hósdagur 5. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 127 - 5. juli 2007
- Sjálvandi er ætlanin hjá
B36 ikki at tiltuska sær
nøkur stig!
Lat meg gera greitt
beinanvegin, at eg neyvan
hevði sent hesar linjur um
eg ikki var formaður í NSÍ,
tó eri eg sannførdur um, at
niðurstøða mín kortini
hevði verið tann sama
óansæð. Skal tó
viðurkenna, at eg ikki eri
líka so fullvísur í hesum
um eg hevði verið ein
óvanligur B36’ari.
Fyri at byrja við niður-
støðuni, so er avgerðin
sum aganevndin kom til, ið
samband við kæruna, um
at Skála í dystinum ímóti
B36 stutt fyri leiklok skifti
leikara inn, sum av
hendingaligum misgávum,
ikki var skrivaður á
dómaraseðilin, ikki bara
skeiv, men fullkomuliga
burtur úr vón og viti.
Øll sum varða av fót-
bóltinum, sum skilja hvat
hesin snýr seg um og vilja
honum tað besta, ivast ikki
longur í, at fótbóltsúrslitini
eiga at vera avgjørd á
vøllinum og ikki av hendin
galigum,ótilvitaðum og
sakleysum manglum í
samband við útfylling av
dómaraseðli.
Helt satt at siga eisini at
vit nú endaliga høvdu
fingið staðfest nakrar sera
skilagóðar rættningslinjur
um hvussu farast skuldi
fram í slíkum førum,
soleiðis at sleppast kundi
undan slíkum vitleysum
avgerðum, og hevur
aganevndin tí uttan iva
gingið beint ímóti givnum
tilmælum.
Skilji eisini á lagnum at
manglarnir í samband við
dómaraseðlarnar, sum
verða sendir til FSF eru
rættuliga nógvir, enntá
onkrir av slíkum slag at
hetta hevði gingið útyvir
tað ítróttarliga rættvísi um
teir ikki vórðu loftaðir í
skipanini og rættaðir.
Rætt er, at Skála av
ósketni ikki hevði fingið
sett navnið á tí leikara, ið
var innskiftur stutt fyri
leiklok ímóti B36 á
dómaraseðilin áðrenn
dystarbyrjan. Og kann
tílíkt mistak sjálvsagt ikki
góðtakast, men eigur at
verða sektað við hóskandi
avleiðing í mun til
mistakið.
Júst hetta, at avleiðing-
arnar av mistakinum eiga
at samsvara við mistakið
og raka tann ið mistakið
hevur framt og ikki straffa
onnur í staðin, átti í øllum
førum, at verið nakað, sum
løgfrøðingar á byrjunar-
støði áttu at vita, og er
skelkurin av niðurstøðuni
hjá aganevndini tískil ikki
minni, eftir at greitt er, at
formaðurin í hesi hevur
tikið løgfrøðisligt prógv.
Sjálvur eri eg sannførdur
um, at fyrrverandi for-
maðurin í B36, sum, mær
upplýst, er limur í hesi 3
manna aganevnd, ikki
tilvitað kann hava tikið
undir við fráboðaðu
niðurstøðuni, somikið av
áliti havi eg til hann og tey
í veruliga eiga at vita hvat
fótbóltur er.
At fyrrverandi for-
maðurin í B36 hevur gjørt
vart við sítt ógegni í hesum
máli, og tí ikki hevur tikið
lut í viðgerðini av kæruni
er sjálvsagt. Um ikki, so
var skommin hjá aganevnd-
ini fullkomin.
Fyri tveimum árum
síðani gjørdi B71 júst sama
mistak ímóti Royn, og var
B71 tá sektað við eini
lítlari symbolskari bót. Í
hesum førum raktu
avleiðingarnar bert tað
felagið, ið henda skrivi-
mangul av so lítlum
týdningi hevði framt.
Avgerandi fyri avleið-
ingarnar av einum mistaki,
eisini í hesum fótbóltshøpi,
eiga eisini at vera hvørt
mistakið er tilætlað ella
ikki, hvørt mistakið hevur
avgerðandi týdning fyri
útfallið ella ikki og um
mistakið yvirhøvur gevur
meining fyri nakað sum
helst.
Í hesum førum er svarið
innlýsandi: mistakið hjá
Skála var ikki tilætlað,
mistakið hjá Skála hevði
als ikki týdning fyri
útfallið og var mistakið
sum so meiningsleyst, og
hetta veit B36 fullvæl eins
og øll onnur ið vilja
fótbóltinum tað besta,
FAIR PLAY at frama.
Skála hevði onga orsøk
(motiv) til at lata verða við
at seta leikaran á
dómaraseðilin, hann hevði
ikki leikbann, spæliloyvi
var í lagi, osfr. Alt var í
lagi uttan týdningarleysa
mistakið at gloyma at seta
leikaran á dómaraseðilin.
Tí eri eg sannførdur um,
at orsøkin (motivið) hjá
B36 til at kæra ikki hevur
verið tann at tiltuska sær
nøkur stig, sum ikki eru
uppiborin, men hinvegin
tann, at tryggja sær at
Skála fær tað neyðugu
átaluna, soleiðis at felagið
ikki ger sama mistakið
einaferð afturat.
Tey í aganevndini hava
við hesi avgerð longu víst,
at tey ikki hava verið
búgvin til at borið tað
ábyrgd, ið teimum var
tillutað á seinasta aðalfundi
hjá FSF, eins og tey als
ikki hava skilt sína
uppgávu og hvønn
veruleika føroyskur
fótbóltur er í.
Sjálvur eri eg tó sann-
førdur um, at yvirkæru-
nevndin fær sett hetta lítla
týdningarleysa mistakið
hjá Skála í perspektiv og
givið Skála og bara Skála
hóskandi avleiðingar í mun
til tað lítla menniskjaliga
mistakið, tað verði seg eftir
mínari meining, ein
hóskandi átala og/ella ein
hóskandi bót.
Gerið nú ikki málið
størri enn neyðugt!
Eftirskrift: Trupulleikin við
at sekta onnur feløg fyri
mistøk hjá øðrum feløgum
er sjálvsagt tann, at so
kann koma beinleiðis
spekulatión í, at gera tílík
mistøk, við tað at mistøkini
ofta raka harðari onnur
feløg enn tey sum
mistøkini hava framt.
Og álvaratos, komið nú
ikki við ósannum flosklum
um at hetta nú eru
ófrávíkilig altjóða krøv,
sum skulu haldast, osfr.
Altjóða fótbóltsfelags-
skapirnir vita hvussu
veruleikin hjá føroyska
fótbóltinum er, og seta tí
sjálvsagt ikki somu krøvini
til fótbóltsfeløgini í
formuladeildini, sum til tey
stóru professionellu
fótbóltsfeløgini, sum hava
heilt aðrar umstøður og
fíggjarligar møguleikar.
Ein veruleiki er tað, at
nærum alt arbeiði sum
verður gjørt rundan um
føroyskan fótbólt byggir á
at vit hava eldsálir, sum
uttan nakra samsýning,
nýta ein rættuliga stóran
part av síni frítíð til sítt
fótbóltsfelag, annars høvdu
vit ikki verið komin so
langt í menningini av
fótbóltinum í Føroyum.
So leingi veruleikin er
hesin mugu krøvini til
fótbóltsfeløgini standa mát
við henda veruleika, og
mugu avleiðingarnar av,
um krøv ikki verða hildin
eisini standa mát við henda
veruleika. Saman við
menningini av fótbóltinum
í Føroyum betra vit um
veruleikan hjá honum.
Lærari til
HT-útbúgvingina
Til komandi skúla tørvar okkum ein undirvísara
at byrja 16. august.
Lærugreinir
• enskt C-stig
• enskt B-stig og
• enskt A-stig
Lutvís er talan um tvørfakliga undirvísing og
samstarv í toymi.
Førleiki
Vit kundu hugsað okkum, at
• tú hevur prógv í enskum frá hægri
lærustovni
• hevur royndir sum undirvísari og
• trívist millum ungfólk
Setanartreytir o.a.
Setanartreytir og løn eru eftir sáttmála í millum
Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmála-
ráðið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal
sendast skúlanum innan 14. juli.
Eru spurningar, so eru áhugaði vælkomin at
venda sær til Rúna Heinesen, skúlastjóra, tlf.
fartelefon 214407.
Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
Fo-700 Klaksvík
Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og vinnuskúli. Á
skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og skúlagongd
fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og timbur yrki. Aðalmál
skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi, fakliga- og
námsfrøðiliga menning.
Latið nú fótbóltin sigra!
Formaður í NSÍ
Dánial Petur
Hansen
viðmerkingar
Eftir at hava “sovið” í tíma-
num enn einaferð, er løg-
maður nú so altráur eftir at
blanda alt saman: flaggs-
kommina, ítróttaravrik,
oyggjaleikafyrireikingar og
politik - bert við einum
endamálið: at káva útyvir
ein veruleika, sum hann
sjálvur hevur undirskrivað,
nevniliga at Føroyar er
”Kongeriget Danmark for
så vidt angår Færøerne”.
Veruleikin
Hvørja ferð Jóannes Eides-
gaard verður konfronter-
aður við eina avleiðing av
sínum egnu politisku
gerðum, so ferð maðurin í
sjálvssving, og blandar alt
saman. Eg veit ikki um tað
er sinnið sum tekur yvir
ella um tað er manglandi
evni at grundgeva fyri, hví
ymiskt kann koma fyri
sum ikki er hent áður - t.d
flaggingin á Rhodos?
Hann var beinleiðis í
telefonini í Degi & Viku,
har hann bleiv spurdur um
hendingina, svarið hann
kom við var okkurt við “
lat meg fyrst siga at eg
komi frá einum tiltakið júst
nú har merkið bleiv vundi
3 ferðir í húnar hátt og
tjóðsangurin sungin”....
men hvat viðv. Niðurger-
andi flaggingini? So kom
aftur ein svada um ein
hotelstjóra – og endabrest-
urin var eitt illsintisgleps
eftir formanni Tjóðveldis-
floksins, fyri at seta ein
fyrispurning um hesa hend-
ingina, sum Føroya Løg-
maður ikki vildi gera
viðmerkingar til fyrr enn
fyrispurningurin var
sendur.
Hvat er galið?
Eitt tíðindaskriv frá Løg-
mansskrivstovuni vísir á at
tað er óheppið at ein fyri-
spurningur er sendur
einum donskum ráðharra.
Hvat er so óheppið við tí
veit eg ikki – er tað ikki
løgmaður sum plagar at
tosað upp í saman um tann
“politiska veruleikan sum
vit liva í”?, og skal greiða
fáast á um boð eru givin
frá donsku sendistovuni á
Rhodos, so er rætta stað at
spyrja eftir øllum at døma
hjá ráðharranum sum
varðar av – ella hvat? Skal
spurningurin fyrst sendast
Løgmansskrivstovuni, sum
so sendir hann víðari, er
tað hesa mannagongd
løgmaður vil hava?
Men tað vísir seg at er
nakað at spyrja um, viðv.
viðurskiftunum millum
Føroyar og Danmark, so er
eldur í skálanum beinan-
vegin, so fara “junglu-
trummurnar” hjá løgmanni
í gongd, og hóttanir um at
skaða tey góðu viðurskift-
ini vera tiknar fram.
Fleiri standa spyrjandi
Eg skilji ikki hvat tað er
sum er so ræðuligt hvørja
ferð vit í Føroyum gera
vart við okkum á tjóðskap-
arliga økinum; um danir
eru so erkvisnir, og um
“ríkisfelagskapurin” er so
viðbrekin at vanligt sam-
skifti ikki kann fara fram
uttan at samgongan og
løgmaður skulu vera á
gosið, ber tað so boð um
góð og sunn viðurskifti í
hesum sokallaða “felags-
skapinum”?
Vit sum hvørja ferð
standa spyrjandi, kunnu
eftirhondini bert staðfesta
at hetta er ein føst
mannagongd frá einari
samgongu, sum hevur lagt
seg skerflatan fyri donsku
myndugleikunum uttan eitt
einasta krav til frama fyri
Føroyum og føroyingum.
Er veruleikin nú komin til
løgmann og samgonguna,
at alt hóvastákið og
fyrigyklaðu rættindini, við
yvirlýsingum,
undirskriving av
Famjinskjalinum,
uttanríkispolitisku
heimildarlógunum og
yvirtøkulógini, bara var
sjónleikur, og at nú gongur
sjón fyri søgn, at danskir
myndugleikar fingu
staðfest sítt egna vald í
Føroyum, við vælsignilsi
frá samgonguni?
Tað er ikki lætt tá
veruleikin gerst eitt haft.
áki
anDreasen
Hvat feilar okkara løgmanni?