hósdagur 5. juli 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 127 - 5. juli 2007 ]
Kjartan Eli og Marin útsligin
Tað eydnaðist ikki Kjartan Eli Hentze og Marin í Dali at røkka longri
enn kvartfinaluni í blandaðum tvímansleiki. Tað gekk annars stak væl
hjá Kjartan Eli Hentze og Marin í Dali, sum í 1/8-finaluni vunnu á
einum sera sterkum pari av Rodos. Í kvartfinaluni møttu tey somuleiðis
einum pari av Rodos, men hesaferð máttu tey bæði boygja seg. Dysturin
endaði 3-0 til liðið av Rodos, hóast talan var um ein javnan dyst.
Settini endaðu 11-9, 13-11 og 11-8.
Rigmor rennur
ikki 10.000
Hóast hon er skrivað upp til luttøku í
10.000 metra renningini hósdagin, so
verður Rigmor N. Arge ikki við í
feltinum. Avgerðina hevði hon tikið,
longu undan oyggjaleikunum, og hon varð
eisini staðfest, tá hon hevði runnið hálvt
marathon.
Hóast svimjilands
liðið væl og virðiliga
hevur sett føroyskt
met í gullsavnan, so
tykjast tey enn ikki
hava nakran hug at
steðga í strembanum
sínum
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Super-optimist varð Krist-
ian Olsen róptur í blaðnum
í gjár, tá hann hevði luftað
tankanum um, at Føroyar
kundu vinna 11 gullmerki í
svimjing á oyggjaleikum.
Á triðja og næst seinasta
kappingardegnum á oyggja-
leikum varð málið longu
rokkið. Men fyri tað tykist
landsliðsvenjarin ikki at
vera mist fótafestið í ovfara-
kæti.
- Tí tað hevur ikki verið
heilt optimalt. Vit hava havt
marginalarnar ímóti okkum
í dag.
- Og so er eisini ein kiks-
ari komin í fyrireikingarnar
hjá okkum, hóast vit hava
roynt at gjørt okkara allar-
besta. Tí á hotellinum, har
vit búgva, er øgiliga nógv
vatn. Har eru ein rúgva av
svimjihyljum, og tað ger, at
moyggjabitar stórtrívast á
staðnum. Eitt nú hevur
Kristian Olsen fingið nógv
bit, og tað kostar. Allur
kroppurin er í einum kon-
stantum kampi móti øllum
hesum sárunum, og tí er
Kristian í løtuni ikki meira
enn 80-90% av sær sjálvum
í løtuni. Tað hevur kostað,
og tí sært tú eisini, at hann
er glaður um eina bronsu á
100 metrum. Hann hevði
kunnað fingið gull, hevði
hann
havt
optimalar
møguleikar. Og tíverri hava
vit – eins og fleiri av hinum
ítróttafólkunum – hendan
trupulleikan at dragast við.
- Men sjálvandi hava
onnur ting gingið heilt væl.
Tað er kanska frekt at vera
ónøgdur, og tað eri eg held-
ur ikki. Men heilt optimalt
hevur tað ikki verið.
Øll trýsta
hvønnannan
Tað at elitan í svimjingini
er vorðin somikið breið.
Tað er væl tað, sum ger, at
vit brádliga síggja tey úrslit-
ini, sum vit hava verið vitni
til seinastu dagarnar?
- Vit hava bæði hjá gent-
um og dreingjum fingið
fleiri, sum kappast frammi í
oddinum. Tey skiftast um at
vinna á hvørjum øðrum, og
tað er fínar greiðir fyri
svimjingina. Eg gleði meg
bara til, hvat tað næsta verð-
ur. Eg gleði meg til næsta
ár og at síggja, hvat hesi
kunnu blíva til.
Hósdagurin er enn eftir at
svimja, og vit spurdu eisini
Jón, hvørt hann metti, at
Føroyar eisini hava møgu-
leika fyri enn fleiri svimji-
gullum.
- Pál skal í hylin í 400 frí.
Og hann setti teir allar upp
á pláss í 200 frí, sum er
veikasti teinurin hjá honum.
400 og 800 metrar eru hans-
ara stóra styrki, so hann
skal nokk smyrja teir av,
um ikki eitt klaver dettur
niður á nakkan á honum í
nátt.
Kunnu fáa enn fleiri gull
Føroysku finalurnar mikukvøldið
100 metra bringa, menn
Svimjari
Tíð
Pláss
Beinir Danielsen
1.02,02
6
400 metra frí, kvinnur
Jutta Thomsen
4.26,17
2
Mona Simonsen
4.33,00
6
200 metra rygg, menn
Kári á Høvdanum
2.07,14
4
Høgni Miné Rasmussen
2.15,91
6
100 metra bringa, kvinnur
Malan Bærentsen
1.17,23
5
100 metra frí, menn
Kristian Olsen
53,71
3
Dánjal Martin Hofgaard
54,12
5
50 metra frí, kvinnur
Elspa Mørkøre
27,24
1
Shaila milum Garðarnar
27,43
2
200 metra rygg, kvinnur
Elspa Mørkøre
2.18,59
1
4X100 metra blandað, menn
Kári á Høvdanum
59,04
1
Dánjal Martin Hofgaard
2.08,09
Pál Joensen
3.06,53
Kristian Olsen
4.00,38
4X100 metra frí, kvinnur
Shaila millum Garðarnar
59,84
1
Mona Simonsen
2.01,32
Jutta Thomsen
3.01,88
Elspa Mørkøre
3.59,94
Pál Joensen, sum her svimur firvald á stafettini, er eitt sera gott boð upp á enn eitt gullmerki til føroyska svimjiliðið
Mynd: Álvur Haraldsen