hósdagur 5. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 5. juli 2007
15
nøvn
at hyggja eftir filmi um dag
in, er lætt at myrkaleggja
rúmið, soleiðis at tað gerst
bølaniða innanbils.
Uttanfyri eru markisur í
teirri síðuni, har útgongdin
er. Hjá útleigaranum ber til
at leiga borð og stólar og
skaffigreiðir, og tí er einfalt
at njóta máltíðirnar uttan
dura eisini tá tað regnar.
Nevnast kann eisini, at
súkklustativ fylgja við, og
tí ber væl til at fara túrar
við súkklu burtur frá bili
num, um hugur er til tað.
Ræðast ikki regnið
Nú er alt pappírsarbeiðið
fingið í rættlag. Væl nøgdur
og spentur kemur maðurin
handan róðrið aftur við
loyvinum at koyra við hes
um bilinum tær næstu tvær
vikurnar.
Í dag er týsdagur og klokk
an er farin av 2. Nú skulu
vit bert hugna okkum í tvær
vikur, áðrenn bilurin skal
latast inn aftur
So er bert eftir at leggja
leiðina út í vøkru norsku
náttúruna. Men hvat nú er
svongdin farin at gera um
seg.
Lukkutíð fyri tey ferð
andi, liggur ein stóru mat
handil fáar hundrað metrar
frá leigustaðnum. Her ber
til at keypa inn og fylla sær
køliskápið við mati.
Her á parkeringsøkinum
við matvøruhandilin kemur
matur og heitt drekka á
borðið eftir lítlari løtu.
Uttanfyri hómast nakrir
dropar. Men hvat ger tað
summarfrítíðin við húsbili
num er byrjað.
So kann regn vera regn!
ku vegunum
”
”
Her sást ein røð av húsbilum, eitt
enn størri tal av campingvognum
og eitt gott úrval av rullandi
summarhúsum. Tað er bert
prísurin sum ger av, hvat av hesum
tilboðunum tú ætlar tær
Bilarnir eru útgjørdir við
sjónvarpsantennu, flatskermi og
einum dvd-spælara. Tí er einfalt at
stytta sær stundir við hesum, um
ein hevur hug til tað og ein gerst
troyttur at trøunum, sum súsa
framvið vindeyganum
Ein húsbilur er ein óførur máti at ferðast saman uppá hjá eini
familju. Stuttligt er at møta øðrum, sum ferðast undir somu góðu
korum. Campingplássini í Noregi eru væl útgjørd at taka ímóti
hesum vognunum og børnini hava eisini sítt at fara til