Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 127 - 5. juli 2007 Trý gull í 30 minuttir Tað var akkurát, so Elspa Mørkøre fekk tíð at taka ímóti heiðursmerkjum, tá hon mikukvøldið rann millum sigurs­ skammilin og hylin Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 50 metra frí, 200 metra rygg og so fjórða teinin av stafettini á 4X100 metra frí. Tað var tað, sum Elspa Mørkøre av­ rikaði innan fyri lítlan hálvan tíma á Nautical Club í Rhodos miku­ kvøldið. Og allar tríggj­ ar ferðirnar við gull­ merki sum løn fyri stríðið. Ómenniskjansligt vildi onkur kanska sagt, men gylta gøtugentan tóktist tó bara at taka tað, sum tað kom. ­ Ja, hasin hálvi tímin var nokk so harður. Men eg gav alt, og tað gevur úrslit. Og sjálv­ andi eri eg ovurfegin. Eina slíka løtu, so hugsar tú als ikki um allar venjingartímarnar, sum tú hevur verið ígjøgnum. Eg eri bara fyri, at eg møtti upp. Segði Elspa, tá eftir gullhandanina sat og rindaði møðina. Umframt fysiska part­ in av tí. Er tað so ikki ein trupulleiki, tá tú innan somikið stutta tíð fert gjøgnum kapping, gleðina um at vinna og hoyra tjóðsangin. Og so aftur í kapping? ­ Eg veit ikki. Eg svimji bara. Eg geri mítt besta, hvørja ferð eg, og so kann eg ikki gera meira, ljóða einfalda – men bein­ rakna – svarið frá Elspu. Høgni fullførdi Eftir heldur ógvusligu mountain­bike kappingina mánadagin tók Høgni Øster mikudagin lut í kappingini í cross­country. Hendan er ikki heilt so ekstrem, tó at talan framvegis ikki er um nakra lætta rutu. Málið hjá Høgna var at fullføra kappingina, og hetta eydnaðist honum eisini. Hann kom í mál sum nummar 21 av 27 súkklarum. Fýra av teimum, sum byrjaðu, megnaðu ikki at fullføra kappingina. ­ Eg megnaði eisini at yvirhála ein av hinum við einum umgangi, so hatta var fínasta slag, segði Høgni um kappingina. Kappingin varð skipað eftir sama leisti sum býarkoyring. Koyrt varð í 100 minuttir á 4,5 kilometra longu breytini, áðrenn ringt varð inn til seinasta umgangin. Elspa Mørkøre hevur sett alt og øll upp á pláss, tá hon hevur verið í hylinum á Rhodos Mynd: Álvur Haraldsen