Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 5. juli 2007 7 tíðindi Tað er nevndin, sum hevur stungið út í kortið, og leiðslan fylgir bara boðunum. Og tað er neyðugt, nú Postverkið er umskipað til eitt partafelag, sigur Ben Arabo, formaður í partafelagsnevndini í Postverki Føroya POSTVERK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Postverkið er nú eitt parta­ felag, og tað merkir, at felagið er ein fyritøka í frí­ ari kapping. Og tað eru virð­ ini, sum starvsfókini skapa, ið verða avgerandi fyri úr­ slitið á botnlinjuni. Ben Arabo er formaður í nevndini fyri partafelagnum Postverk Føroya, og hann vísir á, at fyritreytirnar eru avgerandi broyttar frá at felagið var ein almennur stovnur, til støðuna í dag. ­ Fyrr kundi leiðslan bara fara til politisku myndug­ leikarnar, um tað ikki hekk saman fíggjarliga, so varð alt orðnað við einari eyka­ játtan. Men tað ber sum kunnugt ikki til í dag. Vit kunnu stutt sagt ikki liva við einum undirskoti – í hvussu er ikki í fleiri ár, sigur Ben Arabo. Tí er botnlinjan tað avger­ andi í øllum málinum. Parta­ felagsformaðurin sigur, at øll vóru greið um, at broyt­ ingar skuldu til, tí tað er alneyðugt hjá fyritøkuni at laga seg til broyttu fyritreyt­ irnar. ­ Nevnd og leiðsla hava eitt greitt mál við felagnum, og tað er at gerast førandi flutningsfyritøkan í landi­ num. Og tað er ein bæði stór og spennandi avbjóðing fyri partafelagsnevnd, leiðslu og starvsfólk, sigur Ben Arabo. Mynstrið broytt Tað er eingin loyna, at í hes­ um alt meiri elektronisku tíðum, fer minni og minni partur av samskiftinum fram við brævaskifti, og tí má fyritøkan tillagast tíð­ ini. ­ Tað minkar alsamt við traditionella postflutningi­ num, og tað má Postverk Føroya fyrihalda seg til. Sum partafelag er tað ein fyritreyt, at felagið ber seg fíggjarliga, og tí vóru øll greið um, at ein broyting av fyritøkuni eisini fór at merkja uppsagnir. Slíkar eru altíð keðiligar, ikki minst innan postverkið, tí fólk hava yvirhøvur arbeitt leingi í fyritøkuni, sigur partafelagsformaðurin. Hann heldur eisini, at tað at síggja til hevur verið størri rumbul um málið utt­ anveggja enn innanveggja. Nógv er bygt á misskiljingar og tað hevur í stóran mun verið tosað framvið hvørj­ um øðrum. ­ Tað verður jú í síðsta enda hvørki starvsfólk ella leiðsla ið gera av, hvar skáp­ ið skal standa. Tað verða nevniliga kundarnir, og laga vit okkum ikki til teirra ynskir, so verður heldur ikki fyritøkuni lív lagað, vísir Ben Arabo á. Og tí má fyritøkan gerast kappingarfør. Tað verður neyðugt at víðka um virk­ semið fyri á tann hátt at økja um inntøkugrundarlag­ ið, er Ben Arabo sannførdur um. Eingin munur Ben Arabo heldur eisini, at tað mátti verði munandi meiri spennandi at arbeitt í einari fyritøku í menning og broyting, enn í einari fyritøku, sum bara stendur í stað. Og júst til broyting og menning hevur Postverk Føroya eina avgjørda styrki. ­ Styrkin hjá postverkinum liggur í starvsfólkunum. Tey allarflestu hava ein høg­ an anciennitet, og einki er at ivast í, at fleiri góð hug­ skot um menning og broyt­ ing fara at koma frá teimum, sigur Ben Arabo. Í sambandi við umrøðuna, sum ætlaðu broytingarnar hava ført til heldur nevndar­ formaðurin, at fleiri ting hava verið frammi, sum ongan relevans hava havt. Og at Postverk Føroya nú hevur meldað seg inn í Føroya Arbeiðsgevarafelag er bara ein náttúrlig avleið­ ing av, at fyritøkan nú er skipað sum partafelag. ­ Tað verður tí eingin munur í samráðingunum millum postverkið og starvs­ fólkið. Einasta broyting er, at tað í staðin fyri Fíggjar­ málaráðið nú verður Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið fer at føra samráðingarnar fyri Postverk Føroya, sigur Ben Arabo. Hann skilir tí ikki reiði­ liga meiningina við tí stuðli, sum Norðurlendsku post­ fakfeløgini geva Føroya Postfelag. Tey stuðla Føroya Post­ felag í rætti teirra at gera kollektivar sáttmálar. Men mær vitandi hevur felagið altíð gjørt slíkar sáttmálar, og eg kenni einki til, at nak­ ar ætlar at vinna teimum neisir á tí økinum, sigur Ben Arabo, sum undirstrik­ ar, at nevndin fult og heilt stuðlar leiðsluni á Postverki Føroya í hennara stremban at gera fyritøkuna til fremstu flutningsfyritøku í landinum. Leiðslan fylgir bara nevndini Jákup skipari Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um líkasælu millum mannningar við at fáa heilsuváttanir og trygdarskeið, og at tað javnan hendir, at sjómenn ikki kunnu vísa hesar váttanir fram, tá menn frá vaktartænastuni kanna hetta. Greinin var partvís grundað á samrøðu, vit høvdu við skiparan á Brimli. Trupulleikin er bert, at teir eru tveir, sum skiftast, og vit nevndu ongantíð skiparan við navni í greinini. Skiparin, vit tosaðu við, var Jákup Müller. So skuldi eingin misskiljing verið um hetta. Vón fyri hermann Leyslatingin av skotska BBC­tíðindamanninum, Alan Johnston, hevur skapt vónir fyri, at eisini ísraelski hermaðurin, Gilas Shalit, kann sleppa heim aftur. Shalit varð burturfluttur fyri meiri enn einum ári síðani, og tað førdi til ógvusligar samanbrestir millum Ísrael og palestinar í Libanon. Hamas­leiðarin Ismail Haniyeh sigur, at hann vónar at Ísrael fer at ganga við til at lata »hetjukendar« Hamas stríðsmenn í ísraelskum fongslum leysar afturfyri Gilas Shalit. Men ein talskvinna fyri Ehud Olmert, forsætismálaráðharra sigur, at tað júst var Hamas, sum burturflutti Shalit, og tí eiga teir at syrgja fyri, at lata hann leysan aftur. Ben Arabo er formaður í partafelagnum Postverk Føroya Høgur, ikki aftur­ vendandi kostnaður í 2006, er orsøkin til, at vinningurin hjá samtakinum Føroya Tele minkaði við einari helvt í fjør ROKNSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Árið 2006 var í mangar mát­ ar eitt sermerkt ár fyri Før­ oya Tele. Fyrst og fremst tí fyritøkan fylti 100 ár. Men eisini aðrar týðandi hendingar fóru fram í fyri­ tøkuni í fjør. Nýggjur stjóri tók við 1. desember, nevni­ liga »gamli« strandferðslu­ stjórin Kristian Davidsen. Í sambandi við 100 ára dagin kom bókin »Halló« út – og so keypti fyritøkan seg inn í fleiri onnur feløg. Talan var um Formula.fo, har Føroya Tele keypti 25%. Í fyritøkuni Vikmar keypti FT heili 40%. Vikmar er fyritøka, sum mennir og framleiðir elektroniska útgerð til skip. Og síðst, men ikki minst, keypti Før­ oya Tele triðing av Sosiali­ num, tá hesin varð »privati­ seraður« av Javnaðarflokk­ inum. Hetta í einum fram­ haldandi samstarvi við blað­ ið, sum longu framman undan veitti tíðindi til Por­ talin. Hartil kom so stóra íløgan í SHEFA­2 sjókaðalin, sum bindir Føroyar við útheimin, nevniliga Skotland, umvegis Hetland og Orkneyoyggjar. Allar hesar íløgur hava viðvirkað til, at avlopið hjá samtakinum Føroya Tele er farið úr góðum 50 millión­ um í 2005 niður í góðar 26 milliónir krónur í 2006. Men nevnd og leiðsla vænta kortini eitt væl betur úrslit í ár, nú hesar ikki afturvend­ andi útreiðslurnar ikki tyngja fyritøkuna í ár. Vinningurin niður í helvt Tað eru ikki afturvendandi útreiðslur, sum hava ávirkað úrslitið hjá Føroya Tele skeiva vegin í mun til árið fyri