hósdagur 5. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 127 - 5. juli 2007
Tað verður ikki enn,
at løgreglan tekur
støðu til um Jenis av
Rana skal ákærast ella
ikki
RættaRtRygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn er løgreglan ikki til
reiðar at taka støðu til um
Jenis av Rana skal ákærast
fyri at hava brotið sínar
skyldur sum lækni.
Tað var í oktober í fjør, at
tað kom alment fram, at Jen
is av Rana varð meldaður
fyri at hava brotið sínar tag
narskyldu sum kommunu
lækni.
Hetta skuldi vera hent, tá
ið ein ung genta í kommu
nulæknaviðtalu hjá Jenis
av Rana skal hava fortalt
honum, at pápin hevði verið
ónærisligur ímóti henni.
Men ístaðin fyri at hava
hildið sína tagnarskyldu,
skuldi Jenis av Rana havt
fortalt
pápanum,
hvat
dótturin hevði sagt.
Í slíkum føri hevur læknin
eisini
skyldu
at
boða
avvarðandi myndugleikum
frá, men tað gjørdi hann
heldur ikki eftir tí, sum er
komið fram, og eisini tað er
hann meldaður fyri.
Jenis av Rana hevur alla
tíðina tvíhildið um, at alt
hetta er tann beri heilaspuni
og at hann onki kennur til
hetta yvirhøvur.
Men hóast tað nú eru 9
10 mánaðir eitt ár síðani, at
málið varð meldað, hevur
Løgreglan enn ikki tikið
støðu til, Jenis av Rana
verður ákærdur ella ikki.
Fyrst í mai varð kommu
nulæknin avhoyrdur, men
síðani hevur hann onki frætt
aftur, sigur hann.
Karen Marie Olesen, fúti,
sigur, at enn er hon ikki til
reiðar at taka støðu til mál
ið.
Og hon metir, at tað gan
ga nakrar vikur afturat,
áðrenn ein avgerð kann tak
ast.
Pápin, sum skuldi havt
verið ónærisligur ímóti dótt
rini, varð annars ákærdur,
men í síðstu viku varð hann
fríkendur í Føroya Rætti.
Og nú dómur er fallin í
upprunanum til málið ímóti
Jenis av Rana, hevði hann
eina vón um, at løgreglan
fór at taka eina skjóta støðu,
eisini í hansara føri.
Dómurin í farnu viku er
prógv um, at talan var ikki
um nakað mál, sigur Jenis
av Rana og tí hevði hann
vónað, at ein skjót avgerð
eisini fór at verða tikin um
hansara mál.
Men so einfalt er málið
ikki, tí fútin sigur, at enn er
støða ikki tikin til um dóm
urin í Føroya Rætti í farnu
viku, verður skotið inn fyri
landsrættin.
Fútin dugir ikki at siga,
nær avgerð verður tikin í
málinum um Jenis av Rana,
men hon væntar at nakrar
vikur ganga afturat.
Jenis av Rana er bæði
politikari og lækni og tí er
tað av serligum týdningi, at
fólk kunnu hava álit á hon
um. Spurningurin er tískil
um løgreglan følir eina ser
liga skyldu at taka eina skjó
ta avgerð í slíkum føri fyri
ikki at leggja størri trýst á
partarnar enn neyðugt.
Tað einasta, fútin vil siga
í hesum sambandi, er, at
avgerðin verður tikin so
skjótt, sum yvirhøvur til
ber.
Jenis av Rana er skelk
aður í sínum innasta
grundvølli av løgregl
uni
RættaRtRygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er óhugnaligt, at ein
kann verða soleiðis forfylg
dur í einum framkomnum
samfelagi.
Jenis av Rana er skelkaður
í sínum grundvølli av Løg
regluni.
Ein rættiliga fámæltur
Jenis av Rana heldur, at tað
er heilt ófatiligt, at Løgreg
lan ikki enn hevur tikið
støðu til um hann skal ákær
ast ella ikki.
Eg havi ikki orð fyri at
tað skal bera til, at borgarar
í einum demokratiskum
samfelagi verða soleiðis
viðfarnir.
Eg havi havt eina sann
føring um, at vit liva í ein
um rættarsamfelagi, men
tað eri eg farin at ivast stórli
ga, sum støðan er nú
Hann sipar til, at tað nú
er næstan eitt ár síðani, at
hann varð lagdur undir at
vera lógbrótari í sínum yrki
sum
kommunulækni
í
Havn.
Síðani tá hevur øll famil
jan, allir mínir sjúklingar
og alt mítt politiska bakland
í næstan eitt heilt ár livað
við illgrunanum um, at eg
eri lógbrótari.
Og tey, sum skulu hand
hevja lógina, tykjast ikki at
leggja nakað í, at ein borgari
verður hongdur út at vera
lógbrótari.
Hetta er ein ræðulig
støða at vera í, bæði hjá
mær, hjá mínari familju,
hjá øllum mínum sjúkling
um og øllum mínum politis
ka baklandi.
Tað er ikki orð fyri,
hvussu tyngjandi hetta er.
Hetta oyðileggur alt, leggur
hann aftur. Men hann vil
ikki útgreina hetta nærri.
Men tað gevur ikki serli
ga stóran arbeiðsførleika at
liggja undir eini skuldseting
fyri lógarbrot.
Upprunin til málið, har
ein pápi varð ákærdur fyri
at hava gjørt seg inn á dóttri
na, varð fyri í Føroya Rætti,
men í farnu viku varð pápin
fríkendur.
Av tí sama hevði Jenis av
Rana eisini vónir um, at
hansara mál fór at fáa eina
skjóta avgerð, serliga tá ið
hann hugsar um støðuna,
hann er í sum lækni og poli
tikari.
Tí heldur hann, at tað er
heilt ófatiligt, at málið dreg
ur út og at onki hevur frætt
frá Løgregluni yvirhøvur,
uttan ta einu ferðina, tá ið
hann var biðin at koma til
avhoyringar og tað var
avgreitt fyrst í mai.
Hann hevur hug at saman
bera hetta málið við støð
una, sum tók seg upp í tiltik
na landsdystinum í fótbólti
ímillum Danmark og Svørí
ki, har ein danskur leikari
varð meldaður fyri at sláa
ein svenskan leikbróður í
búkin.
Tað tók løgregluni 20
dagar at koma til eina niður
støðu í málinum og so varð
málið avgreitt. Men nú er
næstan eitt heilt ár síðani at
eg varð lagdur undir illgru
na og tað er toppmált.
Hann vísir á, at hann hev
ur arbeitt sum lækni alla
hesa tíðina og hann heldur,
at tað ger málið serliga tyng
jandi, tí hann ivast ikki í at
sjúklingarnir innast inni
sita við einum ótryggleika
um tey nú kunnu líta á lækn
an og at hann heldur sína
tagnarskyldu.
Tað er ein ómetaliga tor
før støða hjá mær sum læk
ni og hjá mínum sjúklingum
at vera í, sigur Jenis av
Rana og tí heldur hann, at
Løgreglan skyldar øllum
pørtum at taka eina skjóta
avgerð.
Og hann tvíheldur fram
vegis um, at hann er púra
ósekur.
Alt hetta kenni eg onki
til, so einfalt er tað, sigur
hann.
Men tá ið tú tosar um for
fylging, heldur tú tá, at tal
an er um politiska forfylg
ing?
Tað fært tú meg ikki at
siga, men tað skerst ikki
burtur, at eg siti eftir við
eini kenslu av, at eg havi
onga rættartrygd. Um hetta
so er galdandi bara fyri
meg, ella um tað er galdandi
fyri øll, veit eg ikki, sigur
Jenis av Rana.
Jenis má bíða nakrar vikur
afturat eftir Løgregluni
Vit taka støðu um Jenis av
Rana so skjótt, sum yvirhøvur
tilber, sigur karen Marie
Olesen, fúti
Jenis av Rana:
Hetta er ræðuligt at liva við
- Hetta er ein ómetaliga torfør støa hjá mær, mínari familju,
mínum sjúklingum og mínum politiska baklandi at vera í, sigur
Jenis av Rana