hósdagur 5. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 127 - 5. juli 2007
Tað eru nógv ár
liðin síðani seinastu
sethúsini vórðu bygd
í Kolbanargjógv.
Nú bendir mangt
á, at gongd fer
at koma aftur á
húsabyggingina í
hesi bygdini í Sjóvar
kommunu
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kolbanargjógv: – Fólk
vilja fegin byggja á tí stað
num, hagani tey eru, sigur
Malena Thomsen, borgar
stjóri í Sjóvar kommunu.
Henda áhugan kunnu tey
eisini staðfesta á kommunu
skrivstovuni, og nú verður
arbeitt við at skapa umstøð
urnar fyri hesum vøkstri
num.
Á Strondum er rættiliga
stórur áhugi fyri búseting.
Har standa fleiri fólk á bíði
lista,
hóast
kommunan
beint nú er í ferð við at
stykkja út í bygdini.
Sama gongdin vísir seg á
Selatrað, har nøkur fólk
hava biðið um grundøki.
Her hjá okkum er í
størstan mun talan um fólk
úr bygdunum í kommununi.
Men eingin ivi er um, at
onnur vilja koma hendaveg
in, tá Skálafjarðartunnilin
kemur, sigur Malena Thom
sen.
Í mars mánaði í ár búðu
beint omanfyri 1000 fólk í
kommununi. Alt bendir á,
at hetta talið bara fer at økj
ast enn meiri framyvir.
Fleiri grundøki
At fólk nú ynskja at búseta
seg í Kolbanargjógv er eitt,
ið man hóva teimum væl ið
fáast við hagtøl um bústað
armynstur í Føroyum.
Sama man eisini gera seg
galdandi fyri fólk í kommun
uni, tí gongdin hevur bent
júst henda vegin tey seinnu
árini:
Í 2004 búðu 33 fólk í
bygdini og í fjør var talið
komið uppá 39. Í mars mán
aði var íbúgvaratalið hækk
að enn meiri, og var tá uppi
á 41 íbúgvum í Kolbanar
gjógv.
Fleiri ungfólk eru eisini í,
og vísir tað seg at onkur
teirra hevur áhuga at búseta
seg í heimbygdini. Hetta
samsvarar eisini væl við ta
útstykkingarætlanina, sum
Sjóvar
kommuna
hevur
norðarlaga í bygdini, har
tað eftir øllum at døma verð
ur pláss fyri eini seks grund
økjum.
Umframt
hesi
hevur
kommunan ætlanir um eitt
heilt annað slag av bústað
arbygging í Kolbanargjógv.
Hetta var sum ein partur av
teirri umfatandi Menning
arætlanini fyri kommununa,
sum varð løgd fram í fjør.
Tunnilin setur ferð á
Á skrivstovuni hjá Sjóvar
kommunu hava tey ikki enn
staðfest nakran stóran vøkst
ur í umsóknunum eftir
grundøkjum í Kolbanar
gjógv.
Nógv hevur verið tosað
um ætlaða Skálafjarðartunn
ilin, og enn er arbeiðið á
fyrireikingarstigi.
Men eg vænti, at tá ein
av álvara fer undir at bora
fyri tunlinum, fara fólk eis
ini at vilja búseta seg her,
sigur Malena Thomsen.
Tá tunnilin verður liðug
ur, verður stutt hjá fólki at
koyra til Havnar. Umframt
hetta hevur Kolbanargjógv
sjáldsama góðan sólargang
og gott útsýni.
Í dag hevur kommunan
útvegað sær tað mesta av
jørðini í sambandi við hesa
ætlaðu útstykkingina, eins
og byggisamtyktin er broytt
samsvarandi hesum.
Í grannabygdini norðan
fyri, Morskranesi, sum eis
ini er við í Sjóvar kommunu,
er kortini ikki sama støðan:
Enn er ikki serligur
áhugi fyri at byggja har.
Men tað man fara at koma,
tá útstykkingin byrjar her í
Kolbanargjógv, slær Malena
fast.
”
Eingin ivi er
um, at onnur
vilja koma
hendavegin, tá
Skálafjarðar
tunnilin kemur
Pláss verður fyri eini seks grundøkjum aftrat norðarlaga í bygdini
Mynd: Høgni Thomsen
Vit vilja skapa umstøður fyri vøkstri her í Kolbanargjógv, sigur Malena Thomsen
Mynd: Høgni Thomsen
Fólk byggja hagani
tey eru ættað
Stórt tiltak í
Bygdarhúsinum
Strendur: Leygarkvøldið verður eitt serstakt
tiltak í samband ið Fjarðastevnuna. Tá verður
nevniliga stórt mótashow har fyritøkur úr bygdini
og aðrastaðni fara at vísa fram pløgg til ymisk
høvi. Fyritøkurnar sum luttaka eru Snældan,
Josi, Tara, Jungman og Shop In, og hjá Sannu við
undirklæðum. Umframt hesi luttekur eisini Stutt
og Greitt við tí nýggjasta hármótanum.
Fundir úti og inni
Fjarðastevna: Á stevnuni á Strondum um vikuskiftið verða eisini
fleiri kristilig tiltøk. Ein lastbilur við palli er fingin til endamálið,
og hann verður longu tikin í brúk til eitt útimøti í annaðkvøld kl.
22, tá fólk úr Kelduni í Skálabotni fara at skipa fyri. Leygarkvøldið
eru tað fólk úr missiónshúsinum á Strondum og sunnukvøldið úr
samkomuni Immanuel í Havn sum skipa fyri. Sunnudagin er sum
vanligt gudstænasta kl. 11 í Sjóvar kirkju, har Jógvan Fríðriksson
prædikar.