hósdagur 5. juli 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 127 - 5. juli 2007
Nógvir ymiskir
mátar eru at
halda summarfrí
uttanlands. Summi
leiga sær summarhús,
onnur trívast betri á
hotelli - og so eru tað
tey, sum velja eina
heil aðra loysn.
Ein slík loysn er tann
sonevndi húsbilurin,
sum í roynd og veru
er ein lítil íbúð á fýra
hjólum. Her er alt við,
og øll við í einum og
sama rúmi allatíðina
Bilferð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Noreg: Tað ljóðar so vakurt
í lýsingunum frá Smyril
Line. “Tak bilin við tær til
Noregs. Og njót eina góða
summarfrítíð í hesum vakra
landinum!”
Vit avgjørdu at royna, um
tað var so. Og tað var so!
Frammanundan
ferðini
høvdu vit vissað okkum
um, at ein slíkur húsbilur
var tøkur. Hetta gjørdu vit
umvegis Smyril Line, sum
fekk samband við Vest Cara
vanutleie í Hylkje, nakað
uttanfyri Bergen.
Hetta er eitt gott stað, um
ein skal tosa um at leiga
ella keypa sær ein slíkan
húsbil. Hevur ein brúk fyri
onkrum luti til summarhúsið
ella summarbilin, so fæst
tað eisini her.
Uttanfyri stóð ein hópur
av øllum teim møguleikun
um, sum fólk hava at
búleikast í, um tey ynskja
eina aðra feriu enn ta van
ligu.
Her sást ein røð av hús
bilum, eitt enn størri tal av
campingvognum og eitt
gott úrval av rullandi summ
arhúsum. Tað er bert prís
urin sum ger av, hvat av hes
um tilboðunum tú ætlar
tær.
Fryntligu
starvsfólkini
svara tær fegin uppá spurn
ingar tínar. Tú ert komin á
staðið, har summarfrítíð tín
kann byrja.
Høgt kilometurtal
Talið á húsbilum er nógv
økt tey seinnu árini. Summi
gera ikki mætari enn at
keypa sær ein slíkan, meðan
onnur heldur velja at leiga
sær ein, m.a. her hjá Vest
Caravan.
Tey hava drúgvar royndir
í slíkari útleigan, og vita tí,
hvat viðskiftafólkini hava
tørv á við húsbilunum.
Skipanin er hon, at tú
fært bilin millum kl. 14 og
16 á degi, og skal koma aft
ur við honum til ásetta tíð
áðrenn kl. 12. Tá skal hann
vera í sama standi, sum tá
ein fekk hann.
Tá bilurin verður latin
inn aftur skal hann vera
reinur bæði innan og uttan,
rottangin skal vera tømdur
og vaskaður aftur, og eingi
tekin um skeiva nýtslu
skulu vera at síggja. Ein
kann tøma rottangan og
vaska bilin sjálvur, men hev
ur ein heldur hug at lata
fólk hjá fyritøkuni gera tað,
so kann tað eisini gerast
fyri eina ávísa rættiliga
stóra upphædd. Hevur ein
brúkt gass, so rindar tú eina
lítla upphædd fyri tað.
Við í prísinum eru 350
km koyring um dagin, ann
ars verður goldin ávís upp
hædd, um ein hevur koyrt
meiri enn hetta. Hóast nógv
verður koyrt, er trupult at
koma upp um hesar 350
km. um dagin í miðal.
Teir flestu vegirnir í
Noregi eru ikki júst slíkir,
har til ber at koyra við ser
liga stórari miðalferð!
Millimetrarnir nýttir
Hylkje liggur bert fáar kilo
metrar frá Bergen, og tí er
ein loysn at taka egnan bil
við Norrönu. Tit fylla hann
við seingjarklæðum og øll
um tí, sum tit vænta at fáa
brúk fyri og koyra so út um
býin.
Meðan maðurin í húsi
num (ella bilinum) ordnar
alt pappírsarbeiðið í sam
bandi
við
útleiganina,
kunnu hini í familjuni inn
rætta bústaðin, ein skal hús
ast í teir næstu mongu
dagarnar: Klæðir, leikur og
annað verður lagt í tey
nógvu skápini umborð, sam
stundis sum ein fær eyga á,
hvussu praktiskt ein slíkur
bilur er skapaður.
Her er hvør millimetur
nýttur til fulnar. Tey bæði
borðini og benkurnir kunnu
umskapast til eina dupult
song og eina einkultsong
eftir stuttari løtu. Børnini
munnu vera mest spent eftir
at kunna sova í ovaru
koyggjuni, sum er omanfyri
førarahúsið.
Undir benkrunum er ein
stórur tangi við vatni og ein
hópur av øðrum leidningum
og tólum, m.a. eini oljufýr
ing, sum gera sítt til, at hes
in bilurin er sum eitt rull
andi summarhús á norsku
vegunum.
Ein lítil, men kortini væl
útgjørdur køkur við vaski,
kókiplátum og køliskápi,
bæði til el og gass, hoyrir
sjálvandi við, eins væl og
eitt toilett við brúsu.
Uden mad og drikke,
duger sjaføren ikke!
Myrkalegging
og DVD
Undir koyring mugu øll sita
íbundin trygdarseðlar við
borðini. Men hvat ger tað,
tá ein kann spæla kort,
tekna ella leggja puslispæl
samstundis. Hevur ein ikki
hug til tað, ber til at hyggja
eftir einum dvdfilmi.
Bilarnir eru nevniliga
útgjørdir við sjónvarpsan
tennu, flatskermi og einum
dvdspælara. Tí er einfalt at
stytta sær stundir við hes
um, um ein hevur hug til
tað og ein gerst troyttur at
trøunum, sum súsa framvið
vindeyganum.
Av tí at bilurin bert hevur
eina rúmið, sum er karmur
um virksemi á degi og nátt,
eru svartar gardinur fyri øll
vindeygu. Hevur ein tí hug
Rullandi íbúð á nors
Eitt stórt far at koyra kring Noregs lands við. Men útsýnið er frálíkt – og so hevur ein bert fáar sentimetrar aftureftir til ein heitan kaffimunn
tíðindi