hósdagur 5. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 127 - 5. juli 2007 ]
Aftur í gjár skutu
bogaskjúttarnir fleiri
heiðursmerki heim
til Føroya. Tvær gull,
eina silvur og eina
bronsu gjørdist tað
til, tá kappast var ein
ímóti einum
BOGASKJÓTING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tá bogaskjúttarnir byrjaðu
at skjóta í gjár, høvdu Før
oyar tilsamans 14 gullheið
ursmerki. Tá bogaskjúttarnir
vóru lidnir at skjóta, høvdu
Føroyar 16 gullheiðurs
merki. Hetta er tað mesta
nakrantíð, og sostatt skutu
bogaskjúttarnir Føroyar til
nýtt met á oyggjaleikunum.
Eitt met, sum varð bøtt
seinni í gjár, tá svimjararnir
hálaðu trý gull heiðursmerki
heim aftrat.
Tað tekur tó einki frá
avrikunum hjá bogaskjúttu
num, sum mugu metast at
vera framúr góð.
Sigrid sigraði
Kappingin var skipað á
sama hátt, sum eitt slag av
cupkapping. Kappast var
ein ímóti einum, vinnarin
fór víðari og taparin reyk
út. Til hetta slag av kapping
krevst konsentratión, disi
plin og so eginleikin, at
vera kaldur og hava tamar
hald á nervunum, tá á
stendur.
Byrja vit við kvinnuliga
gullinum, so livdi Sigrid
Vang upp til alt hetta. Hon
setti tríggjar bogaskjúttar
av á vegnum til finaluna,
sum
gjørdist
rættuliga
spennandi. Tá teir tríggir
pílarnar vóru skotnir fýra
ferðir, sum gjørt verður í
finaluni, stóð á jøvnum.
Tískil var neyðugt við eyka
skotið. Har snýr tað seg
bara um at vera tættast miðj
uni. Tað var Sigrid og tískil
gjørdist gullið hennara.
Hetta var í compound, og
í recurve gekk næstan líka
væl. Har var Annika Vang í
finaluni, men tapti í síðsta
enda, soleiðis at hon stóð
eftir við silvurheiðursmerk
inum.
Jógvan tríggjar gull
Í compound hjá monnum
tók Jógvan gullið. Á veg
num í finaluna møtti hann
Per Holm Andersen, sum sá
út til at skula basa Jógvani.
Men av onkrari orsøk
gloymdi Per at skjóta sein
asta pílin, so Jógvan fór víð
ari og allan vegin upp í
topp. Tað merkir, at hann
nú
hevur
tríggjar
gull
medaljur, og hevur møgu
leikar fyri at fáa eina fjórðu
í morgin, tá head to head
liðkappingin verður.
Føroyskur
bronsudystur
Í recurve hjá monnum vóru
ikki færri enn 128 luttakarar.
Teirra millum Absalon Han
sen og Hans Petur Højgaard,
sum endaðu við at spæla
bronsudyst
hvør
móti
øðrum. Her dróg Absalon
longra stráið, og vann brons
una. Men sum hann sjálvur
tók til eftir dystin, so var
tað týdningarmesta, at heið
ursmerki kom til Føroya,
og ikki hvør fekk tað.
Skutu nýtt met til Føroyar
Fimm føroyingar skutu um heiðursmerki, og fýra teirra fingu eitt, tá head to head kappingin var í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Fakta:
Head to head
competion:
Sigrid Vang, gull
Jógvan Niclasen, gull
Annika Vang, silvur
Absalon Hansen, bronsa
Tillukku til Juttu
Á heimasíðuni fyri oyggjaleikir er eitt
yvirlit, har føðingardagarnir hjá einstøku
íðkarunum eru at finna. Á siðuni er soleiðis
eisini eitt yvirlit yvir, hvør hevur
føðingardag fyri hvønn dagin. Og í dag
kunnu vit so ynskja Juttu Thomsen tillukku,
nú hon verður 17 ár. Um talan so verður um
eins gyltan føðingardag, sum hinir tríggir
svimjidagarnir, fáa vit staðfest í kvøld.
Símun og teir taptu
IA av Akranesi vann 21 á Keflavík í íslendsku
landskappingini mikukvøldið. Føroyski
landsliðsspælarin Símun Samuelsen var við á liðnum
hjá Keflavík, men hann fekk einki stig við sær
heimaftur. IA legði seg á odda 20, áðrenn Keflavík
minkaði fimm minuttir fyri leiklok. Í sambandi við
málið fekk málmaðurin hjá IA reyða kortið fyri at
gera seg inn á Símun Samuelsen, men IA fekk
sigurin heim hóast tað.