hósdagur 5. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 5. juli 2007
13
viðmerkingar
Mánadagin 2. juli fylti ein
kend
Klakvíkskvinna
í
Havn 60 ár.
Lydia av Teigum er fødd í
Klaksvík,
dóttir
Martin
Sofus Poulsen (1907-1995)
úr Svínáum, skúlalærara í
Klaksvík, og Johanna And-
rea Sedea f. Andreasen
(1911-2000) úr Oyndarfirði.
Lydia er næstyngst av átta
systkjum, harav 3 av teim-
um ikki longur eru á lívi.
Systkini hjá Lydiu vóru
Poul
Bernhard
(1933-
1933), Hans (1934), Freydis
(1936), Mathilda (1938),
Jovina (1939-1998) Jonhild
(1942) og Odmar (1952-
1992).
Lydia er útbúgvin sum
skrivstovukvinna og hevur
drúgvar royndir á økinum.
Umframt at hava arbeitt í
politinum, hevur hon verið
á
Húsalánsgrunninum,
Dómaraskrivstovuni
og
Fossbankanum umframt at
hon í 9 arbeiddi í Dan-
mark.
Lydia hevur 25 ára starvs-
dag hjá politinum sunnudag-
in og tað fara vit eisini at
ynskja henni tillukku við.
Lydia er skrivstovuleiðari
á Avgreiðsludeildini, har
hon m.a. hevur skráseting-
ina hjá politinum undir
hond, umframt at hon røkir
fleiri aðrar uppgávur m.a.
skrivarauppgávur.
Hon er nógv avhildin av
øllum í politinum. Hevur
holla fakliga vitan og er eitt
arbeiðsgrev av teimum fáu.
At hon so eisini er sera fyri-
komandi og hjálpsom ger,
at nógv verður leitað til
hennara fyri at fáa hjálp til
alt millum himmal og jørð.
Og tað ger Lydia fegin, hon
elskar at vera nakað fyri
onnur og ger tað við gleði.
Lydia hevur eisini ein eina-
standandi vilja til at fjálga
um onnur og tað hevur eisi-
ni viðført stóran trivna og
gleði á okkara arbeiðsplás-
si.
Lydia eigur 5 børn: Jóg-
van Martin (1968), Súsanna
(1972), Finnbjørn (1973),
Halldóra (1974) og Sig-
mundur (1975). Tá børnini
eisini hava verið líka røsk
at eiga børn, eigur Lydia 10
ommubørn og sum hon
gongur uppí við lív og sál.
Lydia býr í Tórsahvn sam-
an við Bjarna Garðshorn úr
Elduvík. Við hesum fara vit
at ynskja Lydiu hjartaliga
tillukku við degnum og
tykkum báðum alt tað besta
framyvir saman við børnum
og ommu- og abbabørnum.
Starvsfelagarnir
23. juni fylti Per Niels
Persson,
politistur
í
Tórshavn 60 ár.
Per er føddur á Tvøroyri
sum triði av sjey systkjum
hjá Børge Persson (1921-
1982) frá Tvøroyri og Mary
f.
Thorsteinsson
(1922-
2004) á Brúgv í Trongisvági.
Hini systkini eru Anna Mar-
ia f. 1944, Carl f. 1946,
Echardt f. 1950, Manne f.
1952, Poli f. 1954 og Elin f.
1957.
Per var upprunaliga skriv-
stovumaður til hann 1. feb-
ruar 1973 fór at politiskúla
í Keypmannahavn. Eftir lok-
na útbúgving varð hann sett-
ur politistur í Tórshavn.
Hann hevur helst meiri
enn nakar annar luttikið í
felagsarbeiðinum í Føroya
Politistafelag, har hann eisi-
ni hevur verið formaður í
heili 15 ár, til hann fyri
fáum árum síðani ynskti at
leggja hetta álitisarbeiði nið-
ur og stillaði ikki uppaftur.
Soleiðis hevur hann lagt
nógv eftir seg í hesum álitis-
starvi til gagns fyri felagið
og limir tess.
Einki er at ivast í, at nógv
av frítíðini hjá Per er farin
til fakfelagsarbeiði og vilja
vit tí eisini frambera okkara
tøkk fyri tað arbeiðið, sum
tú útinti á henda hátt.
Felagsarbeiðið var heldur
ikki ókent fyri Per. Áðrenn
hann kom í politiið, og eftir
at hann kom heim aftur, var
hann í nevndini á Havnar
Fimleikarfelag í samfull 26
ár, harav 14 ár, sum formað-
ur felagsins.
Per er knýttur at Avgreiðs-
ludeildini hjá politinum,
har hann burturav røkir upp-
gávuna við loyvum v.m.,
sum m.a. ber í sær viðgerð
av umsóknum um matstovu-
, skeinki,- dansi,- og hissini-
loyvir.
Per er giftur við Óluvu f.
Mohr, úr Tórshavn, dóttir
Tórálvur Mohr og Olgu í
Dímum. Per og Óluva eiga
tvey børn Arnóru f. 1982
og Tórálvur f. 1988.
Vit vilja á henda hátt
ynskja Per og familiuni hjar-
taliga tillukku við 60 ára
degnum og takka fyri gott
samstarv í tíðini, sum farin
er.
Starvsfelagarnir
Professionsbachelorar fingið prógv
Tann 28. juni 2007 fingu hesar prógv sum "Professionsbachelor som Pædagog" á Danner
Seminariet í Jægerspris í Danmark.
Lydia av Teigum 60 ár
Per N. Persson 60 ár
Á myndini eru f.v.: Annika
Juul, Tórshavn, Beinta
Seyer Joensen, Tórshavn,
Majbritt Poulsen, Vatnsoyrar,
Charlotta á For, Nes, Unn
Eldevig Petersen, Fuglafjørður,
Marsanna Eikholm, Hvalvík,
Jana Thomassen Egholm,
Sørvágur, og Dagbjørt
Olavsdóttir Hansen,
Norðragøta
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði maður
mín og góði pápi okkara, verpápi og abbi,
Niels Juel Arge
fyrrv. klokkari
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri troystarík orð í kapellinum og
í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, uppringingar, blómur,
kransar og peningagávur til Emmaus.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Eia,
Sigga, Petra, Andrias og Karina
Saknurin er stórur
Takk fyri kærleika, umsorgan og ógloymandi minnir!
Hóskvøldið 5.juli kl. 19.00
- 21.00 verður fernisering í
Smiðjuni
í
Lítluvík
í
sambandi við at málarin
Sigga í Hoyvík letur upp
eina listaframsýning.
Sigga, ið er 26 ára gomul,
er úr Havn og býr á Amager.
Hetta er hennara triðja
framsýning
í
Smiðjuni.
Hon hevur eisini havt
framsýningar í Danmark.
Á
framsýningini
eru
ellivu sera litríkir figurativir
og abstraktir oljumálingar.
Myndevnini er fyri tað
mesta kvinnur.
Framsýning verður opin
til og við mikudagin 11.
juli, allar dagar frá kl. 15-
19 uttan týsdagin 10. juli,
tá opið er frá kl. 15-17.
Sigga í Hoyvík
í Smiðjuni
Í hesum døgum hevur Sigga
í Hoyvík listaframsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Magnus Gunnarsson
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
veitst tú ikki tað?