Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 127 - 5. juli 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Vit vilja takka øllum tykkum, sum vóru við til at gera 70 ára føðingardag okkara 8. juni, ógloymandi. Tøkk fyri gávur, blómur, telefonsamtalur og øllum tykkum, sum komu í føðingardag. Ein serstøk tøkk til Streingjakórið í KFUM & K, sum vakti okkum við vøkrum sangi, og Kl. Hornorkestur, sum spældi um kvøldið. Hjartans tøkk øll somul. Hergerð og Eiler Samuelsen, Klaksvík Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum vístu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra Jondora Hansen Leirvík vanliga nevnd Dora, doyði og varð jarðað. Tøkk til Regin, Marius, Marin Mariu og Una fyri góð og troystarík orð. Tøkk til Moniku og Dánial, Essa og Jákup, sum spældu og sungu so vakurt. Tøkk til sangarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk øll tit, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til tykkum á Gyljagarði, sum hava verið so væl um hana tey seinastu árini. Familjan Eina fagra summarnátt í juni flutti okkara góði starvsfelagi og vinur , Hans Jacob Sigvardsen, burtur úr jarðarbústaði sínum og yvir í aðra til­ veru. Hesin sunnudagurin var ein av teimum heilt sjáldsomu dýrdardøgu­ num í Føroyum. Um náttina og tíðli­ ga um morgunin huldi pollamjørkin firðir og sund. Sum tað leið út á morgunin, og boðini bórust, at Hans Jakku var farin, lætti mjørkin, og Føroyar opinberaðust í tign og dýrd. Ikki eitt lot og ikki ein einasti skýfló­ ki at hóma tann líðilanga dag. Havið var spegilsblankt og sólgylt. Tað hvítti ikki heimi í Sandagerði, undir Argjahøvda og úti á Argjaboða. Heldur ikki norðuri við Gjógv, føði­ bygd Hans Jakku. So friðsælt og kyrt í gjónni og kring Búgvan. Ein­ ans ”ein varligur dráttur í tara”, sum Christian Matras tók til. Ella ”havið troytt av at berjast við teg, við tínar føtur hvílir seg”, sum Fríðrikur Pet­ ersen tók til. Høgu tindarnir, Sandfelli, Gráfelli, Middagsfjall og Slættaratindur, so hábærsligir í sólarglæmu, eins og syrgdu teir farna son sín. Ljósavatn, útferðarstað Argja skú­ la, so sjáldsama silvetnisblankt. Góði Hans Jakku! Takk fyri árini í Argja skúla! Tað er so trupult at skriva um teg. Tú gavst okkum so nógv, bæði næmingum og lærarum. Nøkur av lýsingarorðunum, sum lær­ ararnir søgdu um teg, eru: dámligur, hugnaligur, fjálgur, fryntligur, fittur, vitugur, lítillátin, skemtiligur. Tú vart so væl dámdur av øllum. Alt visti tú, ikki bara um føroyskt mál, mállæru og mentan, nei, sjónar­ ringurin var víður. Títt vitanarøki fevndi eisini um støddfrøði, bók­ mentir, søgu, átrúnað o.s.fr. ”Spyr Hans Jakku”, søgdu bæði lærarar og næmingar. Sjálvt um tú visti so sera nógv, so vart tú kortini ikki hástórur. Tú hartaði ikki við fremstafingri á lofti, nei, spakførur legði tú fólki lag á. Tú verður saknaður við borðendan á lærarastovuni. Tað var næstan sum at sita við Gamaliels føtur, tá vit sótu við síðuna av tær í fríkorterum ella í onkrum frítíma. Hetta vóru løt­ ur við hugna, skemti og lívsvísdómi. Hugaligt var eisini at hitta teg aftur á lærarastovuni, tá tú onkuntíð hesi seinastu árini vart vikarur í Argja skúla. Hans Jakku var málmaður, av teimum kønastu. Hvussu nógvar tús­ undtals próvtøkustílar, og eisini – fyrisagnir, man hann hava rættað í lærarayrki sínum? Hansara partur lá heldur ikki eftir, tá talan var um rætt­ lestur og málsliga vegleiðing, m.a. í stóra ritverki bróðurins. Væl lá fyri at skriva hjá Hans Jak­ ku. Í sínum yngru árum sum lærari inni á Skálafjørðinum fekst hann við blaðútgávu. Blaðið æt Fjarð­ búgvin. Á Argjum skrivaði hann bókina / minningarritið, ARGIR. Hetta var í 1978. Tórshavnar uttanbíggjar kom­ muna hevði heitt á hann um at skriva hetta minningarrit í sambandi við, at 150 ár vóru liðin, síðani Andras Mortansson keypti Argir í 1828. Hendan bók er eitt valaverk, bæði málsliga, søguliga og siðsøguliga. Haraftrat eru myndirnar í bókini frálíka góðar og upplýsandi. Sera góður upplesari og frásøgu­ maður var Hans Jakku eisini. Næm­ ingarnir, sum allir vóru so góðir við hann, sótu rúnabundnir og lurtaðu, tá hann las upp ella greiddi frá onkr­ um. Hann hevur eisini lisið søgur í Útvarpinum. Ungur lærari, sum byr­ jaði yrkisleið sína í Argja skúla u.l. 1980, minnist væl, hvussu forkunn­ ugt tað var at hitta mannin, sum hevði lisið Robinson Kruso í Útvarpi Føroya. Ein annar lærari minnist serstakli­ ga væl starvsvenjingartímarnar í kristni hjá Hans Jakku. Hetta vóru serstakir tímar, sum greidliga vístu, at kristnitrúgvin var livandi veruleiki í hansara lívi. Góði Hans Jakku! Óskiljandi, at tú, sum vart so lívsfúsur og frískur, longu hevur lagt árarnar inn. Omma tín gjørdist 105 ára gomul, og pápi tín er enn á lívi, 102 ára gamal. Tín lívsfjørður var kortini rógvin, áðrenn tú náddi sjeyti ára aldri. Vit standa spyrjandi í sorg og sakni. Tú vart ferðarbúgvin; hvíldi í trúarvissuni um eitt lív eftir hetta foldarlívið, ja, seinastu tíðina longd­ ist tær eftir at sleppa at síggja dýrd­ ina hinumegin. Tí kunnu vit siga, sum yrkjarin og lærarin, Tummas Napoleon Djur­ huus, segði um himmalfaðirin í san­ gi sínum:”Hví so stúrin, vinur?”: Hansar` stóra náði fylgir tær á fold, eigur á tær ráðið til tú legst í mold. Lyft tí tínum eygum upp til faðir tín burt frá heimsins neyðum - kæri vinur mín. Okkara tankar leita til Rigmor, Karl Erik, Innu, Róa, gamla pápan og familjuna annars. Harrin styrki tykkum! Góði Hans Jakku! Takk fyri tíðina, okkum untist at samstarva við teg! Heilsan Vit í Argja skúla. Hans Jakku, lærarin, farin Á Billutrøð við Sandagerði á syftunsøku 2007 Andlát og jarðarferðir Absalon Matras Absalonsen, Viðareiði, andaðist á Norðoyar Røktarheimi týskvøldið, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið