hósdagur 5. juli 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 127 - 5. juli 2007 ]
Per gloymdi ein píl
Stórur spenningur var, tá bogaskjúttarnir Per Holm Andersen
og Jógvan Niclasen hittust í head to head kappingini í gjár.
So stórur spenningur, at Per av eini ella aðrari orsøk gloymdi
at skjóta ein píl. Eftir kappingina dugdi Per ikki sjálvur at
greiða frá, hvat tað var sum hendi. – Eg fór einaferð at ivast í,
hvussu nógv eg nú hevði skotið, men fekk einki greitt svar
aftanfyri meg, fortelur Per, sum so fekk staðfest sín illgruna,
tá teir taldu upp aftaná, og 12 av pílunum hjá Jógvani sótu í
skivuni, meðan Per bara hevði 11 har. Hetta kostaði so Per
sigurin, sum annars hevði skotið rættiliga væl.
Everton kann enda í Klaksvík
Styrkismetingin til UEFA Women´s Cup er gjørd, og nú er greitt, hvørji lið
KÍ-kvinnurnar kunnu draga í lutakastinum, sum verður hósdagin. Fýra lið
verða í bólkinum hjá KÍ, og bólkaspælið verður spælt í Føroyum í august
mánaði. Lutakastið fer fram á tann hátt, at eitt lið verður drigið úr hvørjum
av teimum fýra bólkunum niðanfyri. KÍ hevur góðan møguleika at draga
Everton, tí SV Neulengbach verður vertur fyri einari kapping og kann tí
ikki koma í bólkin hjá KÍ - valið í styrkisbólki 1 stendur tí millum Vál og
Everton.
Jógvan Niclasen
hevur higartil vunnið
tríggjar gullmedaljur
á Rhodos. Sjálvur
tekur hann tað tó
púra róligt, og sigur
at persónligu úrslitini
koma hægri enn
heiðursmerkini
BOGASKJÓTING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jógvan Niclasen hevur stað-
ið seg framúr gott á leiku-
num higartil. Hann hevur
vunnið gull í øllum teimum
kappingum, hann hevur lut-
tikið í. Týsdagin vann hann
gull í einstaklinga- og lið-
kappingini í compound hjá
monnum, og í gjár vann
hann so gull í sonevndu
head to head kappingini í
compound hjá monnum.
– Faktiskt hevði eg ongar
vónir áðrenn eg fór avstað,
men nú gekk tað so hampi-
ligt kortini, segði Jógvan
Niclasen, tá vit fingu orðið
á hann, beint áðrenn kapp-
ingin í gjár var av.
Avslappaður
Jógvan Niclasen er ein
ógvuliga róligur skjútti,
sum ikki letur seg ávirka av
mótstøðu og umstøðum.
Hetta merkir eisini hann
sum persón, tí til spurningin
um, hvørjar kenslur hann
hevði beint nú triðja gull-
medaljan var vunnin, svar-
aði hann seigliga:
– Tað veit eg ikki. Avslapp-
aður. Hetta er ikki so viktugt
heldur.
Heldur ikki undir miku-
dagsins spennandi kapping,
vóru nervar upp á spæl hjá
Jógvani.
– Nei, hetta nervar meg
ikki, tað kann ikki siga,
sigur hann. Hetta sást eisini
væl í gjár, men sanniliga eis-
ini týsdagin, tá Jógvan við
framúr góðari skjóting vann
seg framum mótstøðumann-
in, og setti nýtt oyggjaleika-
met á 90 metrum, eftir at
hann hevði bummað tríggjar
teir fyrstu pílarnar á 70
metrum, tá hann gloymdi at
stilla siktið.
Ónøgdur við úrslitini
Í kappingini Jógvan luttók í
mikudagin vóru tilsamans
64 luttakarar. Her verður
kappast ein ímóti einum,
vinnarin fer víðari og tap-
arin rýkur út. Tí var kapp-
ingin skipað við 32. og 16.
parts finalum, kvartfinalum,
hálvfinalum
og
einari
finalu. Jógvan fór allan
vegin, men er ikki nøgdur.
– Sjálvur skeyt eg vána-
ligt allan vegin ígjøgnum,
og eg eri ikki nøgdur við
nakran avstand. So eg eri
ikki nøgdur við mítt egna
avrik, men tað eri eg nú
sjáldan,
heldur
Jógvan
Niclasen fyri.
Spurdur um, tá hann nú
hevur vunnið sær tríggjar
gullmedaljur ikki er nøgdur,
tá alt kemur til alt, var svar-
ið hetta:
–
Persónligu
úrslitini
mugu viga tyngri enn heið-
ursmerki.
Hitin ávirkar
Men hóast mótstøða ella
tykjast at rína við mannin,
so er kortini eitt sum hevur
argað hann á túrinum.
– Hitin ávirkar nógv. Man
ger nógvar býttar feilir av
honum, sigur Jógvan og
sipar eitt nú til týsdagin, tá
hann gloymdi at stilla siktið
á 70 metrum, og tá Per
Holm Andersen í gjár
gloymdi at skjóta ein píl, tá
hann kappaðist móti netupp
Jógvani, sum harvið kom
víðari.
Ísakaldur
í nógvum
hita
Tað er sum í einum potti, har bogaskjótikappingin fer fram. Her er tað Annika Vang, sum svalir
sær á
Mynd: Álvur Haraldsen
– Faktiskt hevði eg ongar
vónir áðrenn eg fór avstað,
men nú gekk tað so hampiligt
kortini, sigur Jógvan Niclasen,
sum hevur vunnið trý
gullheiðursmerki. Her stendur
hann vinstrumegin í undir
regnskjólinum, sum Per Holm
Andersen heldur
Mynd: Álvur Haraldsen