hósdagur 5. juli 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 5. juli 2007
17
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg svimji bara. Eg geri mítt besta, hvørja
ferð eg, og so kann eg ikki gera meira
Elspa Mørkøre
World Anti Doping
Agency hevur álagt,
at tað frá komandi
oyggjaleikum verða
dopingkanningar
gjørdar. Helgi
Winther Olsen,
ábyrgdarhavandi
dopingeftirlit hjá Anti
Doping Danmark,
heilsar kravboðunum
vælkomnum
DOPING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fleiri enn 3000 luttakarar
eru á oyggjaleikunum, sum
ikki
bara
er
ein
stór
ítróttarhending fyri føroysk
ítróttarfólk, men eisini ein,
sum sæst aftur millum stóru
skipaðu altjóða kappingar
nar. Hóast amatørstøði eru
oyggjaleikirnir í roynd veru
størri enn eitt nú vetrar
olympisku leikirnir.
Leikirnir bara vaksa fyri
hvørt ár, og við teimum
fylgir
størri
og
størri
ábyrgd. Nú hevur World
Anti Doping Agency –
WADA – álagt at innføra
dopingeftirlit og kanningar
til komandi leikirnar, sum
vera á Álandi í 2009.
Neyðugt fet
Helgi Winther Olsen er
ábyrgdarhavandi
doping
eftirlit hjá Anti Doping
Danmark. Tað vil siga, at
Helgi hevur evstu ábyrgd
av kanningum, sum verða
gjørdar, og hann heldur at
her er talan um eitt neyðugt
fet at taka.
– Rætt og slætt fyri at
skapa størri seriøsitet kring
kappingina, at gera hana
meira legitima og fullførda,
sigur Helgi Winther Olsen.
Hann vísir á, at oyggja
leikirnir í løtuni liggja í
einum lumma, har íðkar
arnir í roynd og veru kunnu
gera alt, sum WADA stríðir
ímóti.
– Tí er tað gott, at vit
longu hava innført eitt ávíst
eftirlit í Føroyum, og eru
uppá forkant og kunnu
stuðla undir kravið frá
WADA,
heldur
Helgi
Winther Olsen.
Hann
vónar
tó,
at
kravboðini frá WADA fara
at skunda enn meiri undir
arbeiði í Føroyum.
– Vónandi fer tað eisini
at geva meiri meining fyri
ítróttarfólkini, at tey verða
kannað. Tí tá tey kunnu
rokna við at vera kannað til
oyggjaleikirnar, so eiga vit
eisini at kanna okkum í
heimligu
kappingunum.
Eisini so tey eru fyrireikað
uppá hvat tað er fyri nakað,
ið møtir teimum til eina
slíka roynd, og ikki minst at
gera tey varug við, hvat er
ólógligt og hvat ikki er,
sigur Helgi Winther Olsen.
Upplýsing
Hetta við upplýsing er eitt
av lyklaorðunum í herferðini
móti doping. Tí fólk kunnu
uttan at vita tað taka evni,
sum ikki eru lóglig sambært
dopinglistanum. Eitt nú er
heilivágur
móti
astma
ólógligur. Tekur tí slíkan og
verður kannaður, so fellur
hamarin.
– Tað krevst serlig váttan
og góðkenning til at nýta
heilivág av hesum slagnum,
og hevur tú ikki hana, so
verður tú testaður positivur,
sigur Helgi Winther Olsen.
Men er tað ikki órímiligt, at
ítróttarfólk kunnu verða
testað positiv í royndum
sum hesum, tá tey í bestu
sannføring taka heilivág,
læknin
hevur
tilrátt
teimum?
Nei, sigur Helgi Winther
Olsen.
– Tað órímiliga er, at fólk
ikki eru nóg væl upplýst. Tí
nógv tey flestu, ið verða
tikin, eru ikki greið um, at
tey eru dopað, og kundu
kanska
heldur
ongantíð
funnið uppá tað. Men tað er
uppgávan
hjá
einstaka
íðkaranum at syrgja fyri, at
hann hevur alt sítt upp á
pláss. At hann einki ólógligt
tekur, ella um hann so av
sjúku ella aðrari orsøk,
verður noyddur at taka ávís
evni, ið eru skrásett ólóglig,
so at fáa váttan og góð
kenning til hetta, sigur
Helgi Winther Olsen.
Hesa góðkenning, Helgi
nevnir, er ikki ein tú fært
frá tínum vanliga lækna,
men ein sum skal útskrivast
av Sølva Winther Olsen.
Red bull ólógligt
Síðani nevnir Helgi dømir
um evni, sum á ongan hátt
eru fremmand hjá vanligum
fólki,
men
verða
mett
ólóglig.
– Ávísar tablettir móti
forkølilsi innihalda ólóglig
evni. Orkudrykkurin Red
bull hevur efidrin í sær,
sum
er
ein
leivd
av
amfetamin, og tí verður tað
eisini testað positivt í eini
dopingroynd. Harumframt
verða vanlig rúsevni eisini
sporað í eini slíkari roynd,
vísir Helgi Winther Olsen
á.
At enda sigur Helgi
Winther Olsen, at enn er
eingin testaður positivur í
eini dopingroynd í Føroy
um. Hann metir heldur ikki,
at
nógv
doping
er
í
føroyskum
ítrótti
og
í
oyggjaleikunum.
Men verður tú testaður
positivur í eini roynd, er
minsta revsingin tríggjar
mánaða útilokan frá ítróttar
greinini. Harumframt slepp
ur viðkomandi ikki at venja
ella vísa seg í ella undir
nøkrum, sum hevur við
Ítróttarsamband Føroya at
gera
hetta
tíðarskeiðið.
Revsingin kann eisini vera
upp til lívstíð.
Næstu ferð verður
dopingkannað
Helgi Winther Olsen er ábyrgdarhavandi dopingeftirlit hjá Anti Doping Danmark
Mynd: Álvur HAraldsen
Best av øllum
Eftir enn gullríkan dag mikudagin høvdu Føroyar lagt seg á odda í samlaða
heiðursmerkjastriðnum. Um hetta eisini heldur sær til fríggjakvøldið, skulu vit
lata vera ósagt, men sum onkur tók til, so er tann góða løtan ikki ring.
Samlaða býtið mikukvøldið sá soleiðis út:
Nr
Land
G
S
B
1
Føroyar
19
13
10
2
Jersey
17
22
14
3
Rhodos
15
9
10
4
Guernsey
14
12
19
5
Gotland
14
9
5
6
Isle of Man
8
8
15
7
Cayman Isl
6
5
2
8
Bermuda
4
8
8
9
Áland
4
3
5
10
Prince Edward
4
2
6