hósdagur 5. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 127 - 5. juli 2007
tíðindi
- Hetta er ein stór
løta, sum kann
fáa positivar
avleiðingar fyri
leitingina á føroyska
landgrunninum sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
oljumálum um fyrstu
royndarframleiðsluna
hinumegin markið
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Eg havi bíðið við spenn-
ingi, hvat fór at henda
eystan fyri markið, nú
man hevði eina fjalda vón
um, at boringin á basaltinum
í fjør fór at geva meira, enn
hon gjørdi. Hon var eitt
lítið vónbrot, hóast vit
gleddust um, at hon tøkni-
liga var væleydnað. Tí var
spenningurin
so
mikið
størri hesaferð, tá Sosialurin
og Portalurin kundu boða
frá, at Chevron er farið at
testa
Rosebankbrunnin
sigur
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður í oljumál-
um eftir at manningin á
Lómi seinasta sunnudag
kundi staðfesta, at royndar-
framleiðsla av olju fór fram
á boripallinum Transocean
Rather skamt frá føroyska
markinum.
- Eg eri tí sannførdur um,
at vit standa á einum
nýggjum vegamóti. Vit
eiga tó at læra av 2001, at
vit ikki hava ov bjartar
vónir, men við tí vitan eg
havi sum landsstýrismaður
um arbeiðið hjá Jarðfeingi,
so er tað so nógv, sum
bendir á, at strukturarnir
okkara megin markið eru
sera
átøkir
teimum
á
bretskum øki. So tað skal
vera løgið, um vit ikki
kunnu síggja fram til, at tað
eisini verður til okkurt
okkara megin markið eisini.
Um royndirnar hjá Chevron
vísa, at her er talan um
rakstrarverdugar nøgdir av
kolvetni, so hava vit í
hvussu er orsøk til at vera
bjartskygd.
3. útbjóðing
Bjarni Djurholm sigur, at
Jarðfeingi í august fer at
leggja seinastu hond á
lógaruppskot, sum hann fer
at leggja fyri tingið til 3.
útbjóðingarumfar. Hann
metir sjálvur, at vísir tað
seg, at Chevron, Statoil,
OMV og DONG hava rakt
við olju í rakstrarverdugum
nøgdum hinumegin markið,
so kann hetta fáa týdning
fyri komandi útbjóðingina
við tað, at oljufeløgini tá
fara at hava størri áhuga
fyri henni.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at alt, sum kann vera við
til at eksponera okkara øki,
er týdningarmikið, eisini
tað at ein føroyskur skipari
er tann fyrsti at taka myndir
av eini royndarframleiðlsu
so nær markið. –Hetta er
við at lyfta uppundir tann
boðskap, sum vit gjarna
vilja geva fyri at fáa
oljufeløgini at venda eyguni
henda vegin. Út frá tí
sjónarhorni eg siti í eru
seinastu
tíðindini
um
royndarframleiðslu tætt við
markið einki minni enn ein
gleðisløta.
Hetta letur so eisini upp
fyri
nøkrum
langtíðar
politiskum
perspektivum
leggur landsstýrismaðurin
aftrat. Tað setir yvirtøku-
lógina í eitt heilt nýtt og
uppaftur betri ljós. --Vit
kunnu bara gleðast og vóna,
at tað fer at ganga, sum
ætlað.
Lykil til fullveldi
Bjarni Djurholm hevur áður
víst á, at nógv olja á
føroyskum øki kann vera
duraupplatarin ella lykilin
til eitt sjálvstýrandi Føroy-
ar. – Avtalan, sum Atli Dam,
sáli gjørdi um undirgrundina
á sinni, merkir, at finna vit
olju í rakstrasrverdugum
nøgdum, sum gevur føroy-
ska samfelagnum inntøkur,
so verður tað mótroknað í
ríkisveitingini, og tað er
ikki meira enn sjálvsagt. So
tað stigið varð longu tikið í
1992, og var tað eitt
framtíðarperspektiv. Ì 1998
gjørdu vit so aftur eina
avtalu við danir, har vit
fingu niðurfryst 500 mió.
kr. av skuldini. Tað sá eg
sum, at kom man hartil, so
hevði man sett hurðina
uppá víðan vegg fyri at
avvikla fíggjarligu viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark. Og við tí seinastu
avtaluni við yvirtøkulógini,
hevur man slóðað fyri, at
man millum Føroyar og
Danmark kann hava eina
lagaliga skipan við yvirtøku
av málsøkjum, sum so kann
enda við, at føroyingar taka
fullveldi, tá føroyingar vilja
tað. Uttan at blanda olju
uppí hesa tilgongd, so kann
man siga, at tað er eisini
eitt ljóspunkt í so máta, tí
alt gongur upp í eina hægri
eind.
Bora við markið
í 2008
- Fáa vit góð tíðindi frá
Rosebanktestingini í kom-
andi viku, so kann man
rokna við, at vit longu í
2008 ella 9 fáa boringar
okkara megin markið, og
verður tað úrslitið positivt,
so ganga tað ikki meira enn
eini 5 ár, til vit taka upp
olju í rakstrarverdugum
nøgdum. Er tað so, at teir
hava rakt við olju nú, so
kann framleiðslan byrja har
í 2010 ella 2012. Raka vit
við olju í Føroyum í 2008
ella 2009, so eru vit kanska
í 2015, tá oljan rennur.
Landsstýrismaðurin
er
somuleiðis spentur uppá
boringina
hjá
BP
á
landgrunninum
í
heyst.
Men í løtuni eru tað so
kanningarnar
hinumegin
markið, sum kunnu fáa
størsta týdning fyri áhugan
fyri føroyska økinum, nú
nógv bendir á, at oljuberandi
løgini í Rosebank eisini
finnast
á
føroyska
landgrunninum.
Royndarframleiðsla á Rosebank
alstóran týdning fyri okkum
Lómur siglir framvið boripallinum Rosebank, har gasslogi fer upp í loft
Mynd Amaliar Haraldsen
Dómara
skrivstovan
AS 2-18/2004
Det meddeles, at
tvangsauktionen
der var berammet i
Retten på Færøer-
ne, Dommerkon-
toret, Retsal I, C.
Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn,
tirsdag den 10.
juli 2007 kl. 10.00
over ejendommen
matr. nr. Froðba
671 c, beliggende
Froðba, tvøroyri
er aflyst
Retten på Færøerne,
den 4. juli 2007
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum sera fegin um
tíðindini um royndarframleiðslu tætt upp at markinum
Eldsbruni umborð á Athenu
Eingin av manningini fekk skaða, tá ið ein eldur varð staðfestur
umborð á verksmiðjutrolaranum Athenu, sum P/F Thor í Hósvík
eigur. Eldurin kyknaði har frammi í skipinum í gjár kl. 14 føroyska
tíð. Nakað av royki var teir fyrstu tímarnar, men uml. kl. 19 var
eingin roykur at síggja, eftir at alt var skalkað til. Trygdarmanningin
á Athenu er umborð og hevur eftir øllum at døma tamarhald á
støðuni. Restin av manningini bleiv av trygdarávum flutt av Athenu
yvir á Poseidon. Manningin telur 104, harav 2 føroyingar. Athena fór
uml. kl. 22.00 at sigla við egnari megi til nærmastu havn i Kili.
Poseidon fylgir Athenu til tey møta hjálparskipinum, ið kilenska
sjóverjan sendur teimum til hjálpar.
Froyur beinleiðis av Hvalba til Mykinesar
Nú fáa suðringar ein einastandandi møguleika at vitja eina av náttúruvakrastu oyggjunum í
Føroyum. Leygardag gera Sjóferðir, sum eiga skjóttgangandi túrbátin Froy, ein beinleiðis túr
úr Suðri til Mykinesar. Farið verður úr Hvalba kl 9.30 og heimaftur kl 17. Siglitíðin verður
umleið ein til hálvan annan tíma. Í Mykinesi tekur ferðaleiðari ímóti og fer við ferðafólkunum
út í hólmin, til vestasta staðið í Føroyum, har súlur og eisini nógvur lundi heldur til.
Heimafturkomin í bygdina verður borðreitt við smyrjibreyði í Kristianshúsi. Froyur ger javnan
hesar sera vælumtóktu heildagstúrarnar beinleiðis úr Vestmanna, har báturin hevur heimstað,
til Mykinesar við ferðaleiðara. Fólk koma víða úr Føroyum fyri at verða við á túrunum. Men
fyri suðringar verður dagurin kanska heldur drúgvur, tí verður henda royndin gjørd at gera ein
serstakan túr út í Mykines fyri suðringar. Túrurin er treytaður av at nóg nógv tekna seg, og at
veðrið er til vildar.