Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 127 - 5. juli 2007 ] Føroyar-Orkney 3-0 (25-11, 25-15, 25-19): Spákandi í hálv­ finaluna Í einum dysti, har sveittin neyv­ an kom á pann­ una, mest sum spákaðu føroysku flogbóltskvinnurnar seg í hálvfinaluna Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kvinnurnar av Orkney mundu longu undan dystinum vita, at tær ikki høvdu tað stóra at siga í dystinum móti Føroyum. Enn hava føroysku kvinn­ urnar kanska til góðar at vísa spælið, sum fýra oyggjaleikir á rað hevur ført tær til gullið, men tað var nú heldur ikki neyðugt hendan dystin. Snøgt sagt, so ráddi bara um at fáa dystin avgreiddan og síðani fara heim, og hugburðurin hjá spælarunum var nú eisini hareftir. Hósdagin stendur hálv­ finala á skránni, og verð­ ur hendan ímóti Ber­ muda. Talan var als ikki um dyst, tá føroysku flogbóltskvinnurnar spældu móti Orkney Mynd: Álvur Haraldsen Tað var ein markna­ steinur, sum varð fluttur, tá føroyska kvinnustafettin týsdagin fór undir fýra minuttir á 4X100 metra frí Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við tíðini 3.59,94 gjørdist kvinnustafettin fyrsta liðið, sum fór undir fýra minuttir á teininum. Í svimjing er tað ofta so, at sleppur tú fyrst niður um ávísa tíð, so er skjótt at kvetta enn meira av, og Jón Bjarnason, landsliðsvenjari, ivast heldur ikki í, at hetta væl kann henda. ­ Tað var málsetningurin alla tíðina. Tær hava verið í “last call room” har svimj­ ararnir standa undan kapp­ ing, og har hava tær bara tosað um málið og heppað hvørja aðra upp. Tí tær eru jú eisini troyttar. Jutta hevur verið í kapping í 400 metra frí, og Elspa er akkurát kom­ in upp úr 200 metra rygg. Shaila, sum er liðskipari, hevur so sum uppgávu at fáa tær uppaftur. Sjálv hevði hon “bara” ein 50­ metur í kroppinum, og hon legði so eisini linjuna sjálv við at fara undir minuttin í einum hyli, sum er eitt vet ov langur, so tað er flott, sigur Jón. Ofta gerast tíðirnar enn betri, ert tú fyrst komin um ein slíkan marknastein. Kann tað eisini henda hesa­ ferð? Tað er sum ein rullisteinur, men hvussu nógv kann kvettast av, kann bara tíðin vísa. Shaila er við sínum 23 árum at rokna sum vaksin, men hinar tríggjar eru enn juniorar, so har er einki mark. Jú, sjálvandi er eitt mark, men tað er ikki hetta, sum vit skulu síggja. Vit skulu bara koyra víðari. Og Shaila er langt frá sínum potentiali. Bara seinasta hálva árið, har hon hevur vant í 25 metra hyli, hevur hon skorið trý sekund av sínum 100 metra frí, so eg vóni, at hon sær hetta sum eina avbjóðing og heldur áfram. ­ Tí tað, at hon gevur Elspu Mørkøre harða kapp­ ing í dag, sigur eisini Elspu, at hon framvegis fær kapp­ ing í Føroyum á teimum stuttu teinunum. Á longru teinunum hevur Jutta jú longu tikið fleiri av metu­ num frá henni. Tíverri er tað eingin enn, sum kann bjóða henni í rygg, so har má hon eisini hava aðrar avbjóðingar. Elspa Mørkøre og Shaila millum Garðarnar tóku gull og silvur, tá 50 metra frísvimjing var á skránni Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast talan bert var um 50 metrar, so var munurin nið­ ur til triðja svimjaran í felti­ num 3/10 sekund, so talan var mest sum um føroyska uppvísing í hylinum. Í innleiðandi svimjingini lógu tær báðar eisini fremst og næstremst, og tí var hetta kanska ikki so óvæntað kortini. ­ Men ein 50 metur er ongan tíð avgjørdur, fyrr enn hann er færdigur. Har kann so nógv henda, sigur Shaila. Og tú veitst kanska heldur ikki, hvar hinar eru? ­ Eg síggi tær í hvussu so er ikki, tá teinurin er somikið stuttur. Og hóast talan ikki gjørd­ ist um gull, so var Shaila nøgd um avrikið. ­ Elspa og eg kappast eisini heima í Føroyum, so sjálvandi vónar mann at vinna. Men silvur er fínasta slag. Eg svam mína bestu tíð, so tá skal mann ikki klaga. Og Elspa. Var tín tíð eisini í lagi? ­ Nei. Eg svam skjótari í innleiðandi, og tá gav eg ikki alt, so tíðina eri eg ikki nøgd um. Men sjálvandi eri eg glað fyri gullið. Dupult­sigur Stafettin fór undir fýra Restin av feltinum kundi bara hyggja, meðan Elspa Mørkøre og Shaila millum Garðarnar pískaðu seg fram á fremstu sessirnar Mynd: Álvur Haraldsen Vatn er allastaðni Væta, væta og aftur væta. Kanska við eitt sindur av salti eisini. Tað eru hyggjuráðini á Rhodos, har ítróttarfólkini til tíðir kappast undir ekstremum umstøðum. Og tó at fyrireikingarnar á nógvum økjum kundu verið betri, so er alla tíðina nóg mikið av vatni. Til hvørja einastu ítróttargrein eru skáp, har ítróttarfólk og fjølmiðlar kunnu fáa sær eina kalda fløsku av vatni, soleiðis at hesin parturin ikki manglar. Flogferðin flutt Broytt ferðaætlan fyri heimferðina av oyggjaleikum hevur nú við sær, at øll tey føroysku ítróttafólkini kunun vera við, tá leikirnir verða endaðir. Upprunaliga skuldi fyrra føroyska flogfarið fara av Rhodos á midnátt fríggjakvøldið, men hetta er nú broytt til leygarmorgunin klokkan 10. Nakað, sum ivaleyst kemur væl við hjá flogbóltinum, har tey annars høvdu verið noydd at pakka, áðrenn tey fóru til eina møguliga finalu. Seinna flogfarið fer av Rhodos tíðliga sunnunáttina.