
føroyaøkið til fyrimunar
fyri at fáa eitt gott leitiloyvi
bretsku megin markið.
Statoil-boring
Síðani er tað Statoil-bólk-
urin. Har er tíðarætlanin
tann, at boripallurin Sover-
eign Explorer, sum er á veg
úr Afrika til Suðuronglands
í dokk skal víðari til Írlands
í næsta mánað. Ætlanin er
so, at hann skal vera í før-
oyskum sjógvi um mánað-
arskiftið
juni-juli
og
beinanvegin fara undir at
bora. Á ráðstevnuni, sum
varð hildin í Aberdeen
herfyri, boðaði Statoil frá,
at teir hava flutt boristaðið
longur norður og vestur
eftir til prospektið “Long-
an”. Hetta prospektið (tvs.
møguliga oljufeltið) liggur
nógv djúpri enn Pegasus-
prospektið fyri sunnan. Tað
ger, at tað tekur væl longri
tíð ella 78 dagar at bora.
Hetta merkir so aftur, at
Amerada Hess-bólkurin,
sum skal brúka sama pallin,
fær hann ikki fyrr enn
miðjan ella neyvan fyrr enn
seinnapartin av september.
Tvs. at teir skulu bora í
oktober og november eisini.
Hetta kunnu vera óveðurs-
mánaðir, og tað kann gera
boringina dýrari.
Samanumtikið kann tí
sigast, at meðan tað fyrr
hevur sæð rættiliga bjart út
við kanska upp til 4
boringum í ár, so kann hetta
í ringasta føri enda við bert
eini boring, tí hjá Statoil-
samtakinum. Tvs. at fær BP
ongan pall ella skip til at
bora ístaðin fyri Jack Bates
í summar, so verða tær
báðar ætlaðu boringarnar
útsettar til í næsta ár. Og vil
illa til hjá Statoil, at
boringin verður at draga út,
sum ikki er óvanligt, so er
ivasamt, um Hess-samtakið
dittar sær undir eina boring
á hávetri.
Tað er greitt, at hetta fer
uttan iva at koma teimum
virkjum og fyritøkum á
landi, sum eru við at gera
seg út til fleiri boringar í
summar, illa við. Sosialurin
skilur, at hetta eisini kemur
óvart á oljumyndugleik-
arnar í Føroyum. Komandi
dagarnir ella vikurnar fara
at siga okkum, hvørjar
gitingar og metingar eru
rættar – um vit fara at fáa
tær ætlaðu 4 boringarnar
ella um talið tá avtornar
bert verður 1 til 2 boringar.
Enn ber ikki til at siga
nakað við vissu, hvønn veg
hetta ber.
OLJA OG UMHVØRVI
Jan Müller
Týsdagin og mikudagin
verður skipað fyri ráð-
stevnu á Hotel Føroyum um
olju og umhvørvi. Tað er
GEM-samtakið, ið stendur
fyri einum seminari, har
greitt verður frá teimum
úrslitum, sum tær ymsu
verkætlaninar undir GEM
(sum er eitt samstarv mill-
um oljufeløg og føroyskar
myndugleikar um eitt nú
umhvørvisárin í sambandi
við oljuvinnu) hava givið.
Úrslitini eru fingin til vega
í sambandi við fyrireiking-
arnar til fyrstu royndarbor-
ingarnar í føroyskum sjógvi
seinni í summar.
Verkætlaninar
verða
lagdar fram at teimum per-
sónum, sum hava verið við
til at leggja arbeiðið til
rættis í arbeiðsbólkunum
undir
GEM.
Umframt
framløgur
verða
eisini
møguleikar at seta spurn-
ingar. Týskvøldið er so
ætlanin at skipa fyri eini
framløgu
av
verkætlanunum fyri alm-
enninginum.
Millum teir, ið skulu
leggja fram, eru fleiri før-
oyingar. Eitt nú Hjalti í
Jákupstovu, Jan Sørensen
og Bogi Hansen. Tað verður
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður, sum setir ráðstevn-
una týsmorgunin klokkan
9.15. Eftir tað fer Herálvur
Joensen, stjóri í Oljumála-
stýrinum at hava orðið. Og
síðani gongur tað slag í slag
við fyrilestrum, sum fyri
tað
mesta
útlendingar
halda. Eisini eitt annað kent
andlit frá fyrireikingunum
til oljuleiting er við. Tað er
Árni Olafsson.
Heitið á ráðstevnuni er
“Understanding the faroese
environment – preparations
for Exploration Drilling”,
tvs. at skilja føroyska
umhvørvið og fyrireiking
til leitiboring. Oddamað-
urin fyri tiltakið er Halvor
Snarvold, sum eisini fer at
greiða frá yvirgongdini frá
GEM til nýggja áhuga-
felagið hjá oljufeløgunum
FOIB.
Óvissa um BP-boring
Tá Eyðun Elttør,
landsstýrismaður vitjaðí
Alaska fyri meira enn
tveimum árum síðani, varð
eisini umhvørvi týðandi
táttur. Her verður vitjað á
eini støð, har tilfar frá
boringini verður skilt og
reinsað. Mynd Jan Múller
Stór umhvørvisráðstevna undan leiting
Jack Bates boripallurin kemur helst ikki til Føroyar á hesum
sinni. BP skal brúka hann til aðrar uppgávur í brestkum øki,
tó ikki langt frá markinum
Boriskipið West Navion, sum kann gerast ein møgulekiki hjá BP. Og verður tað loysnin, so
verður neyvan so nógv brúk fyri vørum og tænastum úr landi sum var talan um ein pall